Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 142 - 28. juli 2005 ÚTLENDINGURIN Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Í 1975 setir kommunistiski eina- ræðisharrin Nicolae Ceausescu eina lóg í gildi í Rumenia, sum skerjir rættindini hjá rumenska ungdóminum. 21-ára gamli Doru Tiberiu, sum lesur heimspeki á universitetinum í Bukarest, fer saman við fleiri hundrað øðrum universitetslesandi út á gøturnar í rumenska høvuðsstaðnum at mótmæla lógina og kommunistisku skipanina, sum hevði verið galdandi í Rumenia síðani 1947, tá Seinni veraldarbardagi var av. Undir mótmælisgonguni verður Doru saman við tíggju øðrum lesandi handtikin av løgregluni og dømdur 18 ára fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á sosialistiska statin. Hesin lagnudagurin í Bukarest í 1975 var byrjanin til eina 14 ára langa ferð hjá rumenska fanganum og flóttamanninum, áðrenn »hann fann sítt heim undir sólini«, sum hann sjálvur tekur til. Í dag hevur Doru Tiberiu á Torvlaðnum (sum nú hevur fingið sær føroyskt eftirnavn) búð í Føroyum í 16 ár. Hann livir av at rógva út og hevur bát í Vágsbotni í Havn. Dramatiska lív hansara hevur fyrr verið frammi í føroysku fjøl- miðlunum, seinast í sendingini Tilvera hjá Armgarð Arge í Út- varpi Føroya í 2004, tá hann greiddi føroyingum frá sínum óvanliga lívi kring Europa sum fangi, flóttamaður, heimleysur og ólógligur ferðamaður. Flýddi úr Rumenia Hóast fongsulsdóm í 18 ár varð Doru leyslatin eftir fýra ár, tí kommunistisk einaræðisharrin á sínum føðingardegi hevði ta sið- venju at leyslata nakrar fangar. Doru var millum tey »hepnu«, og hann gjørdi av at flýggja úr Rumenia við at svimja yvir um fimm kilometra breiðu Donau ánna til Serbia. – Hetta var eitt vágaverk, tí bert fýra av hundrað rumenum, sum royndu at svimja yvir um stóru ánna, komu upp á land hinumegin á lívi. Eg legði til brots á miðjari nátt í rumenska vetrinum í 1982, og eg megnaði at svimja yvirum. Men komin til Serbia, sum eisini var kommunistiskt, tóku serbar meg til fanga og sendu meg aftur til Rumenia, har eg varð settur fastur á øðrum sinni. Hesaferð í hálvtannað ár, greiðir Doru frá, meðan vit sita á dekkinum í út- róðrabáti hansara í Vágsbotni. Hann nevnir, at torturur var partur av fongsulsuppihaldinum, men hetta vil hann ikki tosa meiri um, fyrst og fremst tí hann ikki vil gera seg sjálvan til eitt offur. Doru heldur fram at siga frá, at eftir sítt næsta fongsulsuppihald í rumenska høvuðsstaðnum svam hann í 1984 enn einaferð yvir um stóru ánna, og aftur varð hann settur fastur í Beograd í Serbia. Hesaferð varð hann tó ikki sendur heim aftur og slapp út at arbeiða, men eftir ein mánaða í Beograd tók Doru til rýmingar. – Ein dagin í fongslinum valdi eg ikki at fara til arbeiðis og í staðin fara til gongu suðureftir móti Grikkalandi. Eg hevði einki kort eg gekk eftir áunum á 700 kilometra longu leiðini til Grikkalands, og eg megnaði at sleppa úr býnum, uttan at teir fangaðu meg. Eg gekk um náttina og svav um dagin. Eftir tríggjar vikur í fjøllunum, har eg livdi av plantum, fruktum og leyki, kom eg loksins til Tessalonika í Grikkalandi, minnist Doru aftur. Doru var endiliga komin til eitt land, sum ikki var kommunistiskt, og grikkar tóku væl ímóti honum. Hann varð sendur í eina rumenska og kurdiska flóttalegu, men ein flóttalega var ikki nøkur endastatión fyri Doru, sum hevði eina rimmarfasta trúgv á, at lívið mátti hava meiri at bjóða honum. - Eg fór tí loyniliga umborð á eitt skip, sum transporteraði vín til Italia. Eftir eina viku í einum tómum víntanga fór eg upp til manningina og segði, hvør eg var, og manningin, sum var úr Sicilia, tók væl ímóti mær, greiðir Doru frá, meðan hann ger okkum kaffi inni í stýrhúsinum á báti sínum. Doru kom til Italia við skipinum og endaði aftur í eini italskari flóttalegu, men samstundis kom hann í samband við eina kirkju, sum tók sær av honum og hjálpti honum peningaliga. Í eini roynd at koma úr lívinum í alskyns flóttalegum gjørdi Doru stutt seinni av at fara til Týskland at finna sær eitt arbeiði, og hann fór loyniliga umborð á eitt tok, sum førdi hann til Týsklands. – Í Týsklandi fekk eg loksins friðskjól (asyl) og tey pappír, eg hevði brúk fyri. Høvuðsorsøkin var, at myndugleikarnir funnu mítt navn í eini Amnesty-rapport um politiskar fangar. Hetta var ein stór hending í mínum lívi. Eg arbeiddi síðani í Týsklandi í hálvtannað ár, men eg hevði tað ringt í landinum og óttaðist, hvat fór at henda við mær, tá ella um múrurin fall. Eg gjørdi av at flyta til okkurt annað europeiskt land, men fekk at vita frá myndug- leikunum, at einasti møguleikin fyri varandi uppihaldsloyvi var, um eg fór út um Europa, minnist Doru aftur. Meðan sjáldsama prátið gongur, fær Doru sær ein kaffi- munn og eina keks í sínum báti. Hann hyggur út á Nólsoyarfjørð og nevnir, at hann í drúgvu frásøgn síni nú nærkast hendingini, sum gav lívi hansara eina vend. – Tá tað ikki var pláss fyri mær í Europa, valdi eg í 1989 at fara til Australia, og á vegnum til Australia mátti eg fara til Spania. Í Barcelona møtti eg av tilvild føroysku kvinnuni Guðrið Poulsen, sum var í Barcelona í útbúgvingarørindum, og vit komu saman og giftust stutt seinni. Danska stjórnin sýtti mær uppihaldsloyvi, men við góðari hjálp frá táverandi fólkatings- liminum Óla Breckmann strikaði Útlendingastýrið avgerðina, og Doru fann sítt h Doru Tiberiu á Torvlaðnum Føddur í Rumenia í 1954 Studentur í 1971 Lokna universitetsútbúgving í heimspeki í 1975 Flóttamaður og politiskur fangi frá 1975 til 1989 Fekk uppihaldsloyvi í Føroyum í 1989 Goymsluleiðari á Føroya Jarðfrøðisavni frá 1989 Farloyvi frá Jarðfrøðisavninum í 2003 Útróðrarmaður burturav frá 2003 FAKTA Í 1975 var 21 ára gamli Doru Tiberiu dømdur 18 ára langa fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í eini mótmælisgongu móti kommunistisku stjórnini í Rumenia. Fýra ár seinni varð hann av tilvild leyslatin, og næstu 14 árini fjakkaði hann kring Europa sum flóttamaður og politiskur fangi. Í dag er hann føroyskur útróðrarmaður og hevur sett búgv við familju í Havn. - Eg noktaði at halda, at tað ikki var pláss fyri mær undir sólini, sigur 51 ára gamli Doru um harða og dramatiska lív sítt Eg fór inn í fongslið sum ein stoltur maður. Abbi mín og allir mammubeiggjar mínir vórðu dripnir í eini fangalegu í Sibiria, tí t eftir teir, sigur 51 ára gamli rumenin í Føroyum, Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum í 1975 varð dømdur 18 ára fongsulsrevsing fyri fann hann loksins sítt heim í Føroyum