Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 15 Símun Samuel- sen fer til ÍA Ungi vágbingurin Sím- un Samuelsen hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við íslendska felagið Keflavík. Fyri nøkrum vikum síðani var Símun í Íslandi og royndarvandi, og hann hevur eftir øll- um at døma imponerað venjaran í Keflavík, tí teir vildu hava hann at spæla fyri liðið skjótast gjørligt. Símun hevur spælt væl fyri VB seinastu tíðina, og hansara avrik hava verið við til at lyfta VB upp úr botninum, har liðið lá fyrsta part av kappingini. Todi innskiftur í teprum sigri Todi Jónsson varð skift- ur inn í seinna hálvleiki, tá Start sunnukvøldið vann tepurt á Molde. Sostatt heldur Start fast um oddasessin, eftir at liðið í síðstu viku tapti í landskappingini. Todi varð skiftur inn í 67. minutti fyri Bjarte Lunde Aarsheim. Fýra minuttir seinni vann Todi eitt hornaspark, sum langt um leingi endaði í netinum. Mál- skjútti var Steinar Pedersen. Start er framvegis fremst í bestu norsku deildini - trý stig framm- an fyri Vålerenga. Bæði í B36 og millum mótstøðumenninar eru teir nøgdir við, at føroyska liðið skal spæla í Miðjyllandi UEFA CUP Jóannes Hansen B36 umboðini vóru ikki á staðnum, tá ið lutur fríggja- dagin ella ólavsøkudag varð drigin um, hvussu fe- løgini skulu hittast í næsta innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini. Skotbráðið var ov stutt at ferðast frá fyrra dystinum og til UEFA høvuðssætið, áðrenn lutakastið, sum var á middegi fríggjadagin. Kjartan Mohr, formaður í B36, fekk boðini um, at B36 skal spæla ímóti FC Midtjylland umvegis far- telefonina, meðan hann var á helluni í Tinganesi, har tað hvørt ár verður skipað fyri sangløtu, eftir at sang- løtan á Tinghúsvøllinum er av. Frammanundan hevði UEFA flokkað feløgini, og í Norðurbólkini vóru styrk- ismettu feløgini, sum vóru møgulig mótstøðufeløg hjá B36, KRC Genk úr Belgia, Halmstad úr Svøríki, Vik- ing Stavanger og SK Brann úr Noregi og FCM. At luturin fall á danska felagið dámdi B36 for- manninum væl: - Talan er um spennandi mótstøðulið, og ferðingini fara tað neyvan at standast serligir trupulleikar av. Vit skulu flúgva til Billund og so koyra eitt sindur í bussi,. Tað er nógv øðrvísi, enn um vit skuldu farið eystur- eftir, heldur Kjartan Mohr. Tað, sum B36 formað- urin iðrar seg mest um, er, at Fróði Benjaminsen er leikbannaður í fyrru upp- gerðini, sum verður í Hern- ing hósdagin 11. august. Fróði fekk gula kortið, tá ið B36 var í Vestmannaoyggj- unum, og hann sá aftur gult ólavsøkudag. Stór uppliving FC Midtjylland luttekur í UEFA Cup kappingini, tí teir fyrr í summar vunnu bronsukrónur í superliguni. Talan er um rættuliga nýtt felag. Tað er stovnað 1. juli í 1999 og er samanrenning av Herning Fremad og Ikast FS. Felagið spælir heima- dystirnar á SAS arenuni í Herning. Talan er um spildurnýtt stadion, og FCM stendur seg vanliga ógvuliga væl á heimavølli. Millum spælararnar eru eitt nú vandamiklu álops- spælararnir David Nielsen og Frank Kristensen. - Bæði ítróttarliga og hvat ferðingini viðvíkur er talan um ógvuliga gott lutakast, sigur Jens Ørgaard, ítróttarstjóri, og hann heldur fram: - Fótbólturin í Føroyum er í spennandi menning, og vit gleða okkum at fáa høvi at síggja henda partin av kongaríkinum. Tað eru bara tey fægstu her í Danmark, sum fáa tað høvið. FCM skal spæla í Havn- ini hósdagin 25. august. Fróði verður leikbannaður verður roknað við, at hann fer at spæla aftur. So var lív og rómur í Gundadali. B36 hevði takið. Ingi Højsted vísti styrki, sum ivaleyst bóru pluss við sær í bókina hjá landsliðsvenjaranum, Fróði Benjaminsen var sera stinn- ur í miðverjuni, Santos vísti síni góðu fótbóltsevni og Klæmint Matras tuskaði, bant saman og bakkaði upp soleiðis, sum lítið sjálv- sóknir og týdningarmiklir spælarar gera tað. Alt bendi á heimasigur og framhaldandi luttøku - uttan søguligu hagtølini. Og fýra minuttir undan steðginum lagaði tað seg soleiðis, sum tað á ongan hátt mátti gera. Eftir B36 bólttap og skjótt mótálop fekk ÍBV fríspark mitt fyri og seytjan metrar úr mál- inum. Manngarðurin var stórur, og Jákup tóktist líta heilt og fult á, at garðurin skuldi verja annan helm- ingin av málinum, og at hann tískil skuldi taka sær av hinum helminginum. Ian Jeff lyfti spakuliga upp um manngarðin, og tá ið bólturin datt niður í B36 málið, spøkti kenslan, at tað enn eina ferð skuldi fara at kiksa, hóast tað hevði sæð so ljóst út. Men B36 helt høvdið kalt. Teir settu máttleysa íslendska ÍBV upp á pláss, og stinna B36 verjan syrgi saman við verjukenda mið- vøllinum fyri, at ÍBV ikki fekk óhugnaliga týdningar- mikla næsta málið. Tað eydnaðist. Í hinum endanum eydn- aðist tað at fáa eitt mál afturat. Síðstu løtuna vóru tað tey, sum vendu sær burtur, tá ið ÍBV einstakar ferðir otaði seg fram á B36 hálvuna, og neglirnar vóru heilt niðurbitnar hjá fleiri, tá ið dómarin úr Luksem- borg hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Íslendingarnir vórðu sendir tómhentir aftur í Oyggjarnar, og B36 setti kós úr Ólavsøkuni og suður í Europa! Tað bar nýtt kapitul í føroysku fótbólts- søguni við sær. Ingi Højsted stóð seg sera væl á miðvøllinum hjá B36, og hann gav mangan ÍBV-leikarunum mikið høvuðbrýggj Mynd: Álvur Haraldsen Andrew kom væl frá byrjan Andrew av Fløtum nýtti bert fýra minuttir at fáa sítt fyrsta mál í hesum kappingarárinum. Fremad Amager spældi á útivølli ímóti liðnum hjá Jón Róa Jacobsen, Frem. Jón Rói sjálvur var ikki við vegna skaða. Lokalupp- gerðin millum tey bæði varð spæld við miklari ferð og nógvum málum. Tá fýra minuttir vóru leiktir, var Andrew á blettinum og skoraði til 1-0. Frem svaraði tó aftur, og við tveimum málum frá Lars Brøgger og Morten Hamm hvørju- megin steðgin legði Frem seg framum. Men álopspartnarin hjá Andrew, Henrik Toft, javnaði til endaligu støðuna 2-2. Samanumtikið var hetta ein góð byrjan uppá kappingarárið hjá Andrew og teimum í Fremad Amager. Rógvi hevur skift venjara Vánaliga gongdin hevur havt við sær, at KR hevur skift venjaran út. Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir hjá honum í KR í Reykjavík hava fingið nýggjan venjara. Magnus Gilfason hevur sagt upp, og Sigurstein Gislason er settur sum nýggjur venjari. Hann hevur áður spælt við KR, og higartil í ár hev- ur hann verið unglinga- venjari í felagnum. KR hevur tapt fýra teir síðstu heimadystirnar, og vánaliga gongdin tveir teir fyrstu triðing- arnar av kappingini hev- ur seinastu vikurnar verið mett sum bumba undir venjaranum, og nú er hann farin úr starv- inum. Tað er stuttur summ- arsteðgur í íslendskum fótbólti hetta vikuskift- ið. Sunnudagin 7. august skal KR spæla á útivølli ímóti meistarunum og sannførandi oddaliðnum FH á Hafnafirði.