Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 142 - 28. juli 2005 Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur Klokkan er tíggju á kvøldi mikukvøld og trol og snellubáturin "Sjóvartún" loysir fyri einastu ferð úr havnini í Oyndarfirði, hann loysir fyri allarseinastu ferð nakrantíð, nakrastaðni. Hann hevur ligið nú í fleiri ár og hevur sæð meira at kalla viðtikin út, seinastu tíðina hevur hann verið riggaður av, og nú var bert timbrið eftir, eikin, og tað sum var neyðugt fyri at halda honum saman. Niðri í maskinrúminum stendur Callesen motorurin kaldur og stirdur. Tað er langt síðan at fløvi var í honum. Hann hevðI eitt so eyðkent ljóð. tjatjatjatjatjatjatja.... og allir oyndfirðingar kendu tað. Tað er tøgn niðri í havnini. Her er lítid fólk samankomið. Teir vilja gera hetta í stillum, yngru brøð- ur mínir, fekk tad sjálvur mest sum av tilvild at vita, at nú skuldi báturin søkkjast, tað hevur ligið líka sum í luftini seinastu mánaðarnar. Teir eru sjónliga rørdir at tí sum liggur fyri framman. Hesin træbáturin, 50 tons- arin, sum er bygdur á Frederiksværk í 1948, kom í okkara familju í 1984, og tá vóru yngru brøður mínir um fermingaraldur og yngri. Teir hava liva og doyð umborð á hesum báti øll tannárini, báturin er teirra skúli og er staðið, har teirra ovurhugi til sjógvin og fiskiskap, vaknaði og mentist. Teir yvirtóku bátin, tá íð pápi andaðist tann 19. februar ár 2000, og við "Sjóvartúni" sum grundar- lagið fyri fiskiloyvinum, keyptu teir annan og størri bát og hespa nú línur upp og niður eftir bratta lendinum undir sjóvar- málanum kring Føroyar við "Fiskivarða". Her er lítið prát, og stemmningurin minnir nógv um heystardag, beint áðrenn fyrsta lambið skal svævast ella beint áðrenn ein grind skal haldast til.Eein sovorin merkilig stird tøgn. Tað eru tey fægstu sum dáma sjálvt drápið. Prædikarin í halgu- bók sigur, at alt hevur sína tíð og soleiðis er tað eisini við gomlum skipum. Eg fari enn einaferð um- borð. Hetta sær óhugnaligt út. Teir hava brotið stór hol í dekkið fyri at hann skal søkkja skjótari. Farið niður í lugarið. Hetta flógva, hugnaliga og svøvnliga lugarið, sum enn hevur sama stemmningin, løtu áðrenn skipið verður søkt. Hetta er eitt av teimum fáu lugarunum á træskipum, sum angaði væl, ein søtan heimligan royk. Har er koyggjan hjá pápa, har er tann hjá Sofus, har svav eg. Tað líka sum livnar alt aftur í lugarinum, eg verið rivin aftur til veruleikan, tá íð eg síggi sjógv undir dúrkinum. Eg fari aftur í stýrhúsið og tað kennist sum eg sigi pápa enn einaferð farvæl, hóast hann longu hevur verið burtur í fimm ár, deyður og farin. Tað bylgist innan í mær, eg sakni hann líka nógv enn. Hann roykti seg í hel, størsti nikotin- elskari eg nakrantíð havi møtt, 50 sigarettir um dagin í 50 ár, tað sleppir ongin gott frá, fortaldi læknin mær aftaná. Ein alibátur sleipar "Sjóvartún" út úr Havnini, tað er Sólbjørn Klein úr Oyndarfirði sum ger hetta hegnisliga og Símin, maður mostir mína, er við honum. Hann eigur eisini sínar løtur umborð á "Sjóvar- tún". Uttanfyri tekur nýggi báturin hjá brøðrum mín- um, "Fiskivarði", í móti. Tað er yngsti bróðurin, Sjúrður, sum manurerar. Hetta gongur fyri seg uttanfyri Víkaboða. Beiggi mín Fróði er seinasti maður av "Sjóvartún". Hann flýtur har lættur og kanska eitt sindur óstúttur. Har er ongin barlast umborð. So fara teir norður eftir, norður móti Stongini. Tað er langt millum tann deyða- dømda "Sjóvartún" og "Fiskivarða", sum ný- málaður og errin spennir seg út. Nú sæst fólk í vindeygunum og uttanfyri húsini í bygdini., tey hyggja tigandi. Tað vantar bara klangur úr kirkjuklokkuni, so er jarðarferðin full- komið, hugsi eg. Eg koyri heim á gomlu kaiina og eygleiði leikin gjøgnum fototólið. Tankar- nir sveima aftur og fram, meðan eg klikki. Pápi var ikki nakar ungur maður, tá íð hann gjørdist skipari á egnari skútu. Í 1984 var hann 54 ára gamal, tá íð hann fyrstu ferð errin stevndi inn á Oyndarfjørð við "Sjóvartún". Framman- undan høvdu Kalbaksmenn átt bátin og hovbingar eisini. Pápi hevði siglt við øðrum fram til hendan dag. Hann hevði verið dekkari í seinni helvt av fýratiárun- um og fyrst í fimtiárunum, síðan stýrimaður seinni í fimtiárunum og inn í sekstiárini. Seinast í seksti- árunum gjørdist hann skipari, og førdi skip i sjeytiárunum. Og nú aftur í áttiárunum var hann klárur at leggja til brots av nýggj- um. "Sjóvartún" skuldi rógva út sum aðrir útróðrar- bátar um veturin, við snellu várróðurin og við troli um summarið á landleiðini. Eg veit ikki um pápi rættuliga visti hvat hann gjørdi, nú hann legði til brots. Tá 54 ár eru komin til ein av lívinum, tá er tað besta farið, hvat manns- evnum um ræður, men tað ræddi ikki pápa. Hann var heilt besettur at fáa sína egnu skútu at hóra undan. Eitt besetilsi og einki annað og kanska eisini øgiliga nógv ein spurningur um æru og at fáa nakað at rigga aftur sum hevði riggað fyrr hjá honum. Ongantíð gjørdist hon eitt gullnám. Skútan hevði ov lítlan motor til at trola, línu- útróðurin av landi var tvørligur eins og hann er í dag og í áttatiárunum var prísurin fastlæstur í eini vónleysari kommunistisk- ari studningsskipan. So fann hann upp á at fara at royna eftir upsa burturav við snellu. Og nú vísti "Sjóvartún" rættuliga, hvat dugur var í skipi. Tað lá sera væl fyri í upsanum. Okkurt árið var upsa- prísurin eisini rættuliga góður og dreymurin hjá pápa gekk út eitt stutt skifti. Tað gekk við "Sjóvartún" , men heldur ikki meira enn tað. Tá íð væl var komið út í nítiárini fór heilsan hjá pápa at bila og hann læt bátin til synirnar, mínar tveir yngstu brøður. Teir royndu seg báðir sum skiparar. Pápi var nú troyttur, hann hevði havt langan dag á sjónum og hann hevði nú lagt 50 ár, næstan uttan slit eftir seg á sjónum. "Sjóvaratún" er nú komin út í Djúpini, eg síggi hann rulla í havalduni, meðan sólin roðar reyð á Rustar- kambi. Hann er so linur, nú sæst tað rættuliga, at ongin barlast er í honum. Eg gjørdist ongantíð sjó- maður, hevði slett ikki hugin og longdist alt for illa heim aftur. Frá tí eg var 14, og fram til eg var liðugur sum journalistur sum 24 ára gamal, var er noyddur at vera til skips um sumrarnar og onkuntíd um veturin vid, men tað var bara fyri at vinna pening til lesnaðin. Ikki tí eg tímdi serliga væl. Meginpartin av hesi tíðini var eg saman við pápa sum skipara. Og júst frá sjólív- inum havi eg nøkur av teimum allar vakrastu minnir um pápa mín. Hann broyttist fullkomi- liga, tá íð tað fór at liva undir fótum. Hann kom í sítt rætta element. Hann treivst umborð, hann hugdi ikki upp á land, nei, var hann burtur, so var hann burtur og hann blómaði. Hann var so positivur umborð og søti angin av svarta Niemeyere tubbak- inum boðaði altíð frá, at hann var í nánd. Hóast eg haldi meg til snús, ein roykleys last, so vekir tað fjálg minnir, um eg komið fram við manni í dag, sum roykir svart. Umborð lærdi hann meg eina sannroynd, sum mangan hevur hjálpt siðan. Hann segði, at seinna helvt í einum og hvørjum tú tekst við í lívinum er altíð ódrúgvari. Við hesi vitan ber til at fara undir stórar verkætlanin og bjóða lívinum av. Baksíðan er tó, at hetta er eisini galdandi fyri sjálvt lívið. Og ongin kvinna dugdi so behagiliga at purra úr sum pápi, hann tvætlaði við okkum líka kjerliga og eymliga sum vóru vit smádreingir, og vit vóru tá vaksnir menn. "Sjóvartún", eitt Her sleipar tann reyði "Fiskivarði" tann deyðadømda "Sjóvarun" norður um at søkkjast.