mikudagur 27. juli 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 28. juli 2005
33
Okey, vaknaðu menn ikki
beinanvegin, so rísnaði
málið og tað er ein onnur
søga
Tankarnir
eru
aftur
umborð á "Sjóvartúni". Eg
síggi Sofus á Sýnuni fyri
mær. Vit høvdu eitt flott
summar saman við pápa
umborð á Sjóvartúni á
landleiðini í 1987. Sofus er
heldur ikki millum okkum
meira, eg gloymi ongantíð
aftur hetta vakra summarið,
tá íð sólin setti og litaðI
majestætiska Mýling, Saks-
unnarlandið
Vestmanna-
bjørgini og undurfullu Vág-
oynna fyri norðan. Hetta
var eisini eitt av teimum
stóru
summrunum
hjá
Sofusi. Eg síggi Andrias
farbróður fyri mær, sum var
við allarfyrstu tíðina, og tá
var hann blivin ein gamal
maður. Tað var ein sovorin
hugni kring hann og pápi
og hann vóru ógvuliga
góðir brøður, so ólíkir teir
annars vóru. Hann er eisini
farin. Viðsíðuna av mær,
her eg standi, eru restirnar
av neystinum hjá Andriasi,
sum hann bygdi í sínum
ungdómi. Her hevði hann
handil á sínum ungu árum.
Alt hevur sína tíð, messar
Prædikarin.
Hvat
hann
meinar við er eyðsýnt.
Og hvar man pápi vera í
øllum hesum. Hann liggur
eisini inni á Línheyggi, í
kirkjugarðinum við grav-
steini yvir enni. Einum
gravsteini, sum hann sjálv-
ur fann til at prýða havan
við. Heilt erligt, pápi var so
mikið lívsglaður maður, at
hann gekk ikki og leitaði
eftir gravsteini til sín sjálvs.
Man hann venda sær í
grøvini, nú far hans er á veg
út í dýpið at søkkjast. Nei,
hugsi eg, vit flyta okkum
nokk ikki ein tumma, eftir
at jarðisku restirnar eru
farnar undir svør. Øll mín
kristna trúgv rópar eftir, at
tá íð eyga brestur, so er
sálin á ferð til ein betri stað,
til eitt land, har sólin aldrin
setir. Og har uppi trúgvi eg
onki uppá, at pápi, ella
nakar annar gremist um eitt
57 ára gamalt skip, sum
ongin hevur brúk fyri
longur, og sum bert er til
ampa fyri øðrum fram-
burði. Jarðiskar og materi-
ellar spekulatiónir røkka
ikki upp í himmalin, men
uttan iva tosa Sofus og pápi
um stórar løtur umborð á
"Sjóvartúni", nú grøvin
nærkast fyri norðan. 57 ár,
hvat er tað í ævinleikanum.
Og Paulus minnir okkum á
í fyrra Korint 13, at meðan
vit bara síggja í pørtum, so
síggja tey fyri handan allan
samanhangin. Útsýnið hjá
Sofusi og pápa er so nógv
víðari enn okkara nú.
"Hetta er sum til eina
jarðarferð," sigur ein rødd
aftanfyri meg. Tað er Leo í
Billustovu, sum er komin
oman á bátadráttin at siga
farvæl. Pápi og hann vóru
næstan javngamlir og nú er
hann á veg til Oyrar at
vaska. "Fiskibátur var,"
leggur hann afturat.
Og niðri í Sjóvartúni, tað
er oman móti støðni niðri
við kirkjuna í Oyndarfirði,
standa eisini menn og
fylgja bátinum, sum var
uppkallaður eftir hesum
fongríka stað, meðan hann
alt gerst minni, sohvørt
sum fjarleikin økist.
"Dýpið í Djúpunum er
einki annað enn ein kirkju-
garður. Har liggja ein rúgva
av gomlum sluppum, ser-
liga fuglfjarðarsluppum,"
sigur Heini Dahl, sum er
komin oman. Hann hevur
eisini havt sínar løtur
umborð á Sjóvartúni.
Tað dregur um Velfarar-
stein,
beint
niðanfyri
okkum, ut fyri Støðni.
Sjógvin kring Velfarastein
nýttu teir til at meta seg
eftir hvussu tað var sjóvað
longur
úti.
Nú
fer
"Fiskivarði" undir norði á
Stongini og eina litla løtu
sær tað út sum "Sjóvartún"
siglir einsamallur sjálvur
við ongum manni umborð,
so hvørvur hann.
Lívið
er
deiligt
og
menniskjan er praktisk.
Beint áðrenn teir loystu
spurdi eg Fróða, beiggja
mín: "Hvar fara til at søkkja
hann." Hann hugsaðI seg
eitt sindur um: "Eg veit ikki
rættuliga, vit hava eina
positión, men vit fara í
hvussu er ikki at søkkja
hann so hann ger fortre fyri
nakrari línu," og hetta
seinasta legði hann áherslu
á, sum tann línumaður hann
er í dag.
Lívið
er
eisini
fullkomiliga óútrokniligt.
Eg droymdi ikki um í
morgun, at mamma skuldi
enda í einum ferðsluóhappi
á Fjarðarvegnum, sum hon
Harrin havi lov, slapp
óskalað frá, meðan bilurin
gjørdist
vrak,
og
at
"Sjóvartún", sum hevði fylt
so nógv í okkara familju
seinstu 20 árini, varð søktur
sama dag.
Eg koyri hugsunnarsam-
ur út aftur á Hellurnar, og
hugsi um eg skal koyra til
Elduvíkar fyri at vita um eg
síggi hann verða søktan. Tó
nei, eitt farvæl er eitt
farvæl og eitt farvæl er
næstan altíð eisini eitt
góðan dag til nakað nýtt og
spennandi.
Her er einki annað at gera
enn
at
fara
aftur
til
knattaborðið.
Norðanfyri
liggur
"Sjóvartún" á botni og
hansara nýggi leiklutur er
at vera friðskjól fyri fiski,
sum hevur tað tvørligt i
hesum fiskidagatíðum og
so
hevur
hann
eisini
leiklutin sum karmurin um
teir menn, vit minnast, sum
høvdu við hetta skip at
gera.
"Sjóvartún" er sleipaður út
úr havnini av alibátinum við
Sólbjørn Klein sum skipara.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
skip verður søkt
Mynd. Jústinus Leivsson Eidesgaard