Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 7 Løgmaður sigur, at landsstýrið nú má taka spurningin upp um, hvat peningurin í almennum grunnum skal brúkast til ALMENNIR GRUNNAR Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvat skal peningurin í Før- oyagrunninum og Fram- taksgrunninum brúkast til? Tað er ein áhugaverdur spurningur, sum nú verður reistur í politiska kjakinum. Og sjálvur setti Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hol á kjakið í Ólavsøkurøðu síni. Har avdúkaði hann, at landsstýrið heldur, at pen- ingurin í framtaksgrunnin- um skal brúkast sum tolin og váðafúsur kapitalur til nýggjar vinnuætlanir. – Landsstýrið fer at virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so at grunnurin oftari enn nú leggur seg eftir at gera íløg- ur í nýtt virksemi við toln- um og váðafúsum kapitali, segði løgmaður. Men hann vísir á, at ein annar grunnur, sum eisini hevur fingið nógvan pen- ing, er Føroyagrunnurin og tað er eisini ein spurningur, hvat tann peningurin skal brúkast til. Ì tí sambandi vísir hann til tað, sum formaðurin í Búskapar- ráðnum, Johnny í Grótinum skjýtur upp. Hann skjytur upp at brúka peningin í Føroya- grunninum til útbúgving. – Grunnurin átti at nýtt peningin til at stuðla út- búgving. Ein frálíkur máti kundi verið at umskúla stóran part av flakafólkin- um, sum eru hótt av arbeiðsloysi, heldur Johnny í Grótinum. Hetta er heilt avgjørt eitt gott hugskot, sum eigur at verða viðgjørt við teirri virðing, sum eitt frálíkt hugskot eigur, heldur løg- maður. – Tað er onki at ivast í, at útbúgvingar eru sera týdn- ingarmiklar og at tær hava stóran tørv á pengum. Brúk fyri vágafúsum pengum Men Jóannes Eidesgaard staðfestir, at Føroyagrunn- urin er ein vinnugrunnur og tí er tað eisini natúrligt um grunnurin onkusvegna er uppi í vinnulívinum. – Aðrastaðni er vanligt at hava grunnar, sum hava til endamáls at seta vágafúsan kapital í nýggjar vinnuligar ætlanir sum eitt slag av íverksetarastuðuli. Tað heldur løgmaður hevur manglað í Føroyum í ólukkumát, tí vinnuspírar, sum hava arbeitt við nýggj- um ætlanum, noyðast at brúka alt ov stóra orku uppá at útvega fígging heldur enn til vørumenning og framleiðslu. Tí haldi eg, at tað er umráðandi at hava grunnar, har peningurin var eitt sindur fágafúsari í sam- bandi við nýggjar verkætl- anir, enn vanligu peninga- stovnarnir eru. Umhugsa at broyta viðtøkurnar Annars heldur løgmaður ikki at tað er rætt skilt, tá ið sagt verður, at Føroya- grunnurin hevur serligar skyldur mótvegis Norð- oyggjum. – Endamálið hjá grunn- inum er at eiga partapening í JFK. Men tá ið hann nú selur síni partabrøv í fyri- tøkuni, tulki eg tað sum um eina stig at koma sær burt- urúr tí vinnuliga virksemin- um. Tí heldur løgmaður, at teir eru komnir eitt sindur í stríð við sínar egnu viðtøk- ur og tí heldur hann eisini, at nevndin fyri grunnin eigur at umhugsa at broyta viðtøkurnar. Annars kann avkastið av peninginum í grunninum brúkast útbúgving og gransking, men tað kann eisini brúkast til vinnulig endamál av ymsum slagi og tað er onki sum forðar grunninum at seta pening í vinnuligar ætlanir alla- staðni í landinum. Men tá ið summi stúra fyri, at at grunnurin mest fer at hugsa um Norðoyggj- ar, er tað tí, at norðoyggjar eru so væl umboðaðar í nevndini. Men tað er eisini ein orsøk afturat til at nevndin eigur at umhugsa at broyta viðtøkurnar, heldur løg- maður. Kortini ásannar hann, at hetta eru viðurskifti, sum landsstýrið ikki hevur so stóra ávirkan á. Tað eru viðtøkurnar fyri grunnarn- ar, sum gera tað av, og tað eru bara grunnarnir sjálvir, sum kunnu broyta viðtøk- urnar. – Men eg haldi, at lands- stýrið hevur fullan rætt til at hava eina hugsan um, hvat peningurin í grunnin- um skal brúkast til og tað haldi eg eisini, at landsstýr- ið bæði hevur rætt til og eigur at hava, sigur Jóannes Eidesgaard. – Nú Føroyagrunn- urin hevur selt JFK- Trol, kunnu aðrar einskiljingar enda í ruðuleika, heldur Signar Heinesen, verkfrøðingur EINSKILJINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú stórar, almennar fyri- tøkur skulu einskiljast, er tað greitt, at vit hava ruðu- leika á økinum. Tað heldur Signar Heine- sen, verkfrøðingur og við- merkjari. Hann sigur, at hetta er av- leiðingin av tí, sum er farið fram, nú Hanus Hansen og Norðoya Sparikassi hava keypt JFK-Trol frá Føroya- grunninum. Hann vísir á, at Føroya- grunnurin hevur nakrar reglar at halda seg til. Og tær eru, at hann hevur ser- ligar skyldur mótvegis Norðoyggjunum. – Hinvegin hevur Lands- stýrið boðað frá, hvussu farast skal fram, tá ið al- mennar fyritøkur skulu ein- skiljast. Og leiðreglarnar hjá landsstýrinum siga, at almennar ognir skulu bjóð- ast út alment og at tað skal standa øllum í boði at bjóða, eisini útlendingum. – Sostatt kann staðfest- ast, at endamálið hjá al- menna Føroyagrunninum og leiðreglarnar hjá lands- stýrinum, eru beinleiðis í stríð við hvørt annað, sigur verkfrøðingurin. Hann sigur, at hetta er meiningsleyst og er eitt dømi um, at tað er okkurt í skipanini, sum ikki virkar. Men, hvussu tað skal loysast, veit hann ikki, tí tað er neyvan nøkur løtt loysn. – Tað einasta, vit vita, er, at í løtuni er ruðuleiki á økinum og at tað er onki sum bendir á, at hesin ruðu- leikin ikki fer at standa við, tá ið aðrar fyritøkur skulu einskiljast, tí spurningurin er, hvussu framferðin verður tá. – Tað er eisini ein veru- leiki, at tann, sum hevur gjørt almennu leiðreglurnar fyri einskiljingunum, hevur ikki megnað at fáa teori, veruleika og úrslit at sam- pakka, heldur hann. Eitt skot fyri bógvin Hann sigur, at verður hug- sað um endamálið hjá Før- oyagrunninum burturav, er tað óivað ein skilagóð av- gerð at selja norðoyingum JFK-Trol-sjálvandi treytað av, at keypararnir eru veru- ligir og ikki ørindasveinar hjá fremmandum áhuga- málum. Signar Heinesen leggur í hesum sambandi stóran dent á, at hann hevur onga orsøk at halda, at keypar- arnir eru ørindasveinar hjá fremmandum áhugamálum og hann kennir bara for- mannin í nevndini fyri Før- oyagrunnin sum ein álitis- mann. – Hinvegin legði løgmað- ur seg at sova eitt kvøldið í farnu viku í vissuni um, at ein leistur varð lagdur fyri, hvussu einskiljingarnar skuldu fara fram. Men tá ið hann vaknaði aftur morg- unin eftir, hevði hann mist bæði flakavirki, trolarar og aðrar ognir hjá JFK-Trol. Signar Heinesen heldur, at hetta mátti verið ein løgin kensla hjá løgmanni. – Tað er ikki bara ein- skiljingartilgongdin, sum hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Sjálvt grundarlagið undir landsins stjórn hevur eisini fingið eitt skot fyri bógvin, tí tað kann ikki bera til, at løg- maður skal kunna vakna um morgunin og ásanna, at hann hevur mist ovurstórar ognir, uttan at hann veit av tí. Signar Heinesen sigur, at slíkt er ikki serliga álitis- vekjandi hjá Føroya Fólki, tí nú er tað ein spurningur, hvør tað er sum ræður í Føroyum. – Tað er gamaní at nevndirnar í grunninum skulu hava fult frælsi og at politikarar skulu ikki blanda seg uppí. Men tá ið landsins stýri ger nakrar leiðreglur á einum ávísum øki, eigur ikki at vera nakar sum helst ivi um, at tær verða fylgdar, hvørki av tí privatu vinnuni ella av almennum nevndum, tí ongin ger ímóti landsins stýri. – Men kortini eru tær ikki fylgdar í hesum føri, og tað er ein trupulleiki hjá landsstýrinum, sigur Signar Heinesen. Hvat skulu milliónirnar brúkast til? Einskiljingar endaðar í ruðuleika – Føroyagrunnurin eigur at umhugsa at broyta viðtøkurnar, heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður – Tann, sum hevur gjørt almennu leiðreglurnar fyri einskiljing- unum, hevur ikki megnað at fáa teori, veruleika og úrslit at sampakka, heldur Signar Heinesen