týsdagur 2. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
21
Á ólavsøku hevur eitt
sera stásiligt far ligið
inni í krókinum í
Vágsbotni. Ofta veitra
útlendsk fløgg á so
stórum og stásiligum
stuttleikabátum, men
so er ikki hesaferð, tí,
Merkið er vundið á
stong. Hetta eru
nevniliga vágbingar,
sum hava hildið
ólavsøku og hava búð
undir glæsiligum um-
støðum mitt í Havn
STUTTLEIKABÁTUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Vágsbotni hevur eitt
stásiligt far ligið um ólav-
søkuna. Ein stórur og stási-
ligur stuttleikabátur hevur
sett dám á havnamyndina í
Vágsbotni og líkasum eis-
ini givið navninum "Vágs-
botnur" annan dám, tí tað
eru nevniliga vágbingar,
sum her hava vitjað havnar-
vág ólavsøkudagarnar.
Báturin er komin til
Føroya fyri eini viku síðani
og hann er keyptur úr New
York. Hann fær navnið
Ester.
Báturin er 38 føtur. Hann
er 11,6 metrar til longdar
og 4,20 breiður. Hann
hevur tveir 175 hk diesel-
motorar og gongur 18 míl.
Báturin er 17 ára gamal,
men sær út sum nýggjur.
Tað er Andre Johannesen
úr Vági, sum hevur keypt
bátin og hann hevur leitað í
meira enn tvey ár fyri at
finna ein slíkan bát fyri
rímuligan penga, og nú er
tað eydnast og hann er væl
nøgdur við bæði keypsprís
og bát.
Andre, ið er skipsførari,
fór eftir bátinum í Gøte-
borg og ætlaði at sigla hann
til Føroya. Fyrst sigldu tey
eini 10 dagar í Kattegat,
men tað vísti seg, at veðrið
var ikki til vildar og kom
báturin tí til Føroya við
Bliki.
Andre, konan Mei-Britt
og børn teira og vinfólkini
Tórur og Ingun Poulsen og
børn teirra hava hildið
ólavsøku umborð á báti-
num í Havn. Tey fóru úr
Vági týsdagin og løgdu
leiðina til Skúvoyar. So til
Vestmanna, har tey lógu
nátt. Síðani undir brúnna
við Streymin og gjøgnum
Eiðisflógvan og so komu
tey til Havnar mikudagin.
8 fólk eru tey, sum hava
verið umborð og hava búð
mitt í Havnini á ólavsøku.
Hetta hevur verið óført og
eisini hava fleiri nýtt høvið
at vitja umborð á stásiliga
bátin ólavsøkudagarnar.
Og umstøðurnar eru góð-
ar og plássið gott.
Báturin hevur tvey dupult
sovikømur, saloon, har ein
eisini kann reiða dupult
upp, tvey wc og eitt
baðirúm, gallu og sonevnda
flybridge. Hetta er omaná
stýrhúsinum, har til ber at
stýra og annars at hugna
sær í góðum sofum.
Vágbingarnir fóra avstað
úr Vágsbotni aftur sunnu-
morgunin.
Vágbingar í Vágsbotni