týsdagur 2. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 143 - 2. august 2005
Leygardagin var
móttøka í hugnaligu
hølunum aftanfyri
Gamla Bókhandil í
samband við, at
Gamli Bókhandil
fríggjadagin fylti 140
ár. Kunningarstovan í
Havn fer í framtíðini
eisini at húsast í
hølunum hjá Gamla
Bókhandli
GAMLI BÓKHANDIL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: D.Olsen
Móttøka var leygardagin í
Gamla Bókhandli í Havn.
Fyrst úti í góðveðrinum í
Bojsensgarði
aftanfyri
Bókhandilin. Seinni varð
farið innar í hugnaligu
hølini aftanfyri bókhandlin.
Tað eru 140 ár síðani
virksemið byrjaði í Gongini
í Havn og er Bókhandilin tí
millum elstu handilsvirkir í
landinum.
Halgir W. Poulsen, for-
maður í grunninum, sum
eigur og rekur Gamla
Bókhandil, beyð teim, sum
komu til móttøkuna, væl-
komnum og segði eitt
sindur um virksemið og
framtíðarætlanir, ið millum
annað snúgva seg um
umbyggingar og leigu av
eystara parti av hølunum til
Kunningarstovuna, sum so-
statt kemur at húsast á
Vaglinum
í
framtíðini.
Hann nevndi søguliga um
byrjanina í Gongini og um,
tá realskúlin (nú kent sum
Gamli Bókhandil, blðm.)
skuldi seljast á almennum
uppboði og metti Halgir
skemtandi, at hetta helst
hevur verið tátíðar einskilj-
ing.
Heitt var á løgtingið um
at ogna sær bygningin á
Vaglinum, fyri at tryggja
varðveitsluna, men ráðini
vóru ikki altíð so góð tá, so
hetta varð av ongum. Ognin
kom tí í familjuna hjá bók-
bindaranum fyri 25.000
krónur í 1917, ið var
hægsta boð.
Hetta var heppið, metti
Halgir W. Poulsen, og sip-
aði til varðveitsluna og
hann segði, at hesum ætlar
grunnurin at halda fram
við.
Eigararnir
stovnaðu
grunn í 1987, fyri at
tryggja
varðveitslu
og
framhaldandi virksemi.
Í nevndini sita eisini
Malan Marnersdóttir og
Tummas
Hanus
Dam.
Malan segði nøkur orð um
søguna og Tummas Hanus
um umbyggingarnar.
Umbyggingar verða nú
framdar í ásannan av, at
handilin er trupul at reka og
at tað er tungt at reka eitt
hús sum hetta.
Malan segði eitt sindur
um søguna, um stovnaran
av H.N.Jacobsens bók-
handli, Hans Nikolai (nevn-
ur Niklái) Jacobsen, sum
ikki var upprunaligur havn-
armaður, sum so mangur
við honum.
Mett varð, at bókhandilin
er millum elstu handils-
virkir í landinum, tí føroysk
handilsvirkir kunnu ikki
vera eldri enn 149 ár, tí
einahandilin var tikin av í
1856.
Á samkomuni leygar-
dagin í samband við 140
ára dagin møttu bóka-
áhugað, handilsfólk, so
sum aðrir bókhandlarar,
umframt fólk, ið vanliga
støkka innar ella hava
eitthvørt við handilsvirkið
ella familjuna at gera.
Gamli Bókhandil 140 ár
Fakta
Hans Nicolai Jacobsen, Hans Niklái, 1832-1919
1854: bókbindarí í Gongini - Klettaskot
1865: bókahandil
1870 uml.: fer undir bókaútgávu við Brúðarvísuni;
prentað í Keypmannahavn, seinni í bókahandlinum
1891: gevur Færøsk Kirketidende út (fyrsta blaðið kom
út í 1890, blaðstjóri var Emil Bruun), frá 1956: Kirkju-
tíðindi
1918: Handilin fluttur í gamla realskúlan
(Kelda: M. Marnersdóttir)
Á samkomuni leygardagin í
samband við 140 ára dagin
møttu bókaáhugaði,
handilsfólk, so sum aðrir
bókhandlarar, umframt fólk,
ið vanliga støkkainnar ella
hava eitthvørt við
handilsvirkið ella familjuna
at gera
Malan Marnersdóttir segði eitt sindur um søguna
Móttøka var leygardagin í Gamla Bókhandli í Havn. Fyrst úti í góðveðrinum í Bojsensgarði
aftanfyri Bókhandilin. Seinni varð farið innar í hugnaligu hølini aftanfyri bókhandlin.