Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 1

allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Baby & Barnaútgerð · Niels Finsensgøta 18 100 Tórshavn · Tel. 315 101 BARNINUM ALT TØRVAR Nr. 132 • hósdagur • 14. juli 2005 • 79. árgangur • Kr. 13,00 Ana Johnsson til Klaksvíkar Stórt Vestan- stevnublað Jógvan vann gull Síða 19-34 Síða 2 Ítróttur síða 12-18 Teir fýra menninir, sum ætlaðu at rógva úr Føroyum til Hetlands, komu so langt, at teir sóu land, men so máttu teir leggja árarnar inn RÓÐRARBRAGD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Teir komu so langt, at teir sóu land. Men so máttu teir leggja árarnar inn. Tað hevur uttan iva verið við ringum tannabiti, at teir fýra menninir, sum høvdu sett sær fyri at rógva úr Føroyum til Hetlands, máttu geva skarvin yvir týsdagin. Eftir at hava róð í næstan eina heila viku, vóru teir komnir so langt týsdagin, at teir sóu land, men á miðdegi máttu teir leggja árarnar inn, tí veðrið varð ov ringt. Kristian Eli Zachariasen hevur havt nógv samskifti við menninar. Hann sigur, at teir fóru úr Klaksvík seinasta mikumorgun klokkan sjey við áttamannafarinum, Havrenn- ingi, sum er gamla Nevið Reyða. Teir høvdu sett sær fyri at rógva heilt til Hetlands. Teir vistu frammanundan, at hetta fór at verða ein tungur róður, Men róðurin gjørdust enn tyngri enn teir høvdu vón- að, tí teir høvdu mótvind allan vegin. – Teir komu so langt, at teir sóu land, tá ið teir máttu gev- ast. Tá vóru teir 18 fjórðingar úr landi. Men hann var 15 metrar um sekundið ímóti og stór alda, so tað var ikki ráði- ligt at halda fram. Tískil kom ein bjargingar- bátur út eftir teimum og sleip- aði teir til lands. – Hóast teir máttu gevast, hevur hetta verið eitt ódnartak. Teir hava róð í seks dagar og fingið lítlan og ongan svøvn. Onkur av teimum svav bara einar 10 tímar á allari ferðini og hevði ongan blund fingið trý tey seinastu samdøgurini. Bekksár hava eisini plágað teir, so tað hevur verið hart. Annars vóru teir hampiliga væl fyri. – Teir vóru annars hampiliga væl fyri tá ið teir fóru og teir vóru væl útgjørdir. Teir róðu í bjargingarvestum og høvdu hvør sína yvirlivilsisdrakt, um- framt bjargingarbát. Harafturat høvdu teir VHF, neyðsendara, plottara, GPS´ara, bluss og neyðrakettir við sær. Klaksvíkingar róðu til Hetlands: So nær við men kortini so langt frá Símun Esmar Vágsá, John Erik Frederiksberg, Livar Nysted og Fróði Waag vóru teir fýra, sum ætlaðu at gera tað bragd at rógva úr Føroyum til Hetlands. Tað mundi eydnast, men tá ið teir sóu land, máttu teir gevast