Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jú, jú. Tað stendur har – svart uppá hvítt: Eg eri sloppin inn at lesa løgfrøði. Fyrst nú hómast eitt smíl um varrar hansara. Og fyrst nú gáar hann um, at øll hini hava hugt bara eftir honum. Nú sær hann eisini, at við eitt borð situr ein kedd genta við tárum á kinn. Og nakað hagani stendur ein onnur genta og tosar í fartelefon. Hann hoyrir hana rópa av gleði: - Hey babba. Eg slapp inn! So er í hesi verð: Onkur fær gleðistíðindi. Og onkur annar minni góð tíðindi. Hann má eisini fara at ringja til sína kæru og síni kæru, at siga teimum frá somu góðu tíðindum. Tey eru eisini so spent. Here we come, Keyp- mannahavn! Nr. 143 - 2. august 2005 5 mur á Óðinshædd Hon søkti bert eitt og tað var læknalestur í Keypmannahavn. Og hon slapp eisini inn, 22 ára gamla Ásla Joensen av Eiði. LESANDI Snorri Brend Myndir: Álvur Haraldsen Havn: - Hey babba. Eg slapp inn! Ein av teimum mongu spentu ungfólkunum á Óðinshædd er Ásla Joensen av Eiði. Henda seinnapartin hev- ur hon staðið í kø eina lítla løtu – sum kanska kundi tykjast alt ov long fyri hana. Hon fer fram til diskin, sigur navn sítt og vísir fram koyrikortið, og letur bein- anvegin brævbjálvan upp. Einki við at bíða til seinni. Nú skal staðfestast, um umsókn hennara at lesa til lækna er játtað. Og tað var hon. Við spenningi, gleði og ristandi hond tekur hon fram far- telefonina og fær fatur á pápanum í hinum endan- um. Foreldur hennara er helst líka so spent sum hon um svarið. Hon tosar eina góða løtu í telefonini, men tigur eina lítla løtu, meðan onkur tosar í hinum endanum. - Takk. Vit síggjast, sigur hon at enda í samrøðuni. Koyrdi lastbil Ásla av Eiði tók fyrst fram- haldsdeildina, og ynskti síðani at halda fram við lestrinum. Hon fór á skúla í Kambs- dali, hagani hon var liðug fyri einum ári síðani. Hvussu var við huginum at fara undir hægri lestur beinanvegin, verður einki sagt um her. Men hon setti sær kortini fyri at savna sær pening saman, til ein komandi lestur á hægri stovni uttan- lands. Hetta seinasta árið hevur hon tí koyrt lastbil – ein lastbil sum pápi hennara, Johan Kallsoy Joensen eigur, í eini bransju sum abbi hennara eisini er kendur í. Allatíðina lá spenning- urin og bíðaði eftir deg- num, tá umsóknirnar skuldu sendast um at byrja lesturin. Umsóknin varð send, og 30. juli 2005 kl. 14:11 fekk hon so svarið: Hon var upptikin til at byrja lestur til lækna um ein mánað ella so í Keypmannahavn. Fyrst ferð Nú hon fekk játtandi svarið, er reaktión hennara heilt opinlýs: Hon strálar um alt andlitið í berari gleði. - Eg eri øgiliga glað. Eg var eitt sindur nervøs áðr- enn, men nú eri eg bara so glað, so glað! - Hetta er fyrst ferð eg søki, og eg havi ikki søkt nakað enn hetta at lesa til lækna. - Tað var hetta, eg vildi, sigur Ásla Joensen við Sosialin, beint eftir at hon hevur latið upp brævbjálv- an við teimum góðu tíðind- unum í. Saman við henni er ein vinkona av Eiði komin til Havnar, og bíðar hon eisini eftir svari. Men henda gentan fær ikki svar sítt enn. Ein flúgvari er á veg til Føroyar henda seinnapartin við teim seinastu brøvun- um. So her er einki annað at gera enn at bíða til tey koma fram – annaðhvørt tað verður í dag ella mána- dagin. Íbúð í Brønshøj Ein av stóru trupulleikun- um hjá teimum lesandi í Danmark hevur verið at fáa sær okkurt at búgva í undir lestrartíðini. Men her hevur Ásla verið rættiliga framsíggin: Íbúðin er langt síðani fingið til vega. Hon kann um stutta tíð flyta inn í eina slíka í Brønshøj. - Eg vildi vera í góðari tíð, so íbúðina ordnaði eg beinanvegin, sigur hon. Hon flytir nú niður til Brønshøj í Keypmanna- havn saman við sjeiki sín- um. Óvist var tá, hvat hann skuldi gera, men hann fer helst at læra okkurt. Ásla skal lesa til lækna Ásla Joensen tekur spent ímóti brævinum sum kann avgera framtíð hennara: Um hon er sloppin inn at lesa til lækna í Keypmannahavn – ella um hon má finna uppá okkurt annað - Eg vildi sleppa inn at lesa til lækna, sigur ein ovurfegin Ásla, sum her tosar við síni nærmastu um tey góðu tíðindini, hon beint nú hevur frætt úr Keypmannahavn