Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 187 - 29. september 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Jústinus Eidesgaard John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Hvat hendir í Fólkaflokki NÓGV hevur verið gitt, hvussu leingi henda sam- gongan man halda, nú fullveldismálið tykist verða steðgað upp ella komið til eitt vegamót, har ein ella onnur avgerð skal takast um støðuna hjá samgonguflokkunum. Vit hava sæð og hoyrt, hvussu býttur fólkaflokkurin stendur í hesum máli. Tað hava veljarakanningar víst, og tað hava úttal- ilsi hjá framstandandi fólkafloksmonnum prógvað. Í blaðnum í dag úttala tveir av landsstýrismonnu- num hjá flokkinum seg rættiliga avgjørt um málið og rógva framundir, at nú má upprunaliga linjan, sum flokkurin hevur lagt saman við Tjóðveldis- flokkinum, sleppast og ístaðin skal setast í verk ein stig fyri stig linja, nakað, sum líkist tí, ið Javnaðarflokkurin er gingin inn fyri. SPURNINGURIN er so bara, hvat er taktikkur og hvat er veruligur politikkur. Tað er eingin loyna, at fólkafloksmenn eru útspekuleraðir taktikkarar í politikki, og nú teir hava buktina og báðar endar í Tinganesi, kunnu gera eisini gera júst sum teimum lystir. Tað einasta, sum teir mugu ansa eftir, og sum løgmaður og formaður floksins tykist hugsa nógv um, er, hvussu man heldur flokkin intaktan. Tvs. hvussu kann man líkasum orða seg eitt sindur veikari í fullveldismálinum við t.d. at tosa um stig fyri stig loysn - uttan harvið at fornerma og stoyta teir mest rabiatu loysingarmenninar í flokkinum! Hetta er júst kjarnin í málinum og orsøkin til, at oddamaður fólkafloksins hevur havt ein til tíðir lágan profil í fullveldismálinum og aðrar tíðir ein meira avgjørdan, sum liggur uppat tjóðveldislinjuni. Eftir okkara tykki roynir løgmaður at fáa bæði stig fyri stig fólkini í flokki sínum og fullveldisfólkini nøgd, og tí hevur hansara linja verið so lunkað. Tá hann hevur tosað um breiðar semjur hevur tað ikki bert verið fyri at rætta eina hond út til Javnað- arflokkin men so sanniliga eisini fyri at varðveita sín egna flokk. At hann so hevur tikið ein av stig fyri stig monnunum í flokkinum og ein av teimum, sum torir at tosa ímóti Tjóðveldisflokkinum, Bjarna Djurholm, út í Tinganes at standa við sína lið, kemst av nettupp hesum sama: at vísa tí hóvliga partinum av flokkinum, at hann, løgmaður letur seg ikki manipulera av Høgna Hoydal, soleiðis sum stig fyri stig maðurin Birgir Danielsen vildi vera við. Tey, sum halda, at Bjarni Djurholm er fluttur úr Tinginum og út í Tinganes fyri at passivi- sera hansara álop á fullveldisætlanina mistaka seg. Hann er tvørturímóti settur út í Tinganes fyri at hjálpa løgmanni í psykologika stríðnum ímóti Høgna Hoydal & Co: hvussu broytir flokkurin linju uttan at missa ov nógv av sínum egnu til Tjóð- veldisflokkin! HVAT løgmaður so enn ger, so verður tað torført hjá honum at varðveita flokkin, sum var einki hent. Tí við at lata seg draga so langt út á fullveldisleið Tjóðveldisfloksins hevur hann eisini gingið einum parti av sínum veljarum á møti. Og nú at draga í land vil hava við sær, at nógvir fullveldissinnaðir fólkafloksmenn fara uppí Tjóðveldisflokkin. Tað er longu við at henda. So er spurningurin hvør floyur er í fleiritali! Eftir okkara tykki verður tað Djurholm, Breckmann, Danielsen floyurin, sum fer at vinna, og hetta hevur helst løgmaður eisini innsæð. Tí er Bjarni Djurholm við hansara lið í Tinganesi. ÓLAVUR Í BEITI Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður í fiskivinnumálum, sum hevur verið við í sam- ráðingunum við donsku stjórnina er alt annað enn nøgdur við gongdina, sum hon hevur verið higartil í fullveldis ætlanunum. Hetta kom fram á fundi á Hotel Vágum mikukvøldið, tá ið Vága Fólkafloksfelag hevði boðað til fundar og har eisini nýggi vinnumál- aráðharrin, Bjarni Djur- holm, greiddi frá sínum málsøki, og hvørjar menn- andi uppgávur liggja fyri framman at loysa hjá nýggja vinnumálaráðharranum. – Alt hetta fundarvirk- semið, sum verið hevur hig- artil, hevði eins væl kunnað verið orðnað við nøkrum e- meylum millum báðar sam- ráðingarpartarnar, metir Jørgen Niclasen. – Fólkaflokkurin hevur skilt, hvør fólksins vilji er, sigur Jørgen Niclasen víð- ari, og higartil hava allar kanningar víst, at meirilutin í fólkinum tekur ikki undir við upplegginum, sum lagt hevur verið fram og serliga útspælið frá dønum um skiftistíðina, hevur skapt ein ávísan ótta í fólkinum um eina ótrygga framtíð. Fólkaflokkurin aðra kós í fullveldismálinum Vit eru ikki nøgdir við gongdina sum hon hevur verið í fullveldis málinum, siga teir báðir Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri og Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri Stig fyri stig – Fólkaflokkurin hevur skilt støðuna og er meiri sinnað- ur at fáa eina avtalu við donsku stjórnina heldur enn at alt skramblar saman og vit fáa einki burturúr, sigur fiskimálaráðharrin, og hetta er ikki bert hugsanin hjá Jørgen Niclasen, men eisini Bjarni Djurholm, vinnumál- aráðharri, er samdur í hes- um, at vit mugu vísa at vit duga at stjórna hesum land- inum og hava ábyrgd, áðr- enn vit taka fult ræði. Bæði Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen taka tí und- ir við einum meiri sjónlig- um stig fyri stig politikki, har vit ístaðin fyri at berjast við danir fáa ein dialog í- gongd og koma nærri eini loysn, hvør hon so enn verð- ur. Men sambært hesum báðum landsstýrismonnum verður loysnin ikki eitt 4 ára skiftisskeið, sum danir halda fast um. Tí verða aðrir bollar í súp- anini nú á fundinum tann 26. oktober millum danir og føroyingar sambært hesum báðum landsstýrismonnum, men enn er nakað tíðliga at siga, hvussu endaliga upp- leggið kemur at verða sett saman. Heilsuskúli Føroya sum ein skúli Sum fyrr skrivað í august í ár um tær nýggju útbúgv- ingarnar, sum skulu avloysa sjúkrahjálpara-, heima- hjálpara- og pleygaraút- búgvingina. Landsstýrismaðurin í skúla- og mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, tók eina skjóta avgerð um, at skúlin skuldi verða í Suðuroy. Alt gott um tað, men tá okkara landsstýrismaður tekur eina slíka avgerð, má tað verða av tí, at hann hevur í huga nakað, sum er betri enn tann fyrra loysnin, sum var mær kunnugt ein samanlegging av sjúkrasystraskúlanum. Tað sigur seg sjálvt, at við at leggja allar heilsuútbúgv- ingarnar á einum stað, fær tú eina betri útbúgving og eitt gott skúlaumhvørvi og virðing fyri hvørjari eink- ultari útbúgving, sum eisini vil geva eitt gott samstarv úti á arbeiðsplássunum, Tórbjørn, ikki í einum kommunuskúla. Man skuldi trú, Tórbjørn, at tú hevur selt teg til tjóð- veldismenninar á Tvøroyri. Tú bleiv jú landsstyrismað- ur í skúlamálum. Tú sigur eisini, at eftirút- búgvingin hjá heimahjálp- arunum skal verða runt landið, sjálvandi skulu praktikkplássini verða runt landið, men sjálv undirvís- ingin skal verða í skúlanum, um tú ynskir kvalitet í tí nýggju almanna- og heilsu- útbúgvingunum. Ein bólkur, sum eisini hevur krav upp á eftirút- búgving, sokallaða upp- skúlan, eru sjúkrahjálparar og pleygarar. Sjálv havi eg verið í ar- beiðsbólki, sum var við til at gera Álit um almanna- og heilsuútbúgvingar á mið- námsstigi, saman við øðrum fakfelagsformonnum. Ar- beiðið var liðugt í apríl 1997 og varð tá latið táverandi skúlamálaráðharri, Eilifi Samuelsen. Eg vóni ikki, at okkara arbeiði er burtur- spilt. Tað er nógv brúk fyri øllum bólkunum í framtíð- ini. Vónandi noyðast tey ikki framyvir at flyta til Danmarkar fyri at fáa øaður nevndu útbúgvingar. At hugsa sær ein skúla við navninum Heilsuskúli Føroya, sum umboðaði sjúr- asystra-, almanna- og heils- uútbúgvingarnar í Føroyu, sigur tað ikki alt... Meta C. Palle – Tað er dýrt, at koyra skjót- ari enn loyvt er. Hetta stað- festir Ferðslutrygd á heim- asíðuni: 82 km/t = 7.100 krónur. Bótin er 3.000,- kr, eftir- kannandi roynd er 900 kr. Undirvísing 2.200 kr. Koyr- itímar kosta 700 kr. Nýggj eftirkannandi roynd kostar 300 kr. Tilsamans kostar hetta ferðslubrotið 7.100 krónur + nakrar vikur uttan koyri- kort. Hetta roknistykkið er eitt svar uppá, at tað í fjølmiðl- um fleiri ferðir hevur ljóð- að, at tú næstan kann koyra so skjótt, sum tú vilt, uttan at tað fær álvarsligar fylgjur. Roknistykkið er grundað á, at tú koyrir 82 km/t ella 32 km/t skjótari enn loyvda ferðmarkið í bygdum øki, sum er 50 km/t. Siga vit, at talan ikki er um skerpandi umstøður - og at tú tí »ein- ans« stendur til at fáa treyt- aða frádøming av koyrikort- inum, so merkir tað, at tú missir ikki koyrikortið upp á staðið. Men í øllum førum fært tú 3.000 krónur í bót, og áðrenn mánaður er ging- in, skalt tú til eftirkannandi roynd hjá Bileftirlitinum, sum tilsamans kostar tær 900 krónur. Tað vísir seg, at tey flestu, ið fara upp til roynd uttan at hava fingið undirvísing, standa ikki royndina, men dumpa frá hond. Um tú dumpar til royndina, slepp- ur tú ikki aftur til nýggja roynd, fyrr enn tú hevur fingið neyðuga undirvísing, ið kostar um 2.200 krónur. Harumframt mást tú rinda fyri í minsta lagi tveir koyr- itímar á 350 krónur. Ikki fyrr enn koyrilærarin heldur, at tú ert førur fyri at fara aftur til roynd, ger hann eina royndarinnstilling, ið kostar 300 krónur. Um vit siga, at tú nú stóð royndina, hevur tú framveg- is treytaða dómin hangandi yvir høvdinum á tær tey næstu trý árini, so um tú gert eitt líknandi ferðslubrot - (koyrir við ov nógvari ferð, hevur meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í blóð- inum, ella fremur eitt álv- arsligt koyrimistak) - áðr- enn henda tíð er farin, miss- ir tú koyrikortið treytaleyst. Frá tí degi, tú komst í hesa »mylluna«, og til tú sleppur úr henni aftur, kunnu ganga fleiri vikur, og fleiri teirra uttan koyrikort. Men hesir »tvørleikar« fána burtur í einki, um bert tú hugsar eitt lítið sindur um, hvat ið kundi hent, um onkur var á vegnum, har tú koyrdi, sigur Ferðslutrygd. Fylgjurnar álvarsligar koyrir tú ov skjótt