Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 142 - 28. juli 2005 Á Listastevnuni fáa føroyingar høvi at hoyra Nobelvirðis- lønta yrkjaran Seamus Heaney lesa upp egnar yrkingar til pípuleikin hjá Liam O’ Flynn. Nobel- virðislønina í bók- mentum fekk norður- írska skaldið fyri eitt ritverk av lyriskum vakurleika og etiskari dýpd, ið hevjar gerandisundrini og livandi fortíðina, sum dómsnevndin tók til PORTRETT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Millum peikifingur og tummul Hvílur klossuti pennurin Honum fari eg at grava við "Digging", 1966 Longu við yrkingini "Digg- ing", tann fyrsta í hansara fyrsta yrkingasavni, mark- aði Seamus Heaney sítt øki. Hann gravaði niður í sítt minni og fann fyrst pápa sín og longur niðri abba sín og síðani allan sín norðurírska mentanararv. At "Digging" í dag stendur sum ein varði yvir alt ritverkið hjá Heaney mundi koma av lokalu røddini, ið endurreisti fortíðina og tosaði alheims- søk teirra tigandi og kúgaðu tvørturum øldir og mentanir. Kortini tók tað drúgva tíð, áðrenn Heaney av álvara fekk rist norðurírsku krøvini um politiska støðutakan av sær og við Nobel- virðislønini í 1995 umsíður varð virðismettur fyri sína skaldsligu og estetisku hugsjón. Mýriyrkingarnar Við røðini av teimum so- kallaðu Bog-Poems (Mýri- yrkingarnar) fekk grevstur- in hjá Heaney í fortíðini mytiskar og allegoriskar týdningar. Íblásturin til mýriyrkingarnar fekk Heaney eftir at hava lisið eina frágreiðing um meir enn tvey túsund ára gomlu líkini, sum vórðu funnin í mýrilendi ymsa staðni í Danmark, og hvussu tey vórðu avrættað eftir barbariskum ritualum. Eitt av hesum óvanliga væl varveiddu líkum var Grauballemaðurin. Hesin gjørdist eisini ímyndin í eini av kendastu yrking- unum hjá Heaney, "The Grauballe Man", sum Alexandur Kristinasen hegnisliga hevur týtt til føroyskt. Yrkingin blæsur nýtt lív í uppgrivnað líkið í okkara hugaheimi í tveimum stigum. Fyrst, heldur øvut, við at petta tað sundur og halda eina ávísa frástøðu. Meðan eyguni kanna líkið, umskapast tað til ein dunga av lívleysum lutum, skøvn- ingurin til ‘mýrivið’, hæl- urin til ‘eitt basalt egg’, hárið verður ‘ein motta’ o.s.fr. Men spakuliga Eins og var hann júst heltur úr sum tjøra, liggur hann á einum kodda av torvi og tykist at gráta um sín egna døkka hyl. Æðrarnar í skøvningum hansara eru sum mýriviður kúputi hælur hansara sum eitt basaltegg. Ristin er skorpnað og køld sum ein svanafótur ella ein myrirót. Mjadnar hansara sum bak og pungur á kræklingi, ryggurin ein állur fangaður í glitrandi evju. Høvdið hevjað høkan ein hjálmgluggi brettur upp av kruvda barka hansara garvaður og herdur. Lekta sárið opnast inneftir í vínberjaskýming. Hvør sigur "lík" um livandi sjón hansara? Hvør sigur "kroppur" um tøttu hvíld hansara? Og rustaða hárið so ótrúlig ein motta sum á fostri. Fyrst sá eg skelkjandi andlit hansara á eini ljósmynd, høvur og øksl upp úr mónum, skammfílað sum nýføðingur tikin við tong, men nú liggur hann fullkomin í minni mínum heilt út í reyðu naglirnar, á vágskálunum í vakurleika og grimd: sum hin doyggjandi Gallarin ið alt ov gjølla hóvar saman við skildri sínum, við veruligu tyngdini av hvørjum einstøkum offri sorað og søkt. Týðing eftir Alexandur Kristiansen Seamus Heaney Seamus Heaney: Skaldskapur er ein sam Grauballemaðurin