Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 143 - 2. august 2005 Allir tríggir kvinnuróðrarnir vórðu vunnir av høvuðsstaðarbátunu m, sum longu frammanundan høvdu tryggjað sær FM, og í øllum førunum var talan um sannførandi sigrar KVINNURÓÐURIN Jóannes Hansen Í teimum fýra FM kapping- unum við mannfólkamann- ingum hevur kappingarárið ikki hilnast nakað serligt hjá óføru kappróðrarfeløg- unum í høvuðsstaðnum. Í hvussu so er ikki, tá ið tað hevur snúð seg um vinnar- arar. Bara ein manning – menninir umborð á Gongu- rólvi – vunnu meistaraheit- ið. Øðrvísi hevur tað verið hjá kvinnunum. Har hevur eingin staðið høvuðsstaðn- um kurl. Manningar úr høvuðsstaðnum hava vunn- ið allar FM kappingarnar. Merkisvert er, at talan er um manningar úr trimum feløgum. Kvinnurnar um- borð á Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið fyrstu FM kappingina í nýggja róðrarbólkinum fyri 5-mannafør við kvinnum. Genturnar umborð á Bliki hava endurvunnið kappingina í 5-mannafør- um við gentum, og Gongu- rólvur hjá Róðrarfelagnum Knørri var eins suverenur á Ólavsøku, sum tær kvinn- urnar hava verið í øllum hinum seks kappingunum fyrr í summar. Allar vinn- aramanningarnar hava ver- ið sannførandi, og á ólav- søku vórðu FM sigrarnir rudduliga staðfestir. Allir tríggir vinnara bátarnir vóru leysir av teimum næstu, tá ið teir komu á mál. Jarnbardur var meiri enn tvær bátslongdir framman- fyri Riddaran, sum var í rættiliga tættari kapping við Lóm. Úrslitini vóru annars nett tey somu, sum tey hava verið. Lómur vann enn eina ferð bronsumerkini, og Páll Fangi endaði enn eina ferð á plássinum aftanfyri heið- ursmerkini. Á ólavsøku í fjør eydnað- ist tað Bliki at taka FM heitið fyri nøsini á teimum á Sílinum. Hesa ferð hevði Blikur longu undan ólav- søkuróðrinum væl og virði- liga tryggjað sær FM heit- ið. Tær vóru eina bátslongd fyrri á mál á Ólavsøku enn næsti báturin, og harvið staðfestu tær fína úrslitið. Drekin hevði longu undan síðstu kappingini tryggjað sær silvurmerkini. Á ólavsøku varð Drekin nummar trý. Tekla, sum rættuliga hevur funnið ára- lagið, var eina hálva báts- longd fyrri á mál enn Drek- in. Harvið tryggjaði Tekla sær bronsumerkini í FM kappingini. Undan ólav- søkuni vóru tær úr Klaks- vík javnar við Tjaldrið í stigum. Tjaldrið endaði á fjórða plássinum – ein stóran skut aftanfyri Drekan. Hav- frúgvin legði bragdliga fyri, men tær úr Vestmanna fingu tvey gul og harvið reytt kort fyri at stýra skeivt. Erla Kongsdóttir var enn eina ferð aftast. Í kvinnukappingini mill- um 5-mannafør var Sílið enn eina ferð best. Fjar- støðan til Fípuna Føgru var ein bátslongd. Fípan fekk stóra kapping við tríggjar bátar – Drekan, Blik og Frúnna. Fjarstøðan frá Fípuni á øðrum plássi og til Frúnna á fimta plássi var ein hálv bátslongd. Undan ólavsøkuróðrinum var kappingin um silvurkrón- urnar tøtt millum Blik og Fípuna Føgru. Úrslitið bar við sær, at tær úr Klaksvík vunnu silvur, og at tær av Argjum vunnu bronsukrón- urnar. Kvinnurnar í høvuðs- staðnum rógva best Manningin á Sílinum hevði longu tryggjað sær FM-heitið áðrenn ólavsøkuna, men tað forðaði teimum ikki í eisini at vinna ólavsøkuróðurin Mynd: Bárður Blikur vann róðurin hjá 5-mannaførum við gentum Mynd: Álvur Haraldsen