Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 2. august 2005 27 Føroyski framherjin í Start roknar við, at tað vóru nógva og strævna venjingin og broytingar í kostsamansetingini, sum vóru orsøkin til, at hann leygarnáttina eina løtu var uttan vit og varð innlagdur á sjúkrahúsið í Kristian- sand ÚTISETI Jóannes Hansen Vikuskiftið var ógvuliga turbolent hjá Toda Jónsson í Kristiansand. Norskir fjøl- miðlar søgdu seg í síðstu viku rokna við, at hann fór at vera millum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Men Todi var bara á vøllinum í einar tjúgu minuttir. - Í síðstu viku gekk tað rættuliga væl hjá mær undir venjingunum. Eg kenni meg vera betri fyri, enn eg havi verið í eini tvey ár ella meiri enn tað, sigur Todi Jónsson úr Kristiansand. Tað var ein ógvuliga baldrut leygarnátt, sum var orsøkin til, at Todi ikki var millum teir fyrstu ellivu sunnukvøldið, tá ið Start hevði vitjan av Molde. Todi Jónsson greiðir so- leiðis frá, hvussu tað gekk fyri seg, at hann tíðliga leygarmorgunin endaði á sjúkrahúsinum í Kristian- sand, har hann var undir eftirliti inntil leygarkvøld- ið. - Eg kendi meg vera væl upplagdan í síðstu viku. Fríggjakvøldið var eg troyt- tur, tá ið eg fór til songar. Leygarmorgunin um seks tíðina vaknaði konan við, at eg hevði krampar í kropp- inum og skalv illa. Hon royndi at fáa samband við meg, men tað eydnaðist ikki í fyrstu atløgu. Hon sigur, at hetta helt á í einar tríggjar minuttir. So fekk hon samband við meg. Vit royndu at fáa fatur í lækna, men so gjørdu vit av at fara á sjúkrahúsið, og har var eg undir eftirliti inntil leyg- arkvøldið, greiðir Todi frá úr Kristiansand. Tá ið vit spyrja, hvat hetta var fyri nakað, so svarar hann soleiðis: - Á sjúkrahúsinum kann- aðu teir hjartað, blóð- trýstið, blóðprosentið og høvdið. Onkur skannara- kanning skal gerast í hesi vikuni, men higartil hava teir einki óregluligt sæð. Eg var ógvuliga troyttur, og eg kendi meg máttleysan, tá ið eg fór av aftur sjúkrahús- inum og til hús. Eg boðaði teimum í Start frá, hvussu støðan var. Eg var á beink- inum sunnukvøldið, og eg spældi tjúgu minuttir. Men eg var verri enn so væl upp- lagdur, sum eg var í síðstu viku. Hava teir sagt nakað um, hvat teir halda vera orsøk- ina til tilburðin? - Læknarnir siga, at hetta líktist líkfalli ella epilepsi. Tað havi eg ongantíð áður upplivað, og teir siga, at tað væl kann hugsast, at talan hevur verið um eitt einstakt herðindi, sum hevur gjørt um seg orsaka av serligum umstøðum. Hvørjar heldur tú tær hava verið? - At eg havi vant ógvuliga hart og etið øðrvísi, enn eg havi gjørt í Keypmanna- havn. Í FCK var venjingin sjáldan so nógv og hørð, sum hon hevur verið her. Tað komst av, at FCK spældi nógvar dystir, og at tað tískil var neyðugt hjá teimum, sum spældu nógv, at koma seg aftur og harvið at hvíla nógv. Tað kendist aftur á allari venjingini. Her havi eg kent venjingina soleiðis, sum eg gjørdi, tá ið eg fyri tólv árum síðani fór at royna meg í Lyngby. Tað dámar mær væl, men tað kann hugsast, at hetta hevur ávirkað meg saman við broytta kostinum. Hvussu tá? - At eg havi nýtt væl meiri orku her, enn eg havi gjørt leingi í FCK, ber ivaleyst við sær, at tað er neyðugt at eta meiri. Tað havi eg ikki gjørt. Tað kann eisini væl hugsast, at tað hevur ávirkað, at eg ikki havi etið tað sama her, sum eg havi etið í Danmark. Nú ætli eg mær at fara aftur til danska matin og at vera uppaftur meiri tilvitaður um, hvat og hvussu eg eti og drekki, enn eg havi verið hesar fyrstu vikurnar í Noregi, sigur Todi Jónsson. Í gjár var hann aftur og vandi við Start. Tað mundi vera ógvusligt hjá Andreu at uppliva hetta leygarnáttina? - Tíbetur var beiggi henn- ara og vitjaði okkum, so hon var ikki einsamøll. Men hetta var einki serliga hugaligt fyri nakran okk- ara. Tú ert rættuliga opin um hetta. Tað kundi kanska verið hugsandi, at tú tagdi hetta burtur? - Tann tankin var har beinanvegin. Men tá ið eg kom á stadion seinnapartin í gjár, skilti eg á lagnum, at hetta longu var almenn vitan í Kristiansand, sum ikki er so ógvuliga stórur býur. Eg veit ikki, hvussu tíðindini vóru komin út, men tá ið støðan var soleiðis, valdi eg bara at leggja kortini á borðið. Tað roynist sum oftast best. Hvussu ert tú fyri nú? - Eg skal til onkra kann- ing afturat. Sum sagt so eri eg í betri venjingarstøðu nú, enn eg havi verið í fleiri ár. Eg kendi meg ógvuliga troyttan sunnudagin, men nú gongur tað skjótt rætta vegin. Fyrrapartin í gjár fór Todi Jónsson undir nýggja ar- beiðsviku í Start Kristian- sand. Mikukvøldið skal Start á heimavølli verja oddasessin móti Lyn, sum er á fimta plássinum. Ólavsøka 2005 - Alvaróður dreingir 1 Havfrúgvin 02:02.02 2 Fípan Fagra 02:03.00 3 Royndin Fríða 02:05.16 4 Sílið 02:10.15 5 Ritan 02:14.22 6 Dúgvan 02:16.12 7 Falkur 02:27.07 Ólavsøka 2005 - Alvaróður gentur 1 Drekin 02:12.09 2 Tekla 02:13.02 3 Ørnin 02:13.12 4 Sílið 02:14.13 5 Dúgvan 02:14.17 6 Firvaldur 02:15.05 7 Royndin Fríða 02:16.02 8 Hvassi 02:16.20 9 Ritan 02:17.15 10 Falkur 02:31.02 Ólavsøka 2005 - 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 04:34.07 2 Ritan 04:37.11 3 Blikur 04:42.17 4 Sílið 04:43.05 5 Drekin 04:44.13 6 Tjaldrið 04:49.21 7 Dúgvan 04:54.12 8 Tekla 04:58.18 Støðan í FM - 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 43 2 Ritan 38 3 Sílið 26 4 Blikur 21 5 Drekin 19 6 Tjaldrið 7 7 Dúgvan 0 1G 8 Tekla 0 Ólavsøka 2005 - 6 mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 04:40.23 2 Riddarin 04:47.15 3 Lómur 04:48.15 4 Páll Fangi 04:54.24 5 Víkingur 04:57.22 6 Sølmundur 05:05.24 Støðan í FM - 6 mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 49 1G 2 Riddarin 35 3 Lómur 28 4 Páll Fangi 21 1G 5 Sølmundur 12 1G 6 Víkingur 4 7 Gongurólvur 2 Ólavsøka 2005 - 5 mannafør gentur 1 Blikur 05:01.15 2 Tekla 05:04.24 3 Drekin 05:06.20 4 Tjaldrið 05:07.23 5 Erla Kongsdóttir 05:30.20 - Havfrúgvin 1R - Havfrúgvin 1R Støðan í FM - 5 mannafør gentur 1 Blikur 45 2 Drekin 34 1G 3 Tekla 27 4 Tjaldrið 25 1G 5 Erla Kongsdóttir 9 2G 6 Havfrúgvin 8 1G 2R Ólavsøka 2005 - 6 mannafør menn 1 Gongurólvur 04:25.09 2 Sundabáturin 04:26.01 3 Jarnbardur 04:27.06 4 Sølmundur 04:29.02 5 Strálan 04:29.11 6 Hósvíkingur 04:32.03 7 Lómur 04:34.17 8 Víkingur 04:35.15 9 Stjørnan 04:37.10 10 Páll Fangi 04:39.11 11 Kollfriðingur 04:43.24 12 Fuglfirðingur 04:51.04 Støðan í FM - 6 mannafør menn 1 Gongurólvur 44 1G 2 Jarnbardur 36 1G 3 Sundabáturin 22 4 Sølmundur 21 2G 5 Strálan 19 1R 6 Hósvíkingur 5 1G 7 Páll Fangi 3 1G 8 Lómur 2 9 Víkingur 2 10 Smyril 0 11 Stjørnan 0 12 Kollfriðingur 0 13 Fuglfirðingur 0 1G Ólavsøka 2005 - 8 mannafør menn 1 Nevið Reyða 04:15.20 2 Kvíkvíksbáturin 04:21.13 3 Ørvur 04:22.17 4 Argjabáturin 04:23.04 5 Árnfirðingur 04:26.18 6 Knørrur 04:30.16 7 Miðvingur 04:32.22 Støðan í FM - 8 mannafør menn 1 Nevið Reyða 49 2 Kvívíkingur 30 1G 3 Argjabáturin 25 1G 4 Ørvur 24 1G 5 Árnfirðingur 14 6 Kvíkvíksbáturin 5 7 Miðvingur 5 1G 8 Knørrur 2 Ólavsøka 2005 - 5 mannafør kvinnur 1 Sílið 04:53.08 1G 2 Fípan Fagra 04:56.15 1G 3 Drekin 04:57.09 4 Blikur 04:57.12 5 Frúgvin 04:58.08 6 Royndin Fríða 05:02.06 1G 7 Ritan 05:02.19 8 Junkarin 05:06.02 9 Ørnin 05:07.08 10 Firvaldur 05:07.17 1G 11 Falkur 05:17.08 Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur 1 Sílið 47 1G 2 Fípan Fagra 29 1G 3 Blikur 27 4 Frúgvin 21 1G 5 Drekin 16 2G 6 Firvaldur 9 1G 7 Royndin Fríða 5 1G 8 Ritan 0 9 Junkarin 0 10 Ørnin 0 1G 11 Falkur 0 Ólavsøka 2005 - 10 mannafør menn 1 Eysturoyingur 04:06.16 2 Vágbingur 04:10.05 3 Havnarbáturin 04:11.06 4 Nólsoyingurin 04:11.09 5 Hoyvíkingur 04:12.18 6 Skálabáturin 04:14.18 Støðan í FM - 10 mannafør menn 1 Eysturoyingur 47 2 Nólsoyingurin 33 1G 3 Hoyvíkingur 25 4 Havnarbáturin 23 5 Vágbingur 19 6 Skálabáturin 8 7 Vestmenningur 0 1G G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum. Todi misti vitið og varð innlagdur Allar róðrartíðirnar Niðanfyri eru allar tíðirnar í FM kappróðrinum og alvaróðrinum