Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 143 - 2. august 2005 Støðið á Ólavsøku- framsýningini í ár rakk líka frá tí heilt góða til tað onkisig- andi. Nógv tóktist at vera við av gomlum vana, meðan tað í onkrum førum kanska mest var nýggjheitin, heldur enn dygdin, sum hevði tryggjað verkinum eitt pláss á framsýningini Ólavsøkuframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Samanborið við undanfarin ár, vóru óvanliga fá lista- verk sloppin við á árligu Ólavsøkuframsýningina. Tá avtornaði komu 55 verk upp at hanga, og heildarmyndin var tí ein opin og løtt framsýning, har áskoðarin hevði møguleika at savna seg um tað einstaka verkið. Gamalt og nýtt Av okkara kendu málarum er Heðin Kambsdal ein av teimum, sum megnar at endurnýggja seg sjálvan næstan hvørja ferð. Hesu- ferð var tað serliga avlanga vertikala myndin "Gjógv", sum breyt frá í einum spennandi samspæli millu- m skap og innihald. Eisini myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar kendust sum eitt frískt lot millum "gomlu" málarnar við sín- um litfagra sermerkta stíli, sum framvegis tykist líka nýskapandi. Kári Svensson hevði fimm málningar við hesu- ferð, allir við sama heiti "Hugbirting", men við sera ymiskum útrykki bæði í litum og stødd. Møguliga boða hansara blá- og turkis- littu myndir frá onkrum nýggjum hjá málaranum. Settar saman við einum sera "lidnum" málingi við teimum fyri Kára meir eyð- kendu jørðlitunum, høvdu bláligu myndirnar eitt brá av at vera eitt slag av for- vitisligum kladdum. Men burtursæð frá glottum, sum hesum, hevði tú sum heild eina kenslu av at hava sæð tað mesta fyrr á hesum partinum av fram- sýningini. Spæl ið siðvenju Tað, ein saknaði av nýskap- an hjá teimum kendu málar- arnum, fann áskoðarin harafturímóti hjá teimum yngru ella ikki so kendu. Av teimum 20 listafólkunum, sum vóru við í ár, vóru umleið helvtin við fyri fyrstu ferð. Tormóður Djurhuus hevði tveir málingar við, har siðbundna myndevnið "Lomvigaberg" fekk ikki sørt av nýggjum lívi. At lata hvíta máling renna niður- eftir løriftinum sum fugla- skvett er roynt fyrr, men á myndunum hjá Tormóði fara skvettini út um bjørgini sum fyri at viðmerkja, at hetta er ikki eitt fuglaberg, men eitt lørift. Nakað tað sama kanst tú siga um myndarøðina "Í Álvalandi", hjá Jóhan Martin Christian- sen, har horisontala himmal/hav uppbýtingin verður brotin av nøkrum litføgrum neyvt teknaðum rundum plettum í einum originalum spæli við siðvenjuna. Ikki færri enn tvær installatiónir og tríggir skulpturar vóru við á framsýningini. Listarliga góðskan var misjøvn, men smáu bronsumyndirnar hjá Eiriki Poulsen skaraðu framúr í handverksligari dygd. Hóast fleiri av verkunum á Ólavsøkuframsýningini avgjørt høvdu sínar dygdir, var framsýningin sum heild sera misjøvn. Ov nógv av tí kenda tóktist vera við av gomlum vana, meðan ein hevði varhuga av, at tað var nýggjheitin, heldur enn dygdin, sum hevði tryggjað onkrum av teimum yngru eitt pláss á veggunum í Listaskálanum ólavsøku- dagarnar. Misjøvn Ólavsøkuframsýning Heðin Kambsdal: "Gjógv" Tormóður Djurhuus: "Lomvigaberg" Kári Svensson: "Hugbirtingar" Fólk vóru sera ymisk á máli um, hvussu væl hann hóskaði har. Men ovurstóri "Fokkjúfingurin" hjá Sámali Blak slapp ígjøgnum nálareygað hjá nevndini, sum valdi verkini til Ólav- søkuframsýningina í Listaskálanum Ólavsøkuframsýning anna@sosialurin.fo Nógv umrøddi "Fokkjú- fingurin" hjá unga lista- manninum Sámali Blak var upprunaliga gjørdur í sam- bandi við luttøkuna hjá bólkinum 200 á G-festivali- num, har hann eisini var at síggja seinast. Tað, sum vit ikki vistu, var, at verkið eisini hevur verið ein túr framvið hjá teimum, sum valdu út, hvørji av teimum 150 innsendu verkunum skuldu sleppa við á Ólav- søkuframsýningina í Lista- skálanum í ár. Ein fingur til listaklandrið? Ovurstóri, silvurlitti "Fukkjúfingurin" slapp gjøgnum nálareygað, og Ólavsøkudagarnar stóð hann so og mól runt í nið- ara salinum í Listaskála- num. Fingurin kann eisini blæsa eld og royk, men har høvdu tey á Listasavninum sett markið hesuferð. Fólk vóru rættiliga ymisk á máli um, hvussu væl "Fokkjúfingurin" hóskaði á Listaskálanum. Ein kundi til dømis fílst á, at verkið er tikið úr sínum upprunaliga samanhangi, har tað var partur av eini tónleikafram- førslu, og tí gevur lítla og onga meining millum hini verkini á Listaskálanum. Hinvegin, navnframi Mar- cel Duchamp tók jú sítt pissoir úr sínum nátúrliga samanhangi og setti tað á eitt listasavn - og varð harvið mettur at vera ein tann mest kollveltandi lista- maðurin í fyrru helvt av farnu øld. Men, sum ein ummælari tók til, kanska var meininginum hjá Sámali Blak og teimum í 200 við verkinum at geva allari ósemjuni innan før- oyska listaheimin fingurin. Á Ólavsøkuframsýning- ini varð verkið lýst sum ein installatión við heitinum "Pappmasjéfokkjúfingurin # 3". Tilfarið er pappmasjé, træ, glas og jarn og tað eru Sámal Blak, Mikkjal Arge Galán og David H. Geyti, sum í felag standa aftanfyri verkið. Eirikur Poulsen, "Revisor" (bronsa) "Fokkjúfingurin" í Listaskálanum Ovurstóri "Fokkjúfingurin" hjá Sámali Blak og 200 slapp ígjøgnum nálareygað hjá teimum, sum valdu verkini til Ólavsøkuframsýningina í ár