týsdagur 2. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 143 - 2. august 2005
Framløga løgmans á ólavsøku, vanliga nevnd løg-
mansrøðan, var ein onnur røða enn løgmansrøður
vanliga hava verið. Røðan er øðrvísi og harvið
áhugaverd, tí hon er hildin í einum yvirskipaðum
tóna, og tí hon er princippiel og sera frameftirrættað.
Røðan er vend móti framtíðni við støði í
altjóðagerðini. Sostatt er løgmansrøðan ein verulig
viðurkenning av, at Føroyar til gott og ilt eru komnar
upp í altjóðagerðina. Tað er við altjóðagerðini sum
við veðrinum - okkum kann dáma hesa gongd ella
ikki, sama ger: vit sleppa ikki undan henni. So eru
bert tveir kostir í at velja: annar er ikki at látast um
vón og samstundis vóna, at tað gongur nokk. Hin
kosturin er at taka altjóðagerðina sum eina av-
bjóðing og sum ein møguleika.
Tað gongur sum ein reyður tráður gjøgnum
framløgu løgmans, at landsstýrið hevur tikið tann
seinna valkostin nevniliga at taka altjóðagerðina
sum eina avbjóðing við ómetaligum møguleikum.
Annars er ikki nógv av reyðum liti í hesi
løgmansrøðu, ið ideologiskt ber dám av, at hon
kemur frá eini samgongu, har tveir sera borgarligir
og flokkar eru í meiriluta. Tað vil so vera. Hinvegin
eiga landsstýrið og løgmaður rós fyri at seta sær eina
visión fyri tey komandi tíggju árini og eina strategi
fyri, hvussu røkkast kann at teimum málum, sum
visiónin fevnir um. Hetta er alt annað líka skilagott,
og eygleiðarar uttanlands eru samdir um, at tey lond,
sum ikki hava mál og strategiir fyri at takla nýggju
støðuna í heiminum við altjóðagerð og globaliser-
ing, ja, tey gerast skjótt eftirbátar í einum heimi við
ómetaliga stórum og skjótum broytingum.
Visiónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu
lond at virka og liva í og, at Føroyar skulu verða eitt
samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar
hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja
øllum eitt virðiligt lív. Hesi mál eru so sjálvsøgd, at
tað skuldi ikki verið neyðugt í 2005 at sett tey í eitt
politiskt manifest. Men tað er neyðugt! Hesi mál
byggja á meginreglurnar fyri norðurlendska væl-
ferðarsamfelagið. Álopini á vælferðarsamfelagið
eru støðugt harðnað seinastu 10-15 árini um øll
Norðurlond. Tað verður tí ongantíð sagt ov ofta, at
vit her hjá okkum halda fast um hetta samfelags-
ideal, sum verður samanfatað í heitinum vælferðar-
samfelag. Skulu Føroyar røkka hesum málum er
neyðugt við eini sera gløggari og vælgrundaðari
strategi. Løgmaður og landsstýri hava nógv
áhugaverd boð upp á hesa strategi. Vit fara at venda
aftur til hesa strategi í eini komandi oddagrein.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein onnur røða
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Frits Johannesen
Nú um dagarnar frættist av
tí danska politiska leik-
pallinum, at danskir polit-
iskir flokkar vildu hava, at
grønlendingar, sum fingu
sosialan
peningaligan
styrk, skuldu læra seg betur
danskt mál og vera tøkir á
arbeiðsmarknaðinum.
Gjørdu teir ikki tað, mistu
teir hesi rættindi.
Tað rann mær til hugs, tá
ið grønlendsk børn vóru
flutt heimanífrá í fimmti
árunum til Danmarkar at
búgva fyri at verða ald upp
í donskum máli og danskari
mentan. Vit kundu eisini
sagt, at læra tey evropeiska
ella norðurlendska mentan.
Hugsi, at danir meintu tað
væl, men tað hevði verið
illa vorðið um nú t. d.
donsk ella føroysk børn
vóru tikin heiman og sett út
t. d. á onkran stovn í Lom-
bardínum ella á Balkan fyri
at búgva tey betur út til
hetta jarðiska lívið.
Hetta hevur ofta verið
tikið fram sum ein slagsíða
í donskum grønlandspoli-
tikki. Meg minnist fyri
mongum árum síðani eina
sending í danska útvarpi-
num DR um evnið. Tað
vildi so illa til hjá fleiri av
hesum stakkals børnum, at
tá ið ein tí var farin, høvdu
tey gloymt sítt egna móðir-
mál og dugdu illa danskt
mál. Tey blivu málloysing-
ar. Sjálvandi vóru tað tey,
sum komu væl undan; men
sum tikið verður til, tá ið
fátækadømi nýtir: »Ilt er at
vera bæði tykkin og fá-
tækur«. Hugsandi er, at tað
eisini er galdandi, tá ið
mentanarloysi gevur seg til
kennar í málinum. Tá er tú
eisini bæði tykkin og
fátækur.
Hetta kravið, sum polit-
iskir flokkar krevja av
grønlendingum, búsitandi í
Danmark, líkist eitt sindur
tí, sum Robert Mogabe
setir
fæloysingunum
í
Zimbabwe. _ Burtur við
teimum ognarleysu! Tey
skulu
ikki
sita
við
Storkagosbrunnin og sutla
øl í seg dag um dag og vera
eitt lýti í tí danska høvuðs-
staðnum. Nei, nú skal
høgra politikkurin standa
sína roynd. Nú skal sami
andin, sum er í tí danska
fólkaflokkinum við Piu
Kjærsgaard á odda, í holdið
hjá tí danska javnaðar-
flokkinum við Helle T.
Smith sum »galiónsfiguri«!
Anders Fogh og Bent
Bendsen eru farnir í polit-
isku songina hjá Piu Kjær-
gaards tíðum. Nú skal
politiska rákið ganga út
yvir myrkhærdar, døkkar
grønlendingar, sum eru
endaðir við henda gos-
brunn, og kanska er tað so
»vordið«, at onkur teirra
var tikin heimanífrá í góð-
ari meining og settur út,
men kláraði ikki sína ódn at
ganga og merkja nú koyril-
in frá politiska rákinum á
sínum egna kroppi. »Jú, ilt
er at vera bæði tykkin og
fátækur«.
Tykkin og fátækur
Johan Mortensen
PF Restorffs bryggjarí
Sum kunnugt er í løtuni
focus á sølu av øli á tón-
leikafestivalum og størri
dansitiltøkum. Tað er ein
sannroynd at kunnu festi-
valfólk keypa sær ein veik-
an øl sum teimum lystir
afturvið tónleikinum tálmar
hetta ovurnýtslu av rús-
drekka í mun til støðuna
ídag, har fólk lík klyvja-
rossum draga ryggsekkir
við sprutti og øli, meira ella
minni ótarnaði, inn á
festivaløkini.
Harnæst skal sigast, at vit
uttan iva eru einasta land í
heiminum har ikki er loyvt
at selja øl á einum tónleika-
festivali. Hvat er rockur
uttan øl? Rúsdrekkalógin
má endurskoðast. Í okkara
alheimsgerð og við polit-
iskum visiónum um eitt
modernað, altjóða Føroyar
ber ikki til at halda lív í
miðaldarligum lógum og
fyriskipanum. Spurningur-
in er eisini nær EU fer at
vísa á at okkara monopol-
søla, Rúsan, er kappingar-
avlagandi mótvegis EU
framleiðslum.
Eg loyvi mær at skjóta
upp at Vinnumálastýrið -
sum eina fyribils loysn -
beinanvegin heimilar før-
oysku bryggjaíðunum at
selja øl á nevndu festivalum
og tiltøkum.
Hetta vil viðføra eina
kontrolleraða sølu av øli
sum øll verða nøgd við.
Vinnumálaráðharrin er
sjálvandi eisini greiður yvir
at inntøkur Landskassans
av øli og rúsdrekka eru
omanfyri 70 mió árliga og í
vøkstri, so henda vinnan er
eitt munandi íkast til
búskapin. Ábyrgdafullir,
vinnulívsorienteraðir polit-
ikarir mugu lurta eftir
ynskjum frá hesari vinnu,
hóast
promillur
kunnu
kosta atkvøður.
Latið Bryggjaríðini skonkja
Rætting
Í samband vid viðtalu við
Suna á Dalbø um útbúgv-
ingstig hevur týdning fyri
førleikan hjá ráðharrum í
okkara styrisskipan (grein í
Sosialinum tann 16.07.05),
hevur blaðmaðurin gloymt
at tikid eina viðmerking frá
Suna á Dalbø við. Suni
legði dent á, at dømið vid J.
Purkhús skuldi skrivast
soleidis, at tad varð heilt
greitt, at hetta Suni segdi
IKKI var eitt álop á ein
einstakan persón/ráðharra,
men bert eitt sigandi dømi
um, at tad ikki er gjørligt í
eini demokratiskari styris-
skipan at "tryggja seg" vid
at velja rádharrar vid vid-
komandi fakligum førleika.
Blaðmaðurin vil hervið
biðja um umbering fyri
mistakið.
.páll