týsdagur 2. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 143 - 2. august 2005
ÓLAVSØKUPRÆDIKAN
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Umhvørvi.
Útbúgving.
Oljuvinna.
Menningar-
hjálp. Yvirgangur. Útlend-
ingar...
Ólavsøkuprædikan í ár,
sum Vágs prestur Patrick
de Neergaard helt í Havnar
Kirkju ólavsøkudag, var
eyðkend av einum boð-
skapi, sum í stóran mun var
stílað til teir politikarar,
sum sótu í kirkjuni og
lýddu á. Umframt andaliga
og gudfrøðiliga innihaldið
vóru fleiri ítøkilig politisk
mál viðgjørd á ein avbjóð-
andi hátt mótvegis politiska
myndugleikanum, og præ-
dikan bar tí brá av eini
sameining av andaligum og
verðsligum innihaldi.
Samfelagssálin
Patrick de Neergaard nýtti
ein part av tíðini til aftur-
lítandi at hugleiða um før-
oyska mentan, søgu og
siðaarv. Boðskapurin á
hesum øki var, hvussu stóra
ávirkan kristna trúgvin
hevur havt á Føroya søgu,
og hvussu forfedrar okkara
bygdu hetta land við eini
grundfestari trúgv á hin al-
valda. Í hesum høpi gjørdi
Patrick de Neergaard eina
roynd at allýsa føroyska
samleikan sum kristnan
burturav, men samstundis
setti
hann
spurningin,
hvussu fólksins samleiki,
fólksins sál, kann missa sítt
virði og innihald. Í hesum
høpi setti prestur henda
spurning:
- Vi kristne ved, at ethvert
menneske har en sjæl, men
findes der mon en sam-
fundssjæl? Og hvis et
menneske kan miste sin
sjæl, sit liv, kan et samfund
ikke på lignende måde
miste ånden og identiteten?
Við hesum viðkomandi
spurningi varð ljós kastað á
sjálvt stríðið um føroysku
fólkasálina, og dupultu
spurningarnir snúðu seg
tískil bæði um persónligan
og samfelagsligan sam-
leika. Við øðrum orðum
undirstrikaði Patrick de
Neergaard, at eitt samfelag
er undir støðugari hóttan at
missa sín anda, sín sam-
leika. Og prestur gav eisini
sítt svar uppá spurningin
um, hvat eigur at eyðkenna
føroysku samfelagssálina.
Eins og forfedrar okkara
eiga eisini vit at taka upp
krossin og við stóra kær-
leiksboðnum vera við til at
mynda heimin.
Politiskur boðskapur
Í samband við lýsingina av
føroysku samfelagssálini
fekk talan ein politiskan
profil burturav, sum varð
beinleiðis vend móti polit-
iska myndugleikanum, sum
sat í fullu kirkjuni og lýddi
á. Fyrst vóru nakrar við-
merkingar um, hvussu víð-
gongdur átrúnaður og víð-
gongd nationalisma kunnu
føra til fremmandahatur og
intoleransu. Í staðin skulu
Føroyar vera eitt ljós "fyri
øll fólkasløg", bæði við
einum útlendingapolitikki,
sum viðurkennir øll fólka-
sløg, allan húðarlit og allar
mentanir, men eisini við
einum virknum engage-
menti uttanfyri landoddar-
nar, har okkara politiska
arbeiði røkkur út um okk-
um sjálvi. Føroyski mynd-
ugleikin eigur við øðrum
orðum at vera á varðhaldi
fyri allari ekstremismu,
sum er rótin til yvirgang og
líðing kring allan heimin.
Hesin parturin av taluni
tyktist hava ta niðurstøðu,
at okkara politiska virk-
semi og arbeiði eigur at
koma øllum fólkasløgum til
góðar, bæði innanfyri og
uttanfyri landoddarnar. Eitt
gott samfelag er meiri enn
eitt fíggjarliga ríkt sam-
felag, og talan varð tí eyð-
kend av eini sterkari sosi-
alari tilvitsku um ta ábyrgd,
sum vit hava yvir fyri okk-
ara neyðstøddu næstrum í
tilafturskomnum
økjum
kring heimin.
Síðani
komu
nakrar
viðmerkingar um útbúgv-
ing. Eitt høgt útbúgving-
arstøði gevur okkum møgu-
leikan at senda okkara virði
og hugsanir út í stóru verð,
samstundis sum vit við økt-
um útbúgvingarstøði gerast
før fyri at standa ímóti tí
partinum av globalu mo-
derniseringsprosessini,
sum kann oyðileggja lokalu
mentanina, lokala sam-
leikan og lokalu virðini.
Í nøkrum fáum setning-
um hugleiddi Patrick de
Neergaard um eina møgu-
liga oljuvinnu og avleiðing-
um tess. Í hesum høpi kast-
aði hann ljós á okkara um-
hvørvispolitisku ábyrgd, og
hvussu materialisma og
fíggjarligur
vinningur
kunnu máa støði undan
øðrum virðum, sum vit sum
ábyrgdarfullir
borgarar
hava skyldu til at verja.
Prestur kastaði ljós á,
hvussu ein búskaparligur
vøkstur og økt vinnuvirk-
semi eisini kunnu hava
skaðilig árin á føroysku
fólkasálina.
Røðan fekk við hesum
ein dupultan týdning við
einum dupultum endamáli.
Samstundis sum røðan var
ein persónliga áheitan til
"vanliga" fólkið um at lata
kristnu virðini koma til
sjóndar í teirra persónslívi,
var hon eisini ein sosial,
politisk og búskaparlig av-
bjóðing til tann partin av
fólkinum, sum sat og lurt-
aði sum politiskur myndug-
leiki í Havnar Kirkju ólav-
søkudag.
Ov umfatandi
Yvirornaði boðskapurin á
ólavsøkuprædikuni í ár
tyktist við øðrum orðum
vera, at nú skulu politikar-
arnir úr kirkjuni og niðan í
løgtingið at fremja í verki
tey virði, sum prædikað
varð um. At nú skal polit-
iski myndugleikin seta sær
fyri at varðveita, verja og
styrkja føroysku sálina,
okkara felags samleika,
hvørs virði eru grundfest í
kristna siðaarvinum.
Men samstundis kann
sigast um prædikuna, at
hon rúmaði so nógv og
fevndi so víða, at tað var
torført at finna ein einstak-
an yvirornaðan boðskap,
ein reyðan tráð og ein
skipaðan bygnað. Í so fáum
orðum, sum ein ólavsøku-
prædika skal vera, hevur
Patrick de Neergaard roynt
at komið so víða, at tað í
ein mun hevur verið torført
hjá áhoyrarunum at fáa
fatur á reyða tráðnum, og
við nøkrum innihaldsligum
avmarkingum hevði boð-
skapurin møguliga verið
greiðari og einfaldari. Alt í
alt ein visioner og ambitiøs
prædika, sum hevði nógv
upp á hjarta.
Stríðið fyri føroysku fólkasálini
Ársins ólavsøkuprædika, sum irakiski/danski presturin í Vági, Patrick de Neergaard, helt í Havnar Kirkju ólavsøkudag, fevndi
víða og var ein beinleiðis áheitan á politiska myndugleikan um at verja og styrkja føroysku samfelagssálina við støði í kristna
siðaarvinum, sum forfedrar okkara bygdu á
Mynd: Bárður Lydersen
Ársins ólavsøkuprædika, sum innihaldsliga fevndi sera víða, var ein áheitan á politiska
myndugleikan um at verja og styrkja føroysku fólkasálina við støði í kristnu grundvirðunum