týsdagur 2. august 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 143 - 2. august 2005
Allir tríggir
kvinnuróðrarnir
vórðu vunnir av
høvuðsstaðarbátunu
m, sum longu
frammanundan
høvdu tryggjað sær
FM, og í øllum
førunum var talan
um sannførandi
sigrar
KVINNURÓÐURIN
Jóannes Hansen
Í teimum fýra FM kapping-
unum við mannfólkamann-
ingum hevur kappingarárið
ikki hilnast nakað serligt
hjá óføru kappróðrarfeløg-
unum í høvuðsstaðnum. Í
hvussu so er ikki, tá ið tað
hevur snúð seg um vinnar-
arar. Bara ein manning –
menninir umborð á Gongu-
rólvi – vunnu meistaraheit-
ið.
Øðrvísi hevur tað verið
hjá kvinnunum. Har hevur
eingin staðið høvuðsstaðn-
um kurl. Manningar úr
høvuðsstaðnum hava vunn-
ið allar FM kappingarnar.
Merkisvert er, at talan er
um manningar úr trimum
feløgum. Kvinnurnar um-
borð á Sílinum hjá Havnar
Róðrarfelag hava vunnið
fyrstu FM kappingina í
nýggja róðrarbólkinum fyri
5-mannafør við kvinnum.
Genturnar
umborð
á
Bliki hava endurvunnið
kappingina í 5-mannafør-
um við gentum, og Gongu-
rólvur hjá Róðrarfelagnum
Knørri var eins suverenur á
Ólavsøku, sum tær kvinn-
urnar hava verið í øllum
hinum seks kappingunum
fyrr í summar. Allar vinn-
aramanningarnar hava ver-
ið sannførandi, og á ólav-
søku vórðu FM sigrarnir
rudduliga staðfestir. Allir
tríggir vinnara bátarnir
vóru leysir av teimum
næstu, tá ið teir komu á
mál.
Jarnbardur var meiri enn
tvær bátslongdir framman-
fyri Riddaran, sum var í
rættiliga tættari kapping við
Lóm. Úrslitini vóru annars
nett tey somu, sum tey hava
verið. Lómur vann enn eina
ferð bronsumerkini, og Páll
Fangi endaði enn eina ferð
á plássinum aftanfyri heið-
ursmerkini.
Á ólavsøku í fjør eydnað-
ist tað Bliki at taka FM
heitið fyri nøsini á teimum
á Sílinum. Hesa ferð hevði
Blikur longu undan ólav-
søkuróðrinum væl og virði-
liga tryggjað sær FM heit-
ið. Tær vóru eina bátslongd
fyrri á mál á Ólavsøku enn
næsti báturin, og harvið
staðfestu tær fína úrslitið.
Drekin
hevði
longu
undan síðstu kappingini
tryggjað sær silvurmerkini.
Á ólavsøku varð Drekin
nummar trý. Tekla, sum
rættuliga hevur funnið ára-
lagið, var eina hálva báts-
longd fyrri á mál enn Drek-
in. Harvið tryggjaði Tekla
sær bronsumerkini í FM
kappingini. Undan ólav-
søkuni vóru tær úr Klaks-
vík javnar við Tjaldrið í
stigum.
Tjaldrið endaði á fjórða
plássinum – ein stóran skut
aftanfyri Drekan. Hav-
frúgvin legði bragdliga
fyri, men tær úr Vestmanna
fingu tvey gul og harvið
reytt kort fyri at stýra
skeivt. Erla Kongsdóttir var
enn eina ferð aftast.
Í kvinnukappingini mill-
um 5-mannafør var Sílið
enn eina ferð best. Fjar-
støðan til Fípuna Føgru var
ein bátslongd. Fípan fekk
stóra kapping við tríggjar
bátar – Drekan, Blik og
Frúnna.
Fjarstøðan
frá
Fípuni á øðrum plássi og til
Frúnna á fimta plássi var
ein hálv bátslongd. Undan
ólavsøkuróðrinum
var
kappingin um silvurkrón-
urnar tøtt millum Blik og
Fípuna Føgru. Úrslitið bar
við sær, at tær úr Klaksvík
vunnu silvur, og at tær av
Argjum vunnu bronsukrón-
urnar.
Kvinnurnar í høvuðs-
staðnum rógva best
Manningin á Sílinum hevði longu tryggjað sær FM-heitið áðrenn ólavsøkuna, men tað forðaði teimum ikki í eisini at vinna
ólavsøkuróðurin
Mynd: Bárður
Blikur vann róðurin hjá 5-mannaførum við gentum
Mynd: Álvur Haraldsen