týsdagur 2. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
9
Løgmaður og lands-
stýrisið hava eina
ætlan - eina visjón.
Miðið er ikki smá-
vegis, men vegurin
hagar er langt frá
greiður
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, hevði hug at hyggja
heili tíggju ár fram í tíðina
ólavsøkudag, tá hann helt
ólavsøkurøðu fyri ting-
monnum og Føroya fólki.
Hóast hann legði út við at
umrøða yvirtøkulógina, var
tað ikki so nógv sjálv-
stýrisspurningurin, ið setti
dám á røðuna.
Ætlanin verður kallað
fyri Visjón 2015. Tað er
ætlað sum ein strategi fyri
samfelagið hjá núverandi
ABC samgonguni.
_ Ivaleyst hava fleiri hug
at spyrja: »Visjón fyri 2015
- og so ikki megna at loysa
teir trupulleikar, sum hoyra
degnum í dag til? Hví 2015
og ikki 2005 ?«
Men kanska er tað júst tí,
at vit ikki hava lagt dent á
langtíðarætlanir, at vit ferð
eftir ferð verða tikin á bóli
av dagsins trupulleikum.
Eru tíðirnar góðar, sum tær
hava verið, so hava vit lyndi
til ikki at síggja fram um
nøsina, tí alt gongur jú upp
á stás. Eru tíðirnar hin
vegin verri, sum tær eru nú,
so halda vit, at vit hava nóg
mikið í dagsins trupulleik-
um. Úrslitið er so, at vit
geva okkum ikki stundir til
at taka stórar og fram-
skygdar avgerðir, segði
løgmaður.
Hvussu?
Visjón 2015 hevur sum
endamál, at Føroyar í 2015
verða millum bestu lond at
virka og liva í. Tað er valla
nakar, sum er ósamdur við
landsstýrinum, at tað skal
vera gott at vera í Føroyum
- eisini í 2015.
Enn er ikki so nógv
ítøkiligt
at
frætta
um
Visjónina hjá ABC. Vit
hava roynt at spurt okkum
fyri hjá aðalráðum undan
løgmansrøðuna, men boð-
ini hava bert verið, at
visjónin enn ikki er liðug.
Og sum heild var lítið
ítøkiligt at frætta í løg-
mansrøðuni um, hvussu
visjónirnar gerast veruleiki.
Røðan var øgiliga nógv
merkt av, at løgmaður
reksar upp, hvat var ynski-
ligt á fleiri týðandi økjum.
Eitt nú nevndi løgmaður, at
føroyskir skúlanæmingar
skulu duga eins væl enskt
sum danskt, men tað varð
einki sagt um, hvussu hetta
verður
gjørt.
Hvørjar
lærugreinir skulu raðfestast
lægri, og hvussu verður
undirvísingin í enskum
skipað í framtíðini?
Við øðrum orðum frætti
Føroya fólk um enn eina
langtíðarpolitiska
ætlan,
sum vit seinnu árini mest
hava hoyrt um í sambandi
við fullveldistilgongdina.
Hendan er tó kortini ikki so
ítøkiligt - enn - og hevur
heldur
ikki
føroyskt
fullveldi ella økt sjálvstýri
sum endamál. Endamálið
er vælferð, legði løgmaður
dent á.
62 lógaruppskot
Viðheft løgmansrøðuni er
eisini ein løglisti. Tað er ein
listi yvir uppskot, ið lands-
stýrið hevur í hyggju at
leggja fyri løgtingið í hesari
tingsetuni.
Innlendismálaráðið eigur
fýra uppskot. Teirra millum
eru fjølmiðlaábyrgd og
lógaruppskot um at broyta
navnalógina. Almanna- og
heilsuráðið eigur sekstan
uppskot. Millum uppskot-
ini á almanna- og heilsu-
økinum finna vit uppskot
um nýggja sjúkrakassa-
skipan og uppskot um javn-
ari kynjabýti í politikki.
Jógvan
á
Lakjuni
og
hansara fólk í Mentamála-
ráðið ætla at leggja tólv
uppskot fyri tingið í hesari
tingsetuni. Harímillum er
ein føroysk lóg um upp-
havsrætt. Starvsfólkini hjá
Bjarna Djurholm sleppa
tíggju ferðir at renna niðan
í løgtingið við uppskot hesa
komandi tingsetuna. Úr
rúgvuni úr Vinnumálaráð-
num finst millum annað eitt
aðalorðaskifti um vinnu-
politikk.
Fiskimálaráðið
hevur fýra uppskot ávegis,
og trý teirra snúgva seg um
FAS skipanina. Fíggjar-
málaráðið eigur størsta
talið av uppskot í hesari
tingsetuni. Seytjan uppskot
fara av Argjum í løgtingi.
Teirra millum er lóg um
tvískattasáttmálar.
Løg-
mansskrivstovan skal bera
løgtinginum trý uppskot at
taka støðu til. Millum
uppskotini hjá løgmans-
skrivstovuni
finna
vit
uppskot til samtyktar um at
seta í gildi sáttmála millum
Føroya landsstýri og stjrón
Danmarkar øðrumegin og
stjórn Íslands hinumegin.
Røða um
visjónir
Nú er ásett, nær ein-
skiljingarnar av
álvara byrja í vegleið-
andi tíðarætlan
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Fyrireikingarnar eru langt
frá lidnar, og tað verður
eisini fyrireikað restina ári-
num. Men í 2006 fer av
álvara
at
tynnast
við
vinnuligum partabrøvum
hjá tí almenna. Um altso
vegleiðandi
tíðarætlanin
hjá landsstýrinum er eftir-
farandi.
Løgmaður nevndi í røðu
sínari Føroya Lívstrygging,
Føroya Tele, Føroya Banki,
Atlantic Airways, Fiska-
virking, Farmaleiðir og
Elektron sum fyritøkur, ið
verða einskildar.
Tað er tó ymiskt, hvussu
nógv verður selt í 2006, og
hvat bíðar til seinni.
Føroya
Lívstrygging
verður alt selt í 2006. Ein
partur av Føroya Banka,
Føroya Tele og Atlantic
Airways verður seldur í
2006. Søluumfør eru aftur í
2008 og 2009. Síðsta
søluumfar
av
Atlantic
Airways verður eftir ætlan í
millum 2010 og 2015.
Atlantic Airways er tann
einasta fyritøkan, har tað er
ásett, hvussu stórur partur
av fyritøkuni verður seldur.
Tveir triðingar verða seldir
komandi ár og ein triðingur
bíðar til einaferð millum
2010 og 2015.
Farmaleiðir verða seldar í
einum í 2006.
Tað almenna eigur ein
part av Elektron, sum
verður seldur fyrst í 2006.
Húsalánsgrunnurin er sum
so eingin privatisering av
einari fyritøku, men heldur
verður grunnurin umskip-
aður og lánsrøðir seldar.
Vegleiðandi tìðarætlanin
er hendan: (tølini í klomb-
rum vísa søluumfar/sølu-
umfør í alt)
2006
Føroya Banki(1/4), Føroya
Lívstrygging(1/1), Húsa-
lánsgrunnurin(1/1), Føroya
Tele(1/2), Atlantic Air-
ways(1/2), Farmaleið-
ir(1/1), Fiskavirking(1/1)
og Elektron (1/1).
2007
Føroya Banki (2/4)
2008
Føroya Banki (3/4), Føroya
Tele (2/2)
2009
Føroya Banki (4/4)
2010-1015
Atlantic Airways (2/2)
Tíðarætlan fyri einskiljingar
Jóannes Eidesgaard helt fyri aðru ferð løgmansrøðu fyri løgtinginum.
Hesaferð hevði hann hug at hyggja langt fram í tíðina.