Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 21 Á ólavsøku hevur eitt sera stásiligt far ligið inni í krókinum í Vágsbotni. Ofta veitra útlendsk fløgg á so stórum og stásiligum stuttleikabátum, men so er ikki hesaferð, tí, Merkið er vundið á stong. Hetta eru nevniliga vágbingar, sum hava hildið ólavsøku og hava búð undir glæsiligum um- støðum mitt í Havn STUTTLEIKABÁTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í Vágsbotni hevur eitt stásiligt far ligið um ólav- søkuna. Ein stórur og stási- ligur stuttleikabátur hevur sett dám á havnamyndina í Vágsbotni og líkasum eis- ini givið navninum "Vágs- botnur" annan dám, tí tað eru nevniliga vágbingar, sum her hava vitjað havnar- vág ólavsøkudagarnar. Báturin er komin til Føroya fyri eini viku síðani og hann er keyptur úr New York. Hann fær navnið Ester. Báturin er 38 føtur. Hann er 11,6 metrar til longdar og 4,20 breiður. Hann hevur tveir 175 hk diesel- motorar og gongur 18 míl. Báturin er 17 ára gamal, men sær út sum nýggjur. Tað er Andre Johannesen úr Vági, sum hevur keypt bátin og hann hevur leitað í meira enn tvey ár fyri at finna ein slíkan bát fyri rímuligan penga, og nú er tað eydnast og hann er væl nøgdur við bæði keypsprís og bát. Andre, ið er skipsførari, fór eftir bátinum í Gøte- borg og ætlaði at sigla hann til Føroya. Fyrst sigldu tey eini 10 dagar í Kattegat, men tað vísti seg, at veðrið var ikki til vildar og kom báturin tí til Føroya við Bliki. Andre, konan Mei-Britt og børn teira og vinfólkini Tórur og Ingun Poulsen og børn teirra hava hildið ólavsøku umborð á báti- num í Havn. Tey fóru úr Vági týsdagin og løgdu leiðina til Skúvoyar. So til Vestmanna, har tey lógu nátt. Síðani undir brúnna við Streymin og gjøgnum Eiðisflógvan og so komu tey til Havnar mikudagin. 8 fólk eru tey, sum hava verið umborð og hava búð mitt í Havnini á ólavsøku. Hetta hevur verið óført og eisini hava fleiri nýtt høvið at vitja umborð á stásiliga bátin ólavsøkudagarnar. Og umstøðurnar eru góð- ar og plássið gott. Báturin hevur tvey dupult sovikømur, saloon, har ein eisini kann reiða dupult upp, tvey wc og eitt baðirúm, gallu og sonevnda flybridge. Hetta er omaná stýrhúsinum, har til ber at stýra og annars at hugna sær í góðum sofum. Vágbingarnir fóra avstað úr Vágsbotni aftur sunnu- morgunin. Vágbingar í Vágsbotni