týsdagur 2. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
15
Símun Samuel-
sen fer til ÍA
Ungi vágbingurin Sím-
un Samuelsen hevur
skrivað undir ein trý ára
sáttmála við íslendska
felagið Keflavík.
Fyri nøkrum vikum
síðani var Símun í
Íslandi og royndarvandi,
og hann hevur eftir øll-
um at døma imponerað
venjaran í Keflavík, tí
teir vildu hava hann at
spæla fyri liðið skjótast
gjørligt.
Símun hevur spælt
væl fyri VB seinastu
tíðina, og hansara avrik
hava verið við til at lyfta
VB upp úr botninum,
har liðið lá fyrsta part av
kappingini.
Todi innskiftur
í teprum sigri
Todi Jónsson varð skift-
ur inn í seinna hálvleiki,
tá Start sunnukvøldið
vann tepurt á Molde.
Sostatt heldur Start fast
um oddasessin, eftir at
liðið í síðstu viku tapti í
landskappingini.
Todi varð skiftur inn í
67. minutti fyri Bjarte
Lunde Aarsheim. Fýra
minuttir seinni vann
Todi eitt hornaspark,
sum langt um leingi
endaði í netinum. Mál-
skjútti
var
Steinar
Pedersen.
Start er framvegis
fremst í bestu norsku
deildini - trý stig framm-
an fyri Vålerenga.
Bæði í B36 og millum
mótstøðumenninar
eru teir nøgdir við, at
føroyska liðið skal
spæla í Miðjyllandi
UEFA CUP
Jóannes Hansen
B36 umboðini vóru ikki á
staðnum, tá ið lutur fríggja-
dagin ella ólavsøkudag
varð drigin um, hvussu fe-
løgini skulu hittast í næsta
innleiðandi umfarinum í
UEFA Cup kappingini.
Skotbráðið var ov stutt at
ferðast frá fyrra dystinum
og til UEFA høvuðssætið,
áðrenn lutakastið, sum var
á middegi fríggjadagin.
Kjartan Mohr, formaður í
B36, fekk boðini um, at
B36 skal spæla ímóti FC
Midtjylland umvegis far-
telefonina, meðan hann var
á helluni í Tinganesi, har
tað hvørt ár verður skipað
fyri sangløtu, eftir at sang-
løtan á Tinghúsvøllinum er
av.
Frammanundan
hevði
UEFA flokkað feløgini, og
í Norðurbólkini vóru styrk-
ismettu feløgini, sum vóru
møgulig mótstøðufeløg hjá
B36, KRC Genk úr Belgia,
Halmstad úr Svøríki, Vik-
ing Stavanger og SK Brann
úr Noregi og FCM.
At luturin fall á danska
felagið dámdi B36 for-
manninum væl:
- Talan er um spennandi
mótstøðulið, og ferðingini
fara tað neyvan at standast
serligir trupulleikar av. Vit
skulu flúgva til Billund og
so koyra eitt sindur í bussi,.
Tað er nógv øðrvísi, enn
um vit skuldu farið eystur-
eftir, heldur Kjartan Mohr.
Tað, sum B36 formað-
urin iðrar seg mest um, er,
at Fróði Benjaminsen er
leikbannaður í fyrru upp-
gerðini, sum verður í Hern-
ing hósdagin 11. august.
Fróði fekk gula kortið, tá ið
B36 var í Vestmannaoyggj-
unum, og hann sá aftur gult
ólavsøkudag.
Stór uppliving
FC Midtjylland luttekur í
UEFA Cup kappingini, tí
teir fyrr í summar vunnu
bronsukrónur í superliguni.
Talan er um rættuliga nýtt
felag. Tað er stovnað 1. juli
í 1999 og er samanrenning
av Herning Fremad og
Ikast FS.
Felagið spælir heima-
dystirnar á SAS arenuni í
Herning. Talan er um
spildurnýtt
stadion,
og
FCM stendur seg vanliga
ógvuliga væl á heimavølli.
Millum spælararnar eru
eitt nú vandamiklu álops-
spælararnir David Nielsen
og Frank Kristensen.
- Bæði ítróttarliga og
hvat ferðingini viðvíkur er
talan um ógvuliga gott
lutakast,
sigur
Jens
Ørgaard, ítróttarstjóri, og
hann heldur fram:
- Fótbólturin í Føroyum
er í spennandi menning, og
vit gleða okkum at fáa høvi
at síggja henda partin av
kongaríkinum. Tað eru bara
tey fægstu her í Danmark,
sum fáa tað høvið.
FCM skal spæla í Havn-
ini hósdagin 25. august.
Fróði verður leikbannaður
verður roknað við, at hann
fer at spæla aftur.
So var lív og rómur í
Gundadali.
B36
hevði
takið. Ingi Højsted vísti
styrki, sum ivaleyst bóru
pluss við sær í bókina hjá
landsliðsvenjaranum, Fróði
Benjaminsen var sera stinn-
ur í miðverjuni, Santos vísti
síni góðu fótbóltsevni og
Klæmint Matras tuskaði,
bant saman og bakkaði upp
soleiðis, sum lítið sjálv-
sóknir og týdningarmiklir
spælarar gera tað.
Alt bendi á heimasigur
og framhaldandi luttøku -
uttan søguligu hagtølini.
Og fýra minuttir undan
steðginum lagaði tað seg
soleiðis, sum tað á ongan
hátt mátti gera. Eftir B36
bólttap og skjótt mótálop
fekk ÍBV fríspark mitt fyri
og seytjan metrar úr mál-
inum. Manngarðurin var
stórur, og Jákup tóktist líta
heilt og fult á, at garðurin
skuldi verja annan helm-
ingin av málinum, og at
hann tískil skuldi taka sær
av hinum helminginum.
Ian Jeff lyfti spakuliga
upp um manngarðin, og tá
ið bólturin datt niður í B36
málið, spøkti kenslan, at
tað enn eina ferð skuldi
fara at kiksa, hóast tað
hevði sæð so ljóst út.
Men B36 helt høvdið
kalt. Teir settu máttleysa
íslendska ÍBV upp á pláss,
og stinna B36 verjan syrgi
saman við verjukenda mið-
vøllinum fyri, at ÍBV ikki
fekk óhugnaliga týdningar-
mikla næsta málið. Tað
eydnaðist.
Í hinum endanum eydn-
aðist tað at fáa eitt mál
afturat. Síðstu løtuna vóru
tað tey, sum vendu sær
burtur, tá ið ÍBV einstakar
ferðir otaði seg fram á B36
hálvuna, og neglirnar vóru
heilt niðurbitnar hjá fleiri,
tá ið dómarin úr Luksem-
borg hevði bríkslað fyri
síðstu ferð.
Íslendingarnir
vórðu
sendir tómhentir aftur í
Oyggjarnar, og B36 setti
kós úr Ólavsøkuni og suður
í Europa! Tað bar nýtt
kapitul í føroysku fótbólts-
søguni við sær.
Ingi Højsted stóð seg sera væl á miðvøllinum hjá B36, og hann gav mangan ÍBV-leikarunum
mikið høvuðbrýggj
Mynd: Álvur Haraldsen
Andrew kom væl
frá byrjan
Andrew av Fløtum nýtti
bert fýra minuttir at fáa
sítt fyrsta mál í hesum
kappingarárinum.
Fremad
Amager
spældi á útivølli ímóti
liðnum hjá Jón Róa
Jacobsen, Frem. Jón Rói
sjálvur var ikki við
vegna skaða. Lokalupp-
gerðin millum tey bæði
varð spæld við miklari
ferð og nógvum málum.
Tá fýra minuttir vóru
leiktir, var Andrew á
blettinum og skoraði til
1-0.
Frem svaraði tó aftur,
og við tveimum málum
frá Lars Brøgger og
Morten Hamm hvørju-
megin
steðgin
legði
Frem seg framum.
Men
álopspartnarin
hjá Andrew, Henrik Toft,
javnaði
til
endaligu
støðuna 2-2.
Samanumtikið
var
hetta ein góð byrjan
uppá kappingarárið hjá
Andrew og teimum í
Fremad Amager.
Rógvi hevur
skift venjara
Vánaliga gongdin hevur
havt við sær, at KR
hevur skift venjaran út.
Rógvi Jacobsen og
liðfelagarnir hjá honum
í KR í Reykjavík hava
fingið nýggjan venjara.
Magnus Gilfason hevur
sagt upp, og Sigurstein
Gislason er settur sum
nýggjur venjari. Hann
hevur áður spælt við
KR, og higartil í ár hev-
ur hann verið unglinga-
venjari í felagnum.
KR hevur tapt fýra teir
síðstu heimadystirnar,
og vánaliga gongdin
tveir teir fyrstu triðing-
arnar av kappingini hev-
ur seinastu vikurnar
verið mett sum bumba
undir venjaranum, og nú
er hann farin úr starv-
inum.
Tað er stuttur summ-
arsteðgur í íslendskum
fótbólti hetta vikuskift-
ið. Sunnudagin 7. august
skal KR spæla á útivølli
ímóti meistarunum og
sannførandi oddaliðnum
FH á Hafnafirði.