Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Olivia Petersen 95 ár Týsdagin 2. august 2005 fyllir Olivia Petersen í Skopun 95 ár. Olivia er ættað úr Skopun, foreldrini vóru Sunneva og Tórstein Hentze. Olivia giftist við Karl Petersen, ið var ættaður úr Fámjin. Tey búsettust í Skopun. Hann var stovnar- in av kendu entreprenør- fyritøkuni J&K Petersen. Olivia og Karl fingu fimm børn: Sólvá og Kristian Arnfinn, sum búgva í Skopun, Tórstein og John, sum búgva í Havn, og Sunnevá, sum býr í Skopun. Karl doyði í januar 1990. Hóast høga aldurin er Olivia er púra klár, hon minnist væl og fylgir væl við. Hon minnist t.d. tá fyrsta trillibøran kom til Sandoynna - tað var eitt stórt framstig tá í tíðini. Frá tí at Olivia var 12 ára gomul, hevði hon bræva- samband við eina danska gentu, Olga Hansen, sum tá var trettan ára gomul. Tær skrivaðu saman í yvir 70 ár, men sóust ongantíð. Olga doyði fyri 10 árum síðan, 86 ára gomul. Men dótturin og maðurin vóru í føðing- ardegi í Skopun fyri fimm árum síðan, tá Olivia fylti 90. Olivia eigur 27 ommu- børn, 47 langommubørn og tvey oldurommubørn. Føðingardagurin verður hildin í Samljóð í Skopun millum kl. 17-21. Nr. 143 - 2. august 2005 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Týsdagin 2. august hava hjúnini Marita og Leif Ellingsgaard í Javnagøta í Havn silvurbrúðleyp. Marita og Leif eru bæði úr Havn, uppvaksin í sama grannalag við Hoyvíksvegin. Leif í Stoffalág og Marita, har sum Láarvegur í dag er. Tað vóru bert nøkur fá hús við Hoyvíksvegur tá tey vóru ung, hetta var áðrenn býlingurin á Kon- mansmýru varð bygdir. Har vóru traðir við íðandi djóralívi, har vóru neyt og seyðir, onkur hevði ross, har vóru hønur, dunnur og gæs, og so allir heiðafuglurin, tjøldur í hundraða-talið. Og so var eisini Hoyvíkstjørn, har børn um summ- arið silgdu við bátum og flakum, um veturin, tá ið ísurin helt, varð skreitt á skoytum. Í hesum fría um- hvørvi vuksu Marita og Leif upp, og tað er einki at ivast í, at alskurin og kærleikin til náttúruna gjørdu, at tey bæði gjørdist skótar í skótalið- um Sigmunds Brestissonar og Tóru Sigmundardóttir, og seinni eisini skótaleiðarar. Tá ið Marita hevði tikið real- prógv í 1976, fór hon at arbeiða á posthúsinum í Havn, og var hon á posthúsinum til hon fekk starvið sum kassameistari á Toll- og Skatt- stovu Føroyar, sum varð sett á stovn seinast i áttatiárunum, og arbeiðir Marita har enn. Tá ið Leif var liðugur at ganga í skúla, fór hann út at sigla. Hann fór fyrst við skúlaskipinum "Dan- mark" og sigldi síðani sum stýri- mansaspirantur hjá A. P. Møller. Tá ið hann hevði fingið siglingstíð, fór hann upp á skúla og tók skipsfør- araprógv á Føroya Sjómansskúla í 1977. Hann sigldi síðani eina tíð sum stýrimaður og yvirstýrimaður hjá A. P. Møller. Nú eru nøkur ár síðani Leif legðist uppi og starvast hann sum sýnsmaður hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar. Marita og Leif eiga tríggjar synir. Heini, sum er elstur, er giftur við Ann Mari av Reyni og eiga tey dóttrina Ester, og Rana og Johan. Synirnir eru allir hondbóltsspæl- arar í "Kyndil" og var Leif eina tíð formaður í ítróttarfelagnum "Kynd- il". Leif er virkin í fakfelagnum hjá starvsfólkunum á tryggingini og er hann eisini valdur í nevndina, sum saman við landsstýrinum skal ein- skilja Føroya Lívstrygging. Silvurbrúðleypsveitslan verður hildin fyri innbodnum leygarkvøld- ið. mr Silvurbrúðleyp Mikudagin 3. august fyllir Ámundur Berthelsen á Strondum 70 ár. Ámundur er giftur við Johannu, f. Davidsen, av Skála. Ámundur tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1960. Hann var lærari í Leirvík 4 tey fyrstu árini, í 1964 bleiv hann lærari í Stranda skúla. Ámundur tók prógv sum talu- og hoyrilærari í 1971. Mong munnu tey vera, sum í nógv ár sóu hann koyra runt til skúlarnar í Eystur- oynni og undirvísa teimum børnum, sum høvdu tørv á taluvenjing. Ámundur gjørdist skúlastjóri í Stranda Skúla í 1994, og hann var í hesum starvi, til hann í 1999 valdi at siga lærarastarvið frá sær. Sangur og tónleikur hev- ur fylt nógv í lívi hansara. Hann hevur gjørt nógv góð løg og var eisini leiðari hjá Stranda sangkóri í nógv ár. Kórið var sera virkið, m.a. vóru tey ein túr í Danmark og eisini løgdu tey eina útgávu eftir seg. Kórið gjørdi fleiri upptøkur sum javnan eru at hoyra í út- varpinum.. Arbeiðið innan kirkju og missión hevur eyðkent lív hansara. Hann hevur mill- um annað verið urguleikari í Sjóvar kirkju í stívliga 30 ár og verið í nevndum bæði í heimbygdini og í lands- nevndum. Ámundur og Johanna eiga 6 børn og 15 ommu- og abbabørn. Familjan eru eitt av størstu lívsvirðunum hjá honum. Gestablídni eyðkennir hann, og tað besta hann veit er at hava øll abbabørnini hjá sær. Føðingardagurin verður hildin í missiónshúsinum á Strondum mikukvøldið 3. august frá kl. 19:00. Ámundur Berthelsen 70 ár Anna Sofía Mouritsen, úr Sørvági, vanliga nevnd Diddan, andaðist á Ellisheiminum í Miðvági sunnudagin, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Mathilda Weihe á Selatrað andaðist 29. juli, 90 ára gomul. Bønarhald var á Landssjúkrahúsinum mánadagin 1. august klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Nerija á Skála týsdagin 2. august klokkan 14. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Dagurin 2. august. Hannibal. Teir vita einki halgimenni við hesum navni. Dagurin hevur havt nógv onnur nøvn, men frá árinum 1700 er Hannibal komin upp í halgimanna- talið. Navnið er fønikiskt og merkir náðigáva Baals. Best kendi Hannibal í søguni var tann tiltikni herhøvdingin úr Kartago. Jóannes Patursson doyði hendan dagin í 1946. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Sofía Gaard Oyndarfjørður andaðist og varð jarðað. Tøkk til Jógvan Fríðriksson prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum á Vesturskin, sum vóru so góð við hana, ta tíð hon var hjá tykkum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til missiónshúsið. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jóhanna, Alexandra, Kári, Kristjan og Margit Hervið verður kunngjørt, at okkara kæra mamma, vermóðir, omma og langomma Mathilda Weihe Selatrað andaðist fríggjadagin 29. juli 2005, 90 ára gomul. Bønarhald verður á Landssjúkrahúsinum mánakvøldið 1. august kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Nerija á Skála týsdagin 2. august kl. 14.00. Vegna familjuna Aurora, Carl, Emilia, Hans Petur og Max Cecil Gullbrúdleyp Týsdagin 2. august hava hjúnini Elisabeth og Tróndur Eysturstein, Leirvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00 fyri innbodnum.