týsdagur 2. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
7
Løgmaður sigur, at
landsstýrið nú má
taka spurningin upp
um, hvat peningurin í
almennum grunnum
skal brúkast til
ALMENNIR GRUNNAR
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvat skal peningurin í Før-
oyagrunninum og Fram-
taksgrunninum brúkast til?
Tað er ein áhugaverdur
spurningur, sum nú verður
reistur í politiska kjakinum.
Og sjálvur setti Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, hol
á kjakið í Ólavsøkurøðu
síni.
Har avdúkaði hann, at
landsstýrið heldur, at pen-
ingurin í framtaksgrunnin-
um skal brúkast sum tolin
og váðafúsur kapitalur til
nýggjar vinnuætlanir.
– Landsstýrið fer at virka
fyri at broyta viðtøkurnar
hjá Framtaksgrunninum, so
at grunnurin oftari enn nú
leggur seg eftir at gera íløg-
ur í nýtt virksemi við toln-
um og váðafúsum kapitali,
segði løgmaður.
Men hann vísir á, at ein
annar grunnur, sum eisini
hevur fingið nógvan pen-
ing, er Føroyagrunnurin og
tað er eisini ein spurningur,
hvat tann peningurin skal
brúkast til. Ì tí sambandi
vísir hann til tað, sum
formaðurin í Búskapar-
ráðnum, Johnny í Grótinum
skjýtur upp.
Hann skjytur upp at
brúka peningin í Føroya-
grunninum til útbúgving.
– Grunnurin átti at nýtt
peningin til at stuðla út-
búgving. Ein frálíkur máti
kundi verið at umskúla
stóran part av flakafólkin-
um, sum eru hótt av
arbeiðsloysi, heldur Johnny
í Grótinum.
Hetta er heilt avgjørt eitt
gott hugskot, sum eigur at
verða viðgjørt við teirri
virðing, sum eitt frálíkt
hugskot eigur, heldur løg-
maður.
– Tað er onki at ivast í, at
útbúgvingar eru sera týdn-
ingarmiklar og at tær hava
stóran tørv á pengum.
Brúk fyri vágafúsum
pengum
Men Jóannes Eidesgaard
staðfestir, at Føroyagrunn-
urin er ein vinnugrunnur og
tí er tað eisini natúrligt um
grunnurin onkusvegna er
uppi í vinnulívinum.
– Aðrastaðni er vanligt at
hava grunnar, sum hava til
endamáls at seta vágafúsan
kapital í nýggjar vinnuligar
ætlanir sum eitt slag av
íverksetarastuðuli.
Tað heldur løgmaður
hevur manglað í Føroyum í
ólukkumát, tí vinnuspírar,
sum hava arbeitt við nýggj-
um ætlanum, noyðast at
brúka alt ov stóra orku uppá
at útvega fígging heldur
enn til vørumenning og
framleiðslu. Tí haldi eg, at
tað er umráðandi at hava
grunnar, har peningurin var
eitt sindur fágafúsari í sam-
bandi við nýggjar verkætl-
anir, enn vanligu peninga-
stovnarnir eru.
Umhugsa at broyta
viðtøkurnar
Annars heldur løgmaður
ikki at tað er rætt skilt, tá ið
sagt verður, at Føroya-
grunnurin hevur serligar
skyldur mótvegis Norð-
oyggjum.
– Endamálið hjá grunn-
inum er at eiga partapening
í JFK. Men tá ið hann nú
selur síni partabrøv í fyri-
tøkuni, tulki eg tað sum um
eina stig at koma sær burt-
urúr tí vinnuliga virksemin-
um.
Tí heldur løgmaður, at
teir eru komnir eitt sindur í
stríð við sínar egnu viðtøk-
ur og tí heldur hann eisini,
at nevndin fyri grunnin
eigur at umhugsa at broyta
viðtøkurnar.
Annars kann avkastið av
peninginum í grunninum
brúkast
útbúgving
og
gransking, men tað kann
eisini brúkast til vinnulig
endamál av ymsum slagi og
tað er onki sum forðar
grunninum at seta pening í
vinnuligar ætlanir alla-
staðni í landinum.
Men tá ið summi stúra
fyri, at at grunnurin mest
fer at hugsa um Norðoyggj-
ar, er tað tí, at norðoyggjar
eru so væl umboðaðar í
nevndini.
Men tað er eisini ein
orsøk afturat til at nevndin
eigur at umhugsa at broyta
viðtøkurnar, heldur løg-
maður.
Kortini ásannar hann, at
hetta eru viðurskifti, sum
landsstýrið ikki hevur so
stóra ávirkan á. Tað eru
viðtøkurnar fyri grunnarn-
ar, sum gera tað av, og tað
eru bara grunnarnir sjálvir,
sum kunnu broyta viðtøk-
urnar.
– Men eg haldi, at lands-
stýrið hevur fullan rætt til
at hava eina hugsan um,
hvat peningurin í grunnin-
um skal brúkast til og tað
haldi eg eisini, at landsstýr-
ið bæði hevur rætt til og
eigur at hava, sigur Jóannes
Eidesgaard.
– Nú Føroyagrunn-
urin hevur selt JFK-
Trol, kunnu aðrar
einskiljingar enda í
ruðuleika, heldur
Signar Heinesen,
verkfrøðingur
EINSKILJINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú stórar, almennar fyri-
tøkur skulu einskiljast, er
tað greitt, at vit hava ruðu-
leika á økinum.
Tað heldur Signar Heine-
sen, verkfrøðingur og við-
merkjari.
Hann sigur, at hetta er av-
leiðingin av tí, sum er farið
fram, nú Hanus Hansen og
Norðoya Sparikassi hava
keypt JFK-Trol frá Føroya-
grunninum.
Hann vísir á, at Føroya-
grunnurin hevur nakrar
reglar at halda seg til. Og
tær eru, at hann hevur ser-
ligar
skyldur
mótvegis
Norðoyggjunum.
– Hinvegin hevur Lands-
stýrið boðað frá, hvussu
farast skal fram, tá ið al-
mennar fyritøkur skulu ein-
skiljast.
Og
leiðreglarnar
hjá
landsstýrinum
siga,
at
almennar ognir skulu bjóð-
ast út alment og at tað skal
standa øllum í boði at
bjóða, eisini útlendingum.
– Sostatt kann staðfest-
ast, at endamálið hjá al-
menna Føroyagrunninum
og leiðreglarnar hjá lands-
stýrinum, eru beinleiðis í
stríð við hvørt annað, sigur
verkfrøðingurin.
Hann sigur, at hetta er
meiningsleyst og er eitt
dømi um, at tað er okkurt í
skipanini, sum ikki virkar.
Men, hvussu tað skal
loysast, veit hann ikki, tí
tað er neyvan nøkur løtt
loysn.
– Tað einasta, vit vita, er,
at í løtuni er ruðuleiki á
økinum og at tað er onki
sum bendir á, at hesin ruðu-
leikin ikki fer at standa við,
tá ið aðrar fyritøkur skulu
einskiljast, tí spurningurin
er,
hvussu
framferðin
verður tá.
– Tað er eisini ein veru-
leiki, at tann, sum hevur
gjørt almennu leiðreglurnar
fyri einskiljingunum, hevur
ikki megnað at fáa teori,
veruleika og úrslit at sam-
pakka, heldur hann.
Eitt skot fyri bógvin
Hann sigur, at verður hug-
sað um endamálið hjá Før-
oyagrunninum burturav, er
tað óivað ein skilagóð av-
gerð at selja norðoyingum
JFK-Trol-sjálvandi treytað
av, at keypararnir eru veru-
ligir og ikki ørindasveinar
hjá fremmandum áhuga-
málum.
Signar Heinesen leggur í
hesum sambandi stóran
dent á, at hann hevur onga
orsøk at halda, at keypar-
arnir eru ørindasveinar hjá
fremmandum áhugamálum
og hann kennir bara for-
mannin í nevndini fyri Før-
oyagrunnin sum ein álitis-
mann.
– Hinvegin legði løgmað-
ur seg at sova eitt kvøldið í
farnu viku í vissuni um, at
ein leistur varð lagdur fyri,
hvussu
einskiljingarnar
skuldu fara fram. Men tá ið
hann vaknaði aftur morg-
unin eftir, hevði hann mist
bæði flakavirki, trolarar og
aðrar ognir hjá JFK-Trol.
Signar Heinesen heldur,
at hetta mátti verið ein
løgin kensla hjá løgmanni.
– Tað er ikki bara ein-
skiljingartilgongdin, sum
hevur fingið eitt álvarsligt
skot fyri bógvin. Sjálvt
grundarlagið undir landsins
stjórn hevur eisini fingið
eitt skot fyri bógvin, tí tað
kann ikki bera til, at løg-
maður skal kunna vakna
um morgunin og ásanna, at
hann hevur mist ovurstórar
ognir, uttan at hann veit av
tí.
Signar Heinesen sigur, at
slíkt er ikki serliga álitis-
vekjandi hjá Føroya Fólki,
tí nú er tað ein spurningur,
hvør tað er sum ræður í
Føroyum.
– Tað er gamaní at
nevndirnar í grunninum
skulu hava fult frælsi og at
politikarar
skulu
ikki
blanda seg uppí. Men tá ið
landsins stýri ger nakrar
leiðreglur á einum ávísum
øki, eigur ikki at vera nakar
sum helst ivi um, at tær
verða fylgdar, hvørki av tí
privatu vinnuni ella av
almennum nevndum, tí
ongin ger ímóti landsins
stýri.
– Men kortini eru tær
ikki fylgdar í hesum føri,
og tað er ein trupulleiki hjá
landsstýrinum, sigur Signar
Heinesen.
Hvat skulu milliónirnar brúkast til?
Einskiljingar endaðar í ruðuleika
– Føroyagrunnurin eigur at umhugsa at broyta viðtøkurnar,
heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður
– Tann, sum hevur gjørt almennu leiðreglurnar fyri einskiljing-
unum, hevur ikki megnað at fáa teori, veruleika og úrslit at
sampakka, heldur Signar Heinesen