Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 9 Løgmaður og lands- stýrisið hava eina ætlan - eina visjón. Miðið er ikki smá- vegis, men vegurin hagar er langt frá greiður POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løg- maður, hevði hug at hyggja heili tíggju ár fram í tíðina ólavsøkudag, tá hann helt ólavsøkurøðu fyri ting- monnum og Føroya fólki. Hóast hann legði út við at umrøða yvirtøkulógina, var tað ikki so nógv sjálv- stýrisspurningurin, ið setti dám á røðuna. Ætlanin verður kallað fyri Visjón 2015. Tað er ætlað sum ein strategi fyri samfelagið hjá núverandi ABC samgonguni. _ Ivaleyst hava fleiri hug at spyrja: »Visjón fyri 2015 - og so ikki megna at loysa teir trupulleikar, sum hoyra degnum í dag til? Hví 2015 og ikki 2005 ?« Men kanska er tað júst tí, at vit ikki hava lagt dent á langtíðarætlanir, at vit ferð eftir ferð verða tikin á bóli av dagsins trupulleikum. Eru tíðirnar góðar, sum tær hava verið, so hava vit lyndi til ikki at síggja fram um nøsina, tí alt gongur jú upp á stás. Eru tíðirnar hin vegin verri, sum tær eru nú, so halda vit, at vit hava nóg mikið í dagsins trupulleik- um. Úrslitið er so, at vit geva okkum ikki stundir til at taka stórar og fram- skygdar avgerðir, segði løgmaður. Hvussu? Visjón 2015 hevur sum endamál, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Tað er valla nakar, sum er ósamdur við landsstýrinum, at tað skal vera gott at vera í Føroyum - eisini í 2015. Enn er ikki so nógv ítøkiligt at frætta um Visjónina hjá ABC. Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá aðalráðum undan løgmansrøðuna, men boð- ini hava bert verið, at visjónin enn ikki er liðug. Og sum heild var lítið ítøkiligt at frætta í løg- mansrøðuni um, hvussu visjónirnar gerast veruleiki. Røðan var øgiliga nógv merkt av, at løgmaður reksar upp, hvat var ynski- ligt á fleiri týðandi økjum. Eitt nú nevndi løgmaður, at føroyskir skúlanæmingar skulu duga eins væl enskt sum danskt, men tað varð einki sagt um, hvussu hetta verður gjørt. Hvørjar lærugreinir skulu raðfestast lægri, og hvussu verður undirvísingin í enskum skipað í framtíðini? Við øðrum orðum frætti Føroya fólk um enn eina langtíðarpolitiska ætlan, sum vit seinnu árini mest hava hoyrt um í sambandi við fullveldistilgongdina. Hendan er tó kortini ikki so ítøkiligt - enn - og hevur heldur ikki føroyskt fullveldi ella økt sjálvstýri sum endamál. Endamálið er vælferð, legði løgmaður dent á. 62 lógaruppskot Viðheft løgmansrøðuni er eisini ein løglisti. Tað er ein listi yvir uppskot, ið lands- stýrið hevur í hyggju at leggja fyri løgtingið í hesari tingsetuni. Innlendismálaráðið eigur fýra uppskot. Teirra millum eru fjølmiðlaábyrgd og lógaruppskot um at broyta navnalógina. Almanna- og heilsuráðið eigur sekstan uppskot. Millum uppskot- ini á almanna- og heilsu- økinum finna vit uppskot um nýggja sjúkrakassa- skipan og uppskot um javn- ari kynjabýti í politikki. Jógvan á Lakjuni og hansara fólk í Mentamála- ráðið ætla at leggja tólv uppskot fyri tingið í hesari tingsetuni. Harímillum er ein føroysk lóg um upp- havsrætt. Starvsfólkini hjá Bjarna Djurholm sleppa tíggju ferðir at renna niðan í løgtingið við uppskot hesa komandi tingsetuna. Úr rúgvuni úr Vinnumálaráð- num finst millum annað eitt aðalorðaskifti um vinnu- politikk. Fiskimálaráðið hevur fýra uppskot ávegis, og trý teirra snúgva seg um FAS skipanina. Fíggjar- málaráðið eigur størsta talið av uppskot í hesari tingsetuni. Seytjan uppskot fara av Argjum í løgtingi. Teirra millum er lóg um tvískattasáttmálar. Løg- mansskrivstovan skal bera løgtinginum trý uppskot at taka støðu til. Millum uppskotini hjá løgmans- skrivstovuni finna vit uppskot til samtyktar um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og stjrón Danmarkar øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin. Røða um visjónir Nú er ásett, nær ein- skiljingarnar av álvara byrja í vegleið- andi tíðarætlan POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Fyrireikingarnar eru langt frá lidnar, og tað verður eisini fyrireikað restina ári- num. Men í 2006 fer av álvara at tynnast við vinnuligum partabrøvum hjá tí almenna. Um altso vegleiðandi tíðarætlanin hjá landsstýrinum er eftir- farandi. Løgmaður nevndi í røðu sínari Føroya Lívstrygging, Føroya Tele, Føroya Banki, Atlantic Airways, Fiska- virking, Farmaleiðir og Elektron sum fyritøkur, ið verða einskildar. Tað er tó ymiskt, hvussu nógv verður selt í 2006, og hvat bíðar til seinni. Føroya Lívstrygging verður alt selt í 2006. Ein partur av Føroya Banka, Føroya Tele og Atlantic Airways verður seldur í 2006. Søluumfør eru aftur í 2008 og 2009. Síðsta søluumfar av Atlantic Airways verður eftir ætlan í millum 2010 og 2015. Atlantic Airways er tann einasta fyritøkan, har tað er ásett, hvussu stórur partur av fyritøkuni verður seldur. Tveir triðingar verða seldir komandi ár og ein triðingur bíðar til einaferð millum 2010 og 2015. Farmaleiðir verða seldar í einum í 2006. Tað almenna eigur ein part av Elektron, sum verður seldur fyrst í 2006. Húsalánsgrunnurin er sum so eingin privatisering av einari fyritøku, men heldur verður grunnurin umskip- aður og lánsrøðir seldar. Vegleiðandi tìðarætlanin er hendan: (tølini í klomb- rum vísa søluumfar/sølu- umfør í alt) 2006 Føroya Banki(1/4), Føroya Lívstrygging(1/1), Húsa- lánsgrunnurin(1/1), Føroya Tele(1/2), Atlantic Air- ways(1/2), Farmaleið- ir(1/1), Fiskavirking(1/1) og Elektron (1/1). 2007 Føroya Banki (2/4) 2008 Føroya Banki (3/4), Føroya Tele (2/2) 2009 Føroya Banki (4/4) 2010-1015 Atlantic Airways (2/2) Tíðarætlan fyri einskiljingar Jóannes Eidesgaard helt fyri aðru ferð løgmansrøðu fyri løgtinginum. Hesaferð hevði hann hug at hyggja langt fram í tíðina.