Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 23 Vinnaratíðirnar í ólavsøkuróðrinum hesa ferð vóru millum tíggju og tjúgu sekund lakari enn gomlu mettíðirnar eru ÓLAVSØKURÓÐUR Jóannes Hansen Tað gekk bæði skjótt og væl at avgreiða ólavsøku- kappróðurin. Umframt sjey FM róðrar vóru tveir alva- róðrar og tríggir oldboys og oldgirls róðrar á skránni. Árarnar til fyrsta FM róð- urin vórðu lagdar í sjógv klokkan trý, og hon var ikki meiri enn trý korter til fimm, tá ið 10-mannaførini fóru um málið, og tað har- við varð sett punktum fyri róðrarárið 2005. Tveir bátar vunnu allar sjey FM róðrarnar. Teir vóru 6-mannafarið Jarn- bardur við kvinnum og 8- mannafarið Nevið Reyða. Klaksvíkingarnir fingu Út- varpssteypið, og tær um- borð á Jarnbardi endur- vunnu steypið hjá Niclasi í Koltri, sum tær í fjør fingu saman við Útvarpssteypin- um. Felags fyri allar vinnar- arnar í ólavsøkuróðrinum var, at teir eisini vunnu FM. Líkindini at rógva og at hyggja at kappróðri vóru framúr hesa ferð. Tað var sól og næstan stilli. Lítla lotið var ímóti. Um tað er lotið, sum hevur ávirkað, ella um tað eru onnur við- urskifti, sum bæði í ár og nógvu tey undanfarnu árini hava gjørt seg galdandi, ber ikki til at svara. Tað er tó ein veruleiki, at róðrartíðirnar hesa ferð ikki stóðu mát við tær tíðirnar, sum sambært heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, drekin.fo, eru mettíðirnar frá ólavsøkuróðrum. Klokkuskipanin, sum hevur verið nýtt á ólavsøku, hevur ikki altíð verið tann, sum nú verður nýtt, og tað kann væl hugsast, at hetta hevur ávirkað. Undir øllum umstøðum er tað ein veru- leiki, at vinnaratíðirnar hesa ferð vóru væl lakari, enn mettíðirnar eru tað. Skálabáturin endaði aft- astur á ólavsøku hesa ferð. Men skálamenn eiga fram- vegis bestu ólavsøkutíðina yvirhøvur. Hesa ferð var vinnaratíðin hjá Eysturoy- ingi 4.06.16. Tá ið Skála- báturin setti met í 1992 var tað við 3.52.00 ella meiri enn tólv sekund skjótari, enn Eysturoyingur róði stutta teinin hesa ferð. Ørvur eigur metið hjá 8- mannaførunum. Tað setti hann í 1999, tá ið vinnara- tíðin var 4.03.21. Hesa ferð vann Nevið Reyða við tíð- ini 4.15.20 ella tólv sekund lakari enn mettíðin. Gongurólvur vann FM í kappingini fyri 6-mannafør við monnum. Tíðin var 4.25.09. Hetta var tíggju sekund lakari enn vinnara- tíðin hjá Sølmundi í 1983, sum var 4.15.40. Tá ið dreingirnir á Fípuni Føgru tryggjaðu sær FM, var vinnaratíðin 4.34.07. Mettíðin hjá Súluni er frá 1994. Tá var vinnaratíðin 4.14.68. Tað vil siga, at vinnaratíðin hesa ferð var tjúgu sekund lakari enn mettíðin. Gongurólvur eigur met- tíðina í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Tíðin er 4.21.12, og Gongurólvur rakk met- tíðina í 1995. Hesa ferð vann Gongurólvur við 4.40.23. Sílið vann kvinnuróðurin við tíðini 4.53.08. Blikur vann genturóðurin við tíð- ini 5.01.15. Sammetingin hjá hesum er tíðin hjá Alduni í 1981, sum var 4.38.40. Klaksvíksdreingir vunnu fyri fyrstu ferð í 56 ár á ólav- søku, og teir tryggj- aðu sær fyrsta FM heitið í kappingini, sum hevur verið síðani í 1973 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Undan Ólavsøkuni var størsti FM spenningurin tann millum 5-manna- førini við dreingjum. Tað var møguleiki fyri, at teir í Rituni norðan úr Sundi kundu hótta fremsta pláss- ið hjá vinmonnunum í Klaksvík, men tað megnaðu teir ikki. Fípan Fagra legði seg skjótt á odda, og dreing- irnir úr Klaksvík megn- aðu væl og virðiliga at halda tørn um vinnara- plássið. Á málinum vóru teir eina bátslongd undan Rituni, sum aftur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Blik av Argj- um, sum í fjør var FM vinnari. Dreingjunum umborð á Fípuni Føgru verður ynskt hjartaliga tillukku við FM heitinum og sigrinum á Ólavsøku. Sigurin hjá dreingjunum úr Klaksvík á ólavsøku var merkisverdur. Hetta var fyrsta ferðin, at teir vunnu FM, síðani tað í 1973 varð farið at kappast eftir galdandi skipan. Tað vil siga síðani, at 7, 5, 4, 3, 2 og 1 stig fóru at verða lutað bátunum fyri 32 árum síðani. Frammanundan – frá 1964 og fram til og við 1972 – varð skipað fyri serligum FM róðri eftir Ólavsøku. Oftast varð kappast á Skálafjørðinum eina ferð í august. Í fyrstu kappingini – í 1964 – vunnu dreingirnir í Fípuni Føgru. Sigurin hjá Fípu dreingjunum var eisini merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin í 56 ár, at dreingir úr Klaks- vík vunnu á ólavsøku. Í 1949 vann Fípan Fagra á Sílinum. Tá vóru tað bara hesir báðir bátarnir, sum tóku lut. Síðani hevur Fípan Fagra ongantíð vunnið á ólavsøku. Kappingin um triðja plássið var rættuliga tøtt. Hon stóð millum bátarnar hjá HR og Argja Róðrar- felag. Blikur var bestur í tí kappingini, men Sílið, sum legði bragdliga fyri og vann í Sundalagnum, tryggjaði sær bronsumerk- ini. Gomlu metini standa framvegis Fípan skrivaði søgu fleiri ferðir Vinnaratíðirnar í ólavsøkuróðrinum hesa ferð vóru millum tíggju og tjúgu sekund lakari enn gomlu mettíðirnar eru. Her eru tað 5-mannaførini við dreingjum, sum stevna inn eftir Havnarvág Mynd: Álvur Haraldsen Lesið - so eru tit við