Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 143 - 2. august 2005 Leygardagin var móttøka í hugnaligu hølunum aftanfyri Gamla Bókhandil í samband við, at Gamli Bókhandil fríggjadagin fylti 140 ár. Kunningarstovan í Havn fer í framtíðini eisini at húsast í hølunum hjá Gamla Bókhandli GAMLI BÓKHANDIL Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: D.Olsen Móttøka var leygardagin í Gamla Bókhandli í Havn. Fyrst úti í góðveðrinum í Bojsensgarði aftanfyri Bókhandilin. Seinni varð farið innar í hugnaligu hølini aftanfyri bókhandlin. Tað eru 140 ár síðani virksemið byrjaði í Gongini í Havn og er Bókhandilin tí millum elstu handilsvirkir í landinum. Halgir W. Poulsen, for- maður í grunninum, sum eigur og rekur Gamla Bókhandil, beyð teim, sum komu til móttøkuna, væl- komnum og segði eitt sindur um virksemið og framtíðarætlanir, ið millum annað snúgva seg um umbyggingar og leigu av eystara parti av hølunum til Kunningarstovuna, sum so- statt kemur at húsast á Vaglinum í framtíðini. Hann nevndi søguliga um byrjanina í Gongini og um, tá realskúlin (nú kent sum Gamli Bókhandil, blðm.) skuldi seljast á almennum uppboði og metti Halgir skemtandi, at hetta helst hevur verið tátíðar einskilj- ing. Heitt var á løgtingið um at ogna sær bygningin á Vaglinum, fyri at tryggja varðveitsluna, men ráðini vóru ikki altíð so góð tá, so hetta varð av ongum. Ognin kom tí í familjuna hjá bók- bindaranum fyri 25.000 krónur í 1917, ið var hægsta boð. Hetta var heppið, metti Halgir W. Poulsen, og sip- aði til varðveitsluna og hann segði, at hesum ætlar grunnurin at halda fram við. Eigararnir stovnaðu grunn í 1987, fyri at tryggja varðveitslu og framhaldandi virksemi. Í nevndini sita eisini Malan Marnersdóttir og Tummas Hanus Dam. Malan segði nøkur orð um søguna og Tummas Hanus um umbyggingarnar. Umbyggingar verða nú framdar í ásannan av, at handilin er trupul at reka og at tað er tungt at reka eitt hús sum hetta. Malan segði eitt sindur um søguna, um stovnaran av H.N.Jacobsens bók- handli, Hans Nikolai (nevn- ur Niklái) Jacobsen, sum ikki var upprunaligur havn- armaður, sum so mangur við honum. Mett varð, at bókhandilin er millum elstu handils- virkir í landinum, tí føroysk handilsvirkir kunnu ikki vera eldri enn 149 ár, tí einahandilin var tikin av í 1856. Á samkomuni leygar- dagin í samband við 140 ára dagin møttu bóka- áhugað, handilsfólk, so sum aðrir bókhandlarar, umframt fólk, ið vanliga støkka innar ella hava eitthvørt við handilsvirkið ella familjuna at gera. Gamli Bókhandil 140 ár Fakta Hans Nicolai Jacobsen, Hans Niklái, 1832-1919 1854: bókbindarí í Gongini - Klettaskot 1865: bókahandil 1870 uml.: fer undir bókaútgávu við Brúðarvísuni; prentað í Keypmannahavn, seinni í bókahandlinum 1891: gevur Færøsk Kirketidende út (fyrsta blaðið kom út í 1890, blaðstjóri var Emil Bruun), frá 1956: Kirkju- tíðindi 1918: Handilin fluttur í gamla realskúlan (Kelda: M. Marnersdóttir) Á samkomuni leygardagin í samband við 140 ára dagin møttu bókaáhugaði, handilsfólk, so sum aðrir bókhandlarar, umframt fólk, ið vanliga støkkainnar ella hava eitthvørt við handilsvirkið ella familjuna at gera Malan Marnersdóttir segði eitt sindur um søguna Móttøka var leygardagin í Gamla Bókhandli í Havn. Fyrst úti í góðveðrinum í Bojsensgarði aftanfyri Bókhandilin. Seinni varð farið innar í hugnaligu hølini aftanfyri bókhandlin.