týsdagur 2. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Olivia Petersen
95 ár
Týsdagin 2. august 2005
fyllir Olivia Petersen í
Skopun 95 ár. Olivia er
ættað úr Skopun, foreldrini
vóru Sunneva og Tórstein
Hentze.
Olivia giftist við Karl
Petersen, ið var ættaður úr
Fámjin. Tey búsettust í
Skopun. Hann var stovnar-
in av kendu entreprenør-
fyritøkuni J&K Petersen.
Olivia og Karl fingu
fimm børn: Sólvá og
Kristian
Arnfinn,
sum
búgva í Skopun, Tórstein
og John, sum búgva í Havn,
og Sunnevá, sum býr í
Skopun. Karl doyði í januar
1990.
Hóast høga aldurin er
Olivia er púra klár, hon
minnist væl og fylgir væl
við. Hon minnist t.d. tá
fyrsta trillibøran kom til
Sandoynna - tað var eitt
stórt framstig tá í tíðini.
Frá tí at Olivia var 12 ára
gomul, hevði hon bræva-
samband við eina danska
gentu, Olga Hansen, sum tá
var trettan ára gomul. Tær
skrivaðu saman í yvir 70 ár,
men sóust ongantíð. Olga
doyði fyri 10 árum síðan,
86 ára gomul. Men dótturin
og maðurin vóru í føðing-
ardegi í Skopun fyri fimm
árum síðan, tá Olivia fylti
90.
Olivia eigur 27 ommu-
børn, 47 langommubørn og
tvey oldurommubørn.
Føðingardagurin verður
hildin í Samljóð í Skopun
millum kl. 17-21.
Nr. 143 - 2. august 2005
11
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Týsdagin 2. august hava hjúnini
Marita og Leif Ellingsgaard í
Javnagøta í Havn silvurbrúðleyp.
Marita og Leif eru bæði úr Havn,
uppvaksin í sama grannalag við
Hoyvíksvegin. Leif í Stoffalág og
Marita, har sum Láarvegur í dag er.
Tað vóru bert nøkur fá hús við
Hoyvíksvegur tá tey vóru ung,
hetta var áðrenn býlingurin á Kon-
mansmýru varð bygdir. Har vóru
traðir við íðandi djóralívi, har vóru
neyt og seyðir, onkur hevði ross,
har vóru hønur, dunnur og gæs, og
so allir heiðafuglurin, tjøldur í
hundraða-talið. Og so var eisini
Hoyvíkstjørn, har børn um summ-
arið silgdu við bátum og flakum,
um veturin, tá ið ísurin helt, varð
skreitt á skoytum. Í hesum fría um-
hvørvi vuksu Marita og Leif upp,
og tað er einki at ivast í, at alskurin
og kærleikin til náttúruna gjørdu, at
tey bæði gjørdist skótar í skótalið-
um Sigmunds Brestissonar og Tóru
Sigmundardóttir, og seinni eisini
skótaleiðarar.
Tá ið Marita hevði tikið real-
prógv í 1976, fór hon at arbeiða á
posthúsinum í Havn, og var hon á
posthúsinum til hon fekk starvið
sum kassameistari á Toll- og Skatt-
stovu Føroyar, sum varð sett á
stovn seinast i áttatiárunum, og
arbeiðir Marita har enn.
Tá ið Leif var liðugur at ganga í
skúla, fór hann út at sigla. Hann fór
fyrst við skúlaskipinum "Dan-
mark" og sigldi síðani sum stýri-
mansaspirantur hjá A. P. Møller. Tá
ið hann hevði fingið siglingstíð, fór
hann upp á skúla og tók skipsfør-
araprógv á Føroya Sjómansskúla í
1977. Hann sigldi síðani eina tíð
sum stýrimaður og yvirstýrimaður
hjá A. P. Møller. Nú eru nøkur ár
síðani Leif legðist uppi og starvast
hann sum sýnsmaður hjá Trygg-
ingarfelagnum Føroyar.
Marita og Leif eiga tríggjar synir.
Heini, sum er elstur, er giftur við
Ann Mari av Reyni og eiga tey
dóttrina Ester, og Rana og Johan.
Synirnir eru allir hondbóltsspæl-
arar í "Kyndil" og var Leif eina tíð
formaður í ítróttarfelagnum "Kynd-
il". Leif er virkin í fakfelagnum hjá
starvsfólkunum á tryggingini og er
hann eisini valdur í nevndina, sum
saman við landsstýrinum skal ein-
skilja Føroya Lívstrygging.
Silvurbrúðleypsveitslan verður
hildin fyri innbodnum leygarkvøld-
ið.
mr
Silvurbrúðleyp
Mikudagin 3. august fyllir
Ámundur Berthelsen á
Strondum 70 ár.
Ámundur er giftur við
Johannu, f. Davidsen, av
Skála.
Ámundur tók prógv á
Føroya Læraraskúla í 1960.
Hann var lærari í Leirvík 4
tey fyrstu árini, í 1964 bleiv
hann lærari í Stranda skúla.
Ámundur tók prógv sum
talu- og hoyrilærari í 1971.
Mong munnu tey vera, sum
í nógv ár sóu hann koyra
runt til skúlarnar í Eystur-
oynni og undirvísa teimum
børnum, sum høvdu tørv á
taluvenjing.
Ámundur
gjørdist
skúlastjóri
í
Stranda Skúla í 1994, og
hann var í hesum starvi, til
hann í 1999 valdi at siga
lærarastarvið frá sær.
Sangur og tónleikur hev-
ur fylt nógv í lívi hansara.
Hann hevur gjørt nógv góð
løg og var eisini leiðari hjá
Stranda sangkóri í nógv ár.
Kórið var sera virkið, m.a.
vóru tey ein túr í Danmark
og eisini løgdu tey eina
útgávu eftir seg. Kórið
gjørdi fleiri upptøkur sum
javnan eru at hoyra í út-
varpinum..
Arbeiðið innan kirkju og
missión hevur eyðkent lív
hansara. Hann hevur mill-
um annað verið urguleikari
í Sjóvar kirkju í stívliga 30
ár og verið í nevndum bæði
í heimbygdini og í lands-
nevndum.
Ámundur og Johanna
eiga 6 børn og 15 ommu-
og abbabørn. Familjan eru
eitt av størstu lívsvirðunum
hjá honum. Gestablídni
eyðkennir hann, og tað
besta hann veit er at hava
øll abbabørnini hjá sær.
Føðingardagurin verður
hildin í missiónshúsinum á
Strondum mikukvøldið 3.
august frá kl. 19:00.
Ámundur Berthelsen 70 ár
Anna Sofía Mouritsen, úr Sørvági, vanliga nevnd
Diddan, andaðist á Ellisheiminum í Miðvági
sunnudagin, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Mathilda Weihe á Selatrað andaðist 29. juli, 90 ára
gomul. Bønarhald var á Landssjúkrahúsinum
mánadagin 1. august klokkan 17. Jarðarferðin
verður úr Nerija á Skála týsdagin 2. august
klokkan 14.
Kelda: Útvarpið
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
2. august. Hannibal. Teir vita einki halgimenni við
hesum navni. Dagurin hevur havt nógv onnur nøvn, men
frá árinum 1700 er Hannibal komin upp í halgimanna-
talið.
Navnið er fønikiskt og merkir náðigáva Baals. Best
kendi Hannibal í søguni var tann tiltikni herhøvdingin úr
Kartago.
Jóannes Patursson doyði hendan dagin í 1946.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu
samkenslu og hjálptu, tá okkara elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
Sofía Gaard
Oyndarfjørður
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Jógvan Fríðriksson prest, kirkjutænarar,
sangarar, berarar og gravarar.
Tøkk til tykkum á Vesturskin, sum vóru so góð við
hana, ta tíð hon var hjá tykkum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til missiónshúsið.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhanna, Alexandra, Kári, Kristjan og Margit
Hervið verður kunngjørt, at okkara kæra mamma,
vermóðir, omma og langomma
Mathilda Weihe
Selatrað
andaðist fríggjadagin 29. juli 2005, 90 ára gomul.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúsinum
mánakvøldið 1. august kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Nerija á Skála
týsdagin 2. august kl. 14.00.
Vegna familjuna
Aurora, Carl, Emilia, Hans Petur og Max Cecil
Gullbrúdleyp
Týsdagin 2. august hava hjúnini Elisabeth og Tróndur Eysturstein, Leirvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin
í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00 fyri innbodnum.