týsdagur 2. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
GÍ legði meiri fyri í
nærdystunum, og
saknurin á leikbann-
aðu lyklaspælarunum
hjá ÍF var ov stórur
til, at fuglfirðingar
kundu megna at svara
aftur
LØGMANSSTEYPIÐ
FINALA
Jóannes Hansen
Fuglfirðingar eru framveg-
is sørir í kappingini um
Løgmanssteypið. ÍF var
ólavsøkudag fyri fyrstu
ferð partur av finaluni, og
hesa ferð gekk tað, sum tað
gjørdi, tá ið teir í 1987
royndu seg í finaluni um
Ísafjarðarsúluna. Ta ferðina
vann HB, og hesa ferð vann
GÍ.
Tað eru fimm ár síðani,
at GÍ síðst vann sín fyrsta
lut í Løgmanssteypinum. Í
fyrraárið taptu teir finaluna
móti B36. Hesa ferð kend-
ist tað sum um, at tað var
vinningur fyri GÍ, at nógvir
av spælarunum áður høvdu
roynt seg í avgerandu
steypauppgerðum.
Fótbóltsspælið var so-
leiðis, sum tað plagar at
vera í finalunum. Tað var
stórur bági, at spælararnir
ikki eru vanir at spæla á
grasi, og tað kom ov ofta
fyri, at sendingarnar ikki
vóru nóg neyvar, og at
bólturin ikki ferðaðist júst
soleiðis, sum spælararnri
tóktust rokna við, at hann
fór at gera.
GÍ hevði størri tyngdi í
nærdystunum, og gøtu-
menn vóru grammari og
skjótari, tá ið stríð var um
returbóltarnar.
Fuglfirðingar vóru nerv-
aðir av, at Poul Ennigarð og
serliga Bartal Eliasen sótu
leikbannaðir
uttanfyri.
Birgir Sondum gav spæl-
arunum loyvi til at nýta
nógva styrki í nærdyst-
unum. Gøtumenn megnaðu
alla tíðina at gera nyttu av tí
veruleikanum, meðan fugl-
firðingar ikki fyrrenn teir í
steðginum høvdu tosað
saman, lyftu seg upp til
størri tyngd og nærlagni í
mann ímóti manni upp-
gerðunum.
Tað var tætt og spenn-
andi, inntil GÍ lítla løtu
undan steðginum økti til 2-
0. So minkaði intensitetur-
in, og í fitta løtu tóktist
spurningurin vera, hvussu
stórur GÍ sigurin fór at
verða.
Seinna partin av 2. hálv-
leiki spenti ÍF álopsbogan
við at hava tríggjar í aftastu
ketuni og fýra tríggjar í
fremstu ketuni. Rúni Elttør,
sum saman við Símuni
Eliasen hevði verið í ÍF
miðverjuni, varð fluttur
fram í álopið, og átjan
minuttir undan leikloki
minkaði ÍF um munin.
So var tað rættuliga
spennandi, og tað lá í luft-
ini, at í hvussu so er eitt mál
fór at verða skorað afturat.
GÍ fekk mál, tá ið tað rest-
aðu sjey og fimm minuttir.
Harvið gjørdsist talan um
4-1 GÍ sigur. Kanska var
sigurin hjá gøtumonnum
ivaleysa stórur, men sum
spælið myndaðist síðsta
lítla tíman, so var einki at
siga til, at tað var GÍ liðfor-
maðurin, Sámal Joensen,
sum tók ímóti steypinum.
GÍ stóra úrtøku
Fyrsti hálvi tímin var
rættuliga tættur. Nógv gekk
fyri seg mitt á vøllinum, har
sentralu
miðvallararnir,
sum skuldu mynda spælið,
høvdu tað torført. Súni
Olsen hjá GÍ tóktist í stóran
mun at hava tankarnar í
Aalborg, og hjá Høgna
Zachariasen stemmaði tað
ikki, sum tað ger, tá ið góðu
fótbóltsevnini hjá honum
koma til sín besta rætt.
Liðformenninir báðir -
Sámal Joensen hjá GÍ og
Dreymurin um at
vinna okkurt stórt
við barndómsfelag-
num varð á Ólavsøku
ikki til veruleika, og
nú verður tað
ivasamt, hvussu tað
fer at verða við
steypum hjá veteran-
inum, sum hevur
vunnið nógv við HB
ÍF
Jóannes Hansen
Símun Eliasen er ein av ÍF
veteranunum. Fyrr í ár
hevur hann fleiri ferðir
verið á miðvøllinum, men
hesar seinastu ferðirnar
hevur
hann
verið
í
miðverjuni. Hann kom á
besta liðið hjá ÍF í 1991.
Síðani hevur hann verið
eitt stutt skifti í KÍ og við
HB hevur hann vunnið
FM tvey tey seinastu árini,
og í fjør var hann við til at
vinna Løgmanssteypið.
- Tað hevði havt verið
hugaligt at vunnið okkurt
trý ár á rað, og eg hevði
sera fegin viljað vunnið
okkurt við ÍF, sum eg eri
vaksin upp í. Men nú
verður tað torført, stað-
festir Símun Eliasen.
Liðfelagin hjá honum,
Magni á Lakjuni, sum
Símun hevur ferðast við úr
Havnini og norður til
Fuglafirðar til venjingar,
spældi í finaluni fyri
síðstu ferð í bestu deildini.
Hann var fyrstu ferð á
besta ÍF liðnum í 1990.
Símun flutti upp í 1. deild
í 1991.
- Eg veit ikki, hvussu
leingi eg fari at spæla. Eg
havi familju i høvuðs-
staðnum, og arbeiðið krev-
ur sítt. Fótbólts framtíðin
verður tikin til viðgerðar
hvørt hálvár. Eingin ivi er
um, at eg fari at spæla tað,
sum er eftir av hesum
kappingarárinum, men í
løtuni dugi eg einki at siga
um, hvussu tað verður
næsta ár, sigur Símun
Eliasen, sum ikki dylir, at
hann er ógvuliga vón-
brotin.
Hvussu ert tú nøgdur
við avrikið í finaluni?
- Burtursæð frá fyrstu
lítlu løtuni og so tá ið teir
høvdu lagt seg á odda 3-1,
so haldi eg, at vit fylgdu
væl við teimum. Men tá ið
vit síggja dystin í bakk-
speglinum, so haldi eg, at
gøtumenn spældu klókari
enn vit gjørdu tað. Hjá
okkum var tað gamla søg-
an, at vit ikki megnaðu at
fáa nóg stóra úrtøku, og so
er tað einki at ivast í, at tað
kom okkum heilt illa við,
at vit restaðu Poul og ikki
minst Bartal, sum ofta
hevur gjørt ein vørr, tá ið
hann hevur verið fluttur
fram í álopið.
Verður vónbrotið torført
at vinna á?
- Hetta var so góði
møguleikin hjá mær at
vinna okkurt stórt við ÍF.
Men vit mugu reisa okk-
um. Vit hava nógv at spæla
fyri, tí longu sunnudagin
verður talan um botnstríð
á útivølli ímóti TB, sigur
Símun Eliasen.
Símun var ógvuliga vónbrotin
Nr. 143 • týsdagur • 2. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
GÍ átti meiri krút enn grannarn
Sylla var ein støðug hóttan ímóti GÍ málinum, men Atli Gregersen hevði hann allatíðina í stuttum tjóðri
Mynd: Álvur Haraldsen