týsdagur 2. august 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 2. august 2005
25
Eingin hugsningur
var um hjá
kappingarneytunum
at gera nakað við
klaksvíkingarnar,
sum vórðu kosnir
besta manningin
yvirhøvur
ÓLAVSØKURÓÐURIN
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Nevið Reyða gjørdist leyg-
ardagin
stóri
vinnarin.
Fram við Molanum gleið 8-
mannafarið hjá klaksvík-
ingum stútt og støðugt frá
hinum bátunum, og hóast
talan var um so stuttan
róðrartein, sum tað onga
aðra staðni er tað, so var
fjarstøðan frá Nevinum
Reyða og aftur til kapp-ing-
arneytarnar
fleiri
báts-
longdir.
Umframt FM steyp og
krónur og steyp og krónur
fyri sigurin á Ólavsøku, so
fingu klaksvíkingar eisini
Útvarpssteypið
norður
aftur í viðførinum.
Kvívíkingurin var enn
eina ferð næstbestur, men
kappingin frá Ørvi og
Argjabátinum var ógvuliga
tøtt.
Tað kann væl vera, at
hesar tríggjar manning-
arnar næsta ár fara at
sleppa undan stinnu klaks-
víkingunum, sum í ár hava
verið so sera sannførandi.
Eftir ólavsøkuróðurin varð
tað endurtikið, sum fleiri
ferðir fyrr í summar hevur
verið at hoyrt í róðrar-
umhvørvinum í Klaksvík.
Ábendingar eru um, at
dreymurin skal gerast til
veruleika, soleiðis at mann-
ingin, sum nú hevur vunnið
FM við Nevinum Reyða,
skal flyta umborð á Klaks-
víkingin.
10-mannafarið í Klaks-
vík er rættuliga nýtt og ikki
serliga nógv brúkt. Eftir
glæsiliga róðrarárið hjá
Klaksvíkar Róðrarfelag í
2001, tá ið eitt nú Nevið
Reyða vann FM, smíðaði
Sámal Hansen teimum 10-
mannafar. Teir royndu seg
við tí í 2002. Úrslitini vóru
ikki so góð, sum tað hevði
verið vónað og kanska
roknað við, og úrslitaliga
vóru kapprógvararnir í
Klaksvík tey bæði bæstu
árini í aldudali.
Men í ár hevur hilnast
avbera væl, og nú umhugsa
teir at seta sær nýggj og
hægri kappróðrarmál.
Í tættastu kappingini
av øllum megnaðu
ungu garparnir, sum
tað í Havnar Róðrar-
felag verður sett stort
álit á, at verja heið-
urin hjá mannfólk-
unum í HR
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Eyðkennið fyri flestu róðr-
arnar á Ólavsøku var, at
sigrarnir vóru rættuliga
sannførandi. Í kappingini
millum 6-mannafør við
monnum var Gongurólvur
frammi í oddinum alla tíð-
ina, og Gongurólvur stað-
festi við sigrinum fyrsta
FM heitið síðani í 1996. Á
pappírinum kundi Gongu-
rólvur missa FM heitið á
ólavsøku, sum longu eftir
Vestanstevnuna var undir
borðinum, men í veruleik-
anum bar tað ikki til.
Gongurólvir verður ynskt
hjartaliga tillukku við FM
heitinum.
Kappingin var sera tøtt,
og tað vóru fleiri um boðið.
Spenningur var um, hvussu
Strálan, sum á Vestan-
stevnu kom so at siga burt-
urúr ongum og vann og tí-
skil lá mitt í feltinum á
Havnarvág, fór at standa
seg. Strálan fekk einki ser-
ligan start, og Strálan tapti
tøttu kappingina um fjórða
plássið við Sølmund.
Gongurólvur fekk sera
harða kapping frá meistar-
unum í 2004, Sundabát-
inum, og eisini Jarnbardi,
sum fyrr í summar hevur
givið
Gongurólvi
ein
skarpan gang. Framvið
Molanum tóktist tað sum
um, at allir tríggir bátarnir
eina løtu lógu stavn um
stavn. Men Gongurólvur
var stinnastur í endaspurt-
inum. Teir vóru skutin und-
an Sundabátinum, sum
aftur var skutin undan Jarn-
bardi.
Góði ólavsøkuróðurin hjá
Sundabátinum bar við sær,
at teir í FM kappingini
vunnu
bronsumerkini
frammanfyri Sølmund.
Gongurólvur vann ein-
asta FM heitið á mann-
fólkasíðuni til Havnina. Í
Havnar Róðrarfelag eru tey
sera væl nøgt við avrikið
hjá Gongurólvi, og tað
verður roknað við, at ungu
garparnir næstu árini fara at
vera við til at lyfta felagið
fram til nýggjar sigrar.
Kanska onkrir teirra longu
næsta ár fara at vera við til
at manna Havnarbátin.
Nevið fór
við øllum
Róðursmaðurin á Nevinum Reyða, Oddur Olsen, stendur við
Útvarpssteypinum eftir ólavsøkuróðurin
Mynd: Bárður
Gongurólvur vardi vertirnar
Manningin á Gongurólvi vann einasta FM-heitið á mannfólkasíðuni til Havnina