Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 187 - 29. september 2000 Nr. 187 - 29. september 2000 EDVARD JOENSEN Innan Glyvur: Hjálpt verð- ur nú upp á gamla vegin Innan Glyvur. Vegurin verð- ur rættaður út, so tað slepst undan teimum flestu sving- unum, sum har eru. Av vegumsitingini hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði verður sagt, at arbeiðið, sum nú er í gongd Innan Glyvur er slíkt, sum rópt verður størri ábøtur. Gamli vegurin verður breiðkaður, so hann verður fimm metrar breiður. Tó er ikki talan um nakra nýgerð. Nýggjur veg- ur er ætlaður at liggja oman fyri bygdirnar Skála og Inn- an Glyvur. Hann verður ætl- EDVARD JOENSEN Hjá teimum, sum dáma før- oyskan dans, er komandi tíðin hugalig. Tað er dansi- tíðin, sum byrjar aftur og varir til føstulávint. Dansifeløgini fara undir sínar skráir, og almenn dansikvøld verða hildin víða hvar í landinum. Í tíðindaskrivi frá Norð- streymoyar Dansifelag verður sagt, at felagið van- liga byrjar dansiveturin við Ábøtur Innan Glyvur Bøtt verður um gamla vegin Innan Glyvur millum Strendur og Skála. Ein millión er sett av til arbeiðið í ár Her vil eg á gólvið fram Dansitíðin byrjar nú aftur, og fleiri av dansifeløgunum eru farin undir vetrar- skráirnar. Norðurstreymoyar Dansifel- ag byrjar veturin við almennum dansi- tiltaki um vikuskiftið andi lagdur frá svinginum innanvert ítróttarhøllina á Skála og bundin í breiða vegin Inni á Byrgi, teir kalla, oman fyri Hulk. Tað, sum nú verður gjørt Innan Glyvur er, at verandi vegur verður breiðkaður í báðum síðum. Tó ikki allan veg. Men einastaðni niðan fyri og aðrastaðni oman fyri, alt eftir hvar bugur er á. Soleiðis er ætlanin at fáa vegin beinan og samstundis sleppa undan at koma í kløt- ur við hús og annað, sum er á vegnum. Sum sagt verður av Lambareiði, er hetta bara umvæling, tí eingin grund er at fara undir nakað stór- arbeiði, nú nýggjur vegur skal gerast kortini. Av vegaumsitingini á Lambareiði verður sagt, at vegastrekkið frá Glyvur inn á Skála er tað ringasta, sum er fram við Skálafjørðinum í dag. Og har treingir sanni- liga til ábøtur, tí væl av tungari ferðslu er, umframt nógvu ferðsluni annars. Trý fiskavirki eru á Strondum, og har koyra dagliga stórir bilar til og frá. Landsverkfrøðingurin hevur fingið eina millión krónur til arbeiðið í ár, og so verður roynt at fáa sum mest fyri hesa milliónina, verður sagt av Lambareiði. einum felags dansikvøldi í bygdarhúsinum í Kollafirði um mánaðarskiftið sept- ember/oktober. Hetta er í grundini eitt alment dansi- kvøld, har bæði limir í egn- um felag, øðrum dansifel- øgum og fólk, sum bara hava hug at dansa, plaga at koma saman. Tiltakið hevur verið sera væl eydnað og er vorðið ein fastur táttur í skrá felagsins, verður sagt í tíðindaskriv- inum frá Norðstreymoyar Dansifelag. Almenna dansikvøldið, sum Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri í Kollafirði í ár, verður nú leygarkvøldið 30. septemb- er. Tiltakið byrjar klokkan 21.30 og heldur á, so leingi nakar er eftir á gólvinum, verður sagt. Atgongumerkið kostar 50,- krónur. Men í prísinum er eisini ábit - smurt breyð við onkrum leskandi aftur- við – á midnátt. Umframt ber eisini til at keypa sær sodavatn og øl eftir tørvi, siga tey frá Norðstreym- oyar Dansifelag, sum vóna nógv fólk til almenna dans- in í Kollafirði leygarkvøld- ið. Farmaskip sum fóðurflaki Farmaskipið Nordic fer at liggja á Funningsfirði sum fóðurflaki hjá alistøðini Funningslaks EDVARD JOENSEN Funningslaks hevur keypt farmaskipið Nordic frá Nor- dic Bulk í Havn. Ætlanin er tó ikki at fara undir farmasigling, men at brúka skipið í alivinnuni. Ætlanin er at leggja skipið við aliringarnar, sum Funningslaksur hevur liggjandi undir Líðini uttalaga á Funningsfirði. Har er í løtuni ein flaki, men hann verður skiftur út við Nordic sum er nógv størri og arbeiðsligari, sigur Kári Nielsen, stjóri á Funningslaksi. Skipið fer so at taka fóður umborð og annars røkja somu uppgávur sum einhvør annar aliflaki, sig- ur hann. Funningslaks hevur umleið eina millión fiskar gangandi undir Líðini, har Nordic fer at liggja, sigur Kári Nielsen Skipið fer at virka sum fóðurgoymsla til aliring- arnar har úti fyri tað mesta. Men sjálvandi fer eisini at bera til at flyta ímillum, um tað verður neyðugt. Men skipið fer ikki at sigla, sigur Kári Nielsen. Tað verður í framtíðini ikki skrásett sum skip, men sum flaki, sigur hann. Nordic stendur í løtuni á sleipistøð á Tórshavnar Skipasmiðju, har skrokkurin verður klass- aður. Ein orsøk til, at hann nú varð seldur, var júst tann, at hann stóð fyri umfatandi klassing, sum gomlu eigararnir ikki mettu lønandi. Sum skilst hugsa teir um at fáa sær annað og størri skip fyri Nordic. Kári Nielsen sigur, at grundin til, at Funningslaks keypti Nordic, var tann, at skipið fekst bíliga. Hann sigur, at keypsprísurin var eitt sindur oman fyri ta hálvu milliónina. Slík skip eru bílig á marknaðinum í dag, sigur Kári Nielsen. Vegurin Innan Glyvur fær stórar ábøtur Mynd: Edvard Joensen Nordic fer at liggja sum flaki við aliringarnar uttalaga á Funningsfirði Mynd: Jens Kristian Vang Nú byrjar dansitíðin aftur, og fólk fara upp á gólv Mynd : Edvard Joensen Barnafrádrátturin hækkar í Klaksvík Ey›un Klakstein Klaksvík: Klaksvíkar b‡rá› hevur vi›gjørt fíggjarætlan- ina fyri næsta ár, og uppskot er gjørt, sum skal sendast landsst‡rinum. Ætlanin er at hava sama skattaprosent næsta ár, og ta› eru 20 prosent. Men barnafrádrátturin hækkar úr 2500 krónum og upp í 3000 krónur fyri hvørt barn. Fíggjarætlanin javnvigar vi› 86,6 milliónum krónum. Gó›ar 21 milliónir skulu brúkast til lánsgjøld, 19 milliónir til íløgur og 47 milliónir til raksturin. Klaksvíkar kommuna hevur varisliga mett skatta- inntøkuna næsta ár til 87 milliónir, og tí ver›ur rokna› vi› einum lítlum yvirskoti á fíggjarætlanini. Íløgurnar B‡rá›spolitikarnir í Klaks- vík hava seinastu tí›ina arb- eitt vi› at fáa íløgurnar upp á pláss. Úrsliti› er, at skoti› ver›- ur upp at brúka 19 milliónir til íløgur. Av hesum skal Klaksvíkar havn brúka gó›- ar 3 milliónir, umvælingar- nar á skúlanum á Ziskatrø› halda fram, og avsettar ver›a oman fyri 3 milliónir til ta›. Útbyggingin av vatninum fær gó›ar 3 milliónir í 2001, og svimjihøllin skal umvæl- ast fyri næstan hálva a›ru millión. Harafturat ætlar Klaks- víkar kommuna eisini, at n‡ggj læknami›stø› skal gerast komandi ár. Fíggjarætlanaruppskoti› ver›ur nú sent landsst‡rin- um, sum skal gó›kenna all- ar fíggjarætlanina hjá kommunum. Skattaprosenti› í Klaksvíkar kommunu ver›ur eisini næsta ár 20%, men barnafrádrátturin hækkar vi› 500 krónum Klaksvíkar kommuna hevur varisliga mett skattainntøkuna næsta ár til 87 milliónir, og tí ver›ur rokna› vi› einum lítlum yvirskoti á fíggjarætlanini. – Vit fingu einki gjørt Ey›un Klakstein Velbasta›ur: Mikukvøldi› kom eldur í ein ambo›s- bygning hjá Ey›finni og Súsannu í Bú›ini á Vel- basta›. Bóndahjúnini brúka hendan bygningin, sum var› bygdur fyri tveimum árum sí›ani til at goyma ymiskar maskinur og ambo› í. – Ta› hendi ein ella onnur eksplosión, og eftir fáum minuttum stó› alt í ljósum loga. Vit fingu einki gjørt fyri at basa eldinum, á›renn hann rættiliga hev›i fest í, grei›ir Súsanna í Bú›ini frá. – Vit eru bara fegin um, at ættin var til vildar, so at eld- urin ikki breiddi seg. Maskinur fingu ska›a Sløkkili›i› í Havn fekk bo›ini úr Velbasta› stutt eft- ir midnátt mikukvøldi› og fór í skundi á sta›i. Men tá hev›i eldurin fing- i› slíkar fastatøkur á bygn- inginum, at hann stó› ikki til at bjarga. – Bygningurin er farin all- ur sum hann er. Vit hava tveir brunnar í ø›rum end- anum av bygninginum, og teir eru eisini farnir. Sama er vi› traktorinum og ø›rum smærri maskinum, sum stó› inn har, sigur Súsanna í Bú›ini. Okkurt var› bjarga út úr kjallaranum, men ska›in á bygningin er stórur, og hann má byggjast upp frá grund- ini av n‡ggjum. – Tíbetur hava vit fjósi› hinumegin vegin, og tí vóru kríatúrini ikki í vanda. – Vit eru bara fegin um, at ættin var til vildar, so at eldurin ikki breiddi seg, sigur Súsanna í Bú›ini. Mikukvøldi› kom eldur í ein bygning hjá bóndahjúnunum á Velbasta› Mikukvøldi› kom eldur í ein ambo›sbygning hjá bóndahjúnunum í Bú›ini á Velbasta›. Mynd: Álvur Haraldsen støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 39 VIKA 39 1 Jeanne d'Ar 1 Jeanne d'Arc 2 American Beauty 2 American Beauty 3 The Bone Collector 3 The Bone Collector 4 Den gr 4 Den grønne mil nne mil 5 Den sjette sans 5 Den sjette sans 6 Thr 6 Three to T ee to Tango ango 7 Blue Str 7 Blue Streak eak 8 Double Jeopar 8 Double Jeopardy dy 9 Kissing a Fool 9 Kissing a Fool 10 The Haunting 10 The Haunting p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Double Jeopardy Magnolia