týsdagur 2. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nógv fingu játtandi
svar um upptøku til
hægri lestur. Nógv
fingu noktandi svar.
Og onnur fingu einki
svar, tí brævið var
ikki komið fram
seinnapartin leygar-
dagin. Tey fingu svar
sítt seinni
LESANDI
Snorri Brend
Óðinshædd: Tað er ein
álvarsom løta við stóra
Posthúsið í Havn. Klokkan
er júst farin av 13 henda
leygardagin eftir ólavsøku.
Uttanfyri einar dyr aftan
fyri Posthúsið stendur ein
kø av ungum fólkum. Tey
eru øll komin hagar við
einum og sama endamáli:
At heinta ein stóran hvítan
brævbjálva við donskum
frímerki á.
Væl frammanundan hava
tey øll sent eina ella fleiri
umsóknir
til
einhvønn
danskan
lærustovn
við
fyrispurningi um upptøku
við skúlaársbyrjan 1. sep-
tember.
Nú eru svarini send úr
Danmark, og nú er tíðin
komin til at vita, um svarið
er játtandi ella noktandi.
Postverkið er vanliga ikki
opið leygardag. Men í dag
hevur tað, sum eina eyka
tænastu, sagt frá, at tey
lestrarhugaðu kunnu heinta
svarini henda seinnapartin
millum kl. 13 og 15.
Tí standa tey í kø, og tí
kann ein síggja og merkja
spenningin, sum er innan í
teimum. Hesin eini hvíti
brævbjálvin kann gerast
tann avgerandi løtan fyri
framtíðina.
Ein avgerandi løta í val-
inum av starvsleið restina
av lívinum.
Tøgn og álvarsemi
Ein bilur kemur niðan móti
kø’ini. Ein drongur kemur
úr bilinum, og gongur
álvarsamur yvir móti inn-
gongdini.
Nú kemur hann fram til
diskin og spyr eftir hesum
avgerandi brævbjálvanum í
hondini.
Tú sært beinanvegin á
honum at hetta er ein
álvarsom løta fyri hann og
framtíð hansara.
- Hvat er navnið?, verður
spurt hinumegin diskin.
Ein blíðsníðað postkvinna
er til arbeiðis henda dagin,
saman við fleiri øðrum
starvsfólkum, sum hava
havt úr at gera við at sortera
allan henda postin.
Hesin ungi maðurin sigur
navnið við álvarsamari
rødd. Spenningurin er í
luftini. Hjá honum valdar
tøgn. Her skal ikki sigast so
nógv annað enn bara
navnið.
- Hevur tú nakað bevís
um tað?, spyr hon aftur.
Hon roynir uttan iva at
avdramatisera hesa løtuna
mest møguligt.
Jú, hann fer í lumman
eftir
koyrikortinum.
Í
spenninginum fløkist hond-
in í jakkalumman, men
umsíðir kemur so mappan
fram og við koyrikortinum
í.
Postkvinnan nikkar sam-
tykkjandi, og fer í tann
stóra bunkan við hvítum
brævbjálvum eftir tí einasta
eina brævbjálvanum, sum
hevur nakað at siga fyri
henda unga mannin.
- Ger so væl, sigur hon.
Upplatingin
Hann tekur brævbjálvan fer
út aftur í frísku luftina,
framvið eini 20 øðrum
ungdómum, sum eru har í
somu ørindum sum hann.
Tann stóri spurningurin
er nú: Skal hann lata
brævbjálvan upp seinni ella
beinanvegin?
Hann hevði framman-
undan avgjørt, at hann
skuldi lata hann upp heima
við hús. Hóast hann býr í
hinum endanum av býnum,
so vildi hann geva sær
sjálvum ta tíðina tað krav-
dist at venja seg við tankan
um innihaldið í brævinum.
Men nú, hann stendur við
brævbjálvanum í hondini,
kann hann snøgt sagt ikki
bara sær: Hann má!
Varliga letur hann bræv-
bjálvan upp, og øll hini
eygleiða reaktiónina: Var
tað eitt ja ella eitt nei!
Blandaðar kenslur
Hann gevur sær góða tíð,
og lesur brævið einaferð
enn. Enn letur hann ikki
nakað við seg koma.
4
Nr. 143 - 2. august 2005
Gleði og harm
Tey hava úr at gera við at
sortera allan postin henda
dagin. Eftir lítlari løtu vórðu
omanfyri 400 brøv fingin frá
hond til tey ungu og spentu
lestrarhugaðu, sum bíðaðu
uttan fyri diskin