Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 35 eg fekk loyvi at vera verandi í Føroyum, ikki minst tí eg varð giftur við donskum statsborgara, greiðir Doru frá. Filosofiski útróðrarmaðurin Rumenski flóttamaðurin var 35 ára gamal, tá hann í 1989 kom til Føroya saman við leirlistakvinnuni Guðrið, sum hann í dag eigur tvey børn á fýra og seks ár saman við, og hetta árið gjørdist sostatt ein nýggj byrjan fyri rumenska flóttamannin og politiska fangan seinastu 14 árini. Sjálvur metir hann, at hetta var ár null fyri hansara viðkomandi, og hann fall beinanvegin væl til í Føroyum. Hann fekk starv sum goymslu- leiðari á Jarðfrøðisavninum. Men hugurin til havið, útróður og fiskiskap dró fremmanda eystureuropearan. Í 1993 keypti hann sær sín fyrsta bát, og í løtuni er hann í farloyvi frá Jarðfrøðisavninum og livir av at rógva út og avreiða á fiskimarknaðinum á Toftum. Útlærdi heimspekingurin frá universitetinum í Rumenia fær mangan spurningin, hvussu tað ber til, at ein heimspekingur endaði sum útróðrarmaður. – Filosofi og útróður er heimsins besta kombinatión, sigur ein flennandi Doru. Hann sigur, at hann er endaleysa bergtikin av føroysku náttúruni, og at einki umhvørvi kann vera betri fyri ein heimspeking enn óspilta føroyska náttúran. – Ein túrur á Norðhavinum setir lívið í perspektiv. Tú stendur andlit til andlits við skapanarverkið og lívsins stóru spurningar, og tú ert umgyrdur av kreftum, sum eru nógv størri og sterkari enn tú. Úti á víðopna havinum hyggi eg inn í Guds loyndarfullu eygu, sigur ein hugsunarsamur Doru Tiberiu á Torvlaðnum. Stoltur í fongsul Tann í dag 51 ára gamli rumenin er ikki í iva um, at hann endaði í einum lítlum paradísi í Norðuratlantshavi. Eftir eina fortíð, sum vit føroyingar als ikki kunnu ímynda okkum, hevur rumenski uppreistrarmaðurin loksins funnið sítt heim undir sólini. – Eg var føddur á skeiva staðnum í skeiva tíðarskeiðnum, og á míni ferð kring Europa var drívmegi mín, at eg vildi finna mítt heim. Eg trúði ikki uppá, at tað ikki var pláss fyri mær nakrastaðni, og tí helt eg fram í míni leitan eftir einum tryggum lívi, sigur Doru. Hann leggur afturat, at einasta ambitión hansara var at fáa eitt friðarligt, stabilt og trygt lív við arbeiði og heimi, og eftir mong ár í fongsl- um, flóttalegum og flýggjan gjørdist hesin dreymurin til veruleika í Føroyum. Í dag nýtir Doru ikki nógva tíð og orku til at hugsa um fortíðina og lívið í rumenska diktatur- statinum, men hann er tó villigur at greiða frá, hvussu lívið var í Rumenia undir Ceausescu. – Tað mest beinrakna eyðkenni av rumenska samfelagnum undir kommunismuni er helst »a permanent state of terror«. Øll vóru bangin fyri øllum, og tú kundi fara í fongsul fyri hvat sum helst. Vinfólk smettaðu um vinfólk síni, konur smettaðu um menn sínar, børn smettaðu um foreldur síni, og næmingar smettaðu um lærarar sínar. Stutt sagt vóru øll bangin fyri øllum, tí so mong vóru í dagligum sam- skifti við rumenska Securitate (statsløgregluna), sum setti fólk í fongsul fyri allarminsta illgrunan um, at onkur ikki tók undir við kommunismuni, sigur Doru. Hann sigur, at tøl vísa, at millum 60 og 70 prosent av rumenskju íbúgvunum hava fyrr ella seinni givið myndugleikunum upplýsingar um fólk, sum høvdu funnist at stýrinum hjá Ceausescu. Spurdur, hví hann fór út á gøturnar at mótmæla undir einum slíkum harðrendum stýri, er Doru greiður. – Ein 21 ára gamal idealistur hevur stórt dirvi og áræði, og tí fór eg at mótmæla. Men eg visti ikki, at eg kundi fáa so harðan dóm (18 ára fongsulsrevsing), sum eg fekk, sigur Doru. Hann nevnir, at hetta var tann fyrsta og seinasta almenna mótmælis- gongan í tíðini undir Ceausescu, áðrenn kommunisman fór í upploysn í 1989. Men hóast harða dómin fekk hann ongan sálarligan niðurtúr. – Eg fór inn í fongslið sum ein stoltur maður. Abbi mín og allir mammubeiggjar mínir vórðu sendir til Sibiria í fangalegu og seinni dripnir, tí teir eisini høvdu mótmælt rumenska stýrinum, og eg var stoltur av, at eg hevði lyft arvin eftir teir. Og satt at siga var eingin munur á at vera innanfyri og uttanfyri fongsulsveggirnar í Rumenia, tí alt Rumenia var eitt stórt fongsul undir kommunism- uni, greiðir Doru frá. Í samband við skúlagongd sína sigur hann, at rumenska universitetið var eitt stórt propaganda-apparat. Næmingar í heimspeki vórðu primert undirvístir í kommunistum sum Lenin, Karl Marx, Friedrich Engells og Ceausescu, og teir ikki-kommunistisku heimspek- ingarnar, sum tó vóru partur av pensum, vórðu tulkaðir at vera kommunistar. – So bæði Platon, Sokrates, Aristoteles, Emmanuel Kant, Bertrand Russel og René Descartes vóru kommunistar sambært rumenskari undirvísing, greiðir Doru frá. Áhugi hansara fyri heimspekini fekk forvitna rumenan at lesa í loyndum, og í tí dulda fekk hann eina aðra fatan av filosofisøguni, sum ikki samsvaraði tí, hann lærdi á universitetinum. Loyniliga las hann Hegel, Schopenhauer, Nietsczhe og aðrar stórar heimspekingar, og í rumenska fongslinum høvdu teir mongu politisku fangarnir møguleikan at útbúgva og styrkja hvønn annan intellektuelt. Fongslið gjørdist fyri hansara viðkomandi eitt nýtt universitet, sum varð frígjørt frá kommunistiskari propaganda. Kommunisma í útnorði Doru heldur seg ikki aftur við at siga, at hann er endaleysa glaður fyri føroyska samfelagið. Hann greiðir frá, at hann fyri stuttum helt 50-ára føðingardag sín, og yvir hundrað fólk vóru og vitjaðu. Samanborið við Rumenia er hetta sambært honum óhoyrt, og hann sigur seg kenna seg sum ein kong í Føroyum. Samfelagsliga eru Føroyar eftir hansara tykki eitt eksemplariskt samfelag, og hóast alt krepputosið um niðurgongd í búskapinum metir Doru, at vit hava so nógv at fegnast um. – Fá samfeløg hava so góðar fortreytir fyri einum sunnum sosialum lívi. Føroyskt mentanarlív blómar eisini, og tryggleikin er í hásæti. Landsstýrið tosar um eina 2015- verkætlan, sum skal gera Føroyar til eina førandi tjóð, men vit mugu ikki gloyma, at vit longu nú á fleiri økjum mugu roknast at vera førandi, metir Doru, áðrenn hann nevnir ein setning, sum í føroyskum oyrum kann tykjast øvugtur. – Føroyar er tað nærmasta, vit koma kommunistiska dreyminum, sum hann er í teoriini. Í praksis eru Føroyar sjálvsagt alt annað enn kommunistiskar, men dreymurin um fíggjarligt javnbýti og eins rættindini fyri øll er í ein mun vorðið veruleiki í Føroyum. Vit hava ein stóra miðalklassa, sum eigur nóg mikið av peningi til eitt virðiligt lív, og norðurlendski vælferðarstaturin hevur slóðað fyri, at vit í stóran mun hava verið før fyri at umbýtt peningin á ein hátt, sum minimerar fátækradømi, sigur Doru. Og 51- ára gamli rumenin, sum er uppvaksin í einum anti- demokratiskum samfelagi, hevur eisini evnini at virðismeta fólkaræðið á ein øðrvísi hátt, enn vit føroyingar, sum taka fólkaræðið sum eina sjálvfylgju. – Tað verður av og á havt á lofti, at tað er ov nógv klandur og grenj í Føroyum, men eftir mínum tykki eru ósemjurnar, konfliktirnar og samanstoytirnir í almenna kjakinum bert eitt tekin um, at føroyska fólkaræðið er sterkt og sunt. So leingi vit eru tilvitaði um, at vit ikki eru fíggindar, hóast vit eru ósamd, eiga vit at frøast um, at vit yvirhøvur sleppa at vera ósamd og lata ymisk fólk við ymsum sjónarmiðum kappast á ein demokratiskan hátt, sigur Doru. Sigraði Hyggjandi afturá rennur ein setningur fram fyri Doru, sum hevur havt stóran týdning fyri hann gjøgnum sítt harða lív. – Ernest Hemmingway segði einaferð, at »a human being can be destroyed but not defeated« (eitt menniskja kann vera oyðilagt uttan at tapa). Hesin setningur hevur fingið persónligan týdning fyri meg. Hóast óndskapurin hevur oyðilagt nógv og volt mær mótgongd og mikla líðing, havi eg ongantíð tapt móti honum. Í dag upplivi eg, at eg standi eftir sum vinnarin, sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum at enda. eim undir sólini Næstu ferð: Renate Simonsen úr Sveits teir eisini høvdu mótmælt rumenska stýrinum, og eg var stoltur av, at eg hevði lyft arvin i at hava mótmælt kommunistiska stýrið í Rumenia. Eftir 14 ár sum fangi og flóttamaður Mynd: Álvur Haraldsen