Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 132 - 14. juli 2005 Heimskenda svenska poppstjørnan, sum sang sangin »We Are« til stórfilmin Spider Man 2, fer at spæla á Summar Festivalin- um í Klaksvík. Ana Johnsson arbeiðir saman við nøkrum av fremstu framleiðar- unum og sangskriv- aranum í Svøríki, og á pallinum er hon heilt framúr SUMMARFESTIVALUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Summar Festivalurin kunn- ger nú eitt sindur óvæntað enn eitt stórt útlendsk tón- leikanavn, sum skal spæla á festivalinum í august. Svenska poppstjørnan, Ana Johnsson, kemur til Klaksvíkar at spæla, og hon er ikki hvør sum helst. Unga og ljósahærda bygdagentan úr Svøríki hevur seinastu tvey árini rættiliga gjørt um seg á altjóða tónleikapallinum. Hon sang sangin »We Are« til filmin Spider Man 2, og hesin sangur gjørdist eitt stórt hitt nógvastaðni kring heimin. Síðan hevur hon givið sína egnu fløgu út og hevur spælt til hópin av konsertum í USA, Japan, Europa og aðrastaðni. Ana skrivar stóran part av sínum tónleiki sjálv, men hon arbeiðir eisini saman við fremstu framleiðarun- um og sangskrivaranum í Svøríki. Max Martin, Andreas Carlsson og aðrir hava verið við í tónleik- inum hjá Anu, og teir hava eisini skrivað stór hitt til Backstreet Boys, Bon Jovi, Britney Spears og onnur. Futtur í 27 ára gamla Ana Johnsson hevur altíð verið á ferð. Hon gekk á studentaskúla í USA og arbeiddi parttíð í einum plátuhandli. Hon gjørdi eisini nógv við at standa á snowboard og gjørdist góð til strúka oman efti fjallasíðum í Rocky Mountains. Hon hevur somuleiðis arbeitt sum croupier í einum kasino, og hon hevði leingi ein dreym um at arbeiða við grafisk- um designi. Tónleikurin hevur altíð spælt ein týðandi leiklut hjá henni, og hóast hennara útsjónd, ljósa hár og góða rødd kundi verið uppløgd til lættan popptónleik, so vildi hon ikki tað. Ana vildi heldur spæla meira rock- kendan tónleik við veru- ligum ljóðførum og fang- andi løgum. Og tað er júst tað, sum hon er blivin framúr góð til. Hon spældi sangin »The Way I Am« inn, og tað setti ferð á yrkisleiðina. Hon fekk ein plátusáttmála, og sangurin varð givin út sum ein stakfløga. Sangurin gjørdist eitt stórt hitt í Svøríki og Týsklandi, og Ana varð tilnevnd til eina svenska tónleikavirðisløn fyri sangin. Spider Man kom upp í leikin Men byrjanin til eina veru- liga altjóða yrkisleið sum tónleikari var, tá ið hon sang sangin »We Are« til næsta filmin um Spider Man. Hesin sangurin kom út sum stakfløga, og hann gjørdist eitt heimsumfat- andi hitt, sum hevur gjørt Anu Johnsson til eitt kent navn millum ungdóm kring allan heimin. Nú er avtala komin í lag millum Anu Johnsson og fyrireikararnar av Summar Festivalinum, og svenska poppstjørnan hevur sjálv ynskt at sleppa til Føroya at spæla í summar. Hetta er fyrstu ferð, at svenska poppstjørnan kem- ur til Føroyar at spæla, og áhoyrararnar á Summar Festivalinum fáa tí ein gyltan møguleika at hoyra heimskendan svenskan popptónleik spældan live av eini tí mest lovandi navninum í Svøríki í løtuni. Ana Johnsson til Klaksvíkar Ana Johnson hevur sjálv ynskt at sleppa til Føroya at spæla Íslendskt tíðarrit í samstarvi við G! Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo G! Festivalurin og Ís- lendska tíðarritið The Reykjavík Grapevine eru farnir undir sam- starv, sum gevur íslend- ingum møguleika íslendingum at koma á G! Festival. Grapevine vorðið forsprákari hjá G! Festival í Íslandi og bjóðar íslendingum eina pakkaferð til Føroyar vikuskiftið 22-24. juli. "Størsta og týdningar- mesta tónleikatiltakið í Føroyum", er ein av orð- ingunum, ið Grapevine nýtir at lýsa festivalin, og merkir hetta, at G! Festival nú røkkur ein- um av sínum aðalmál- um: "At knýta Føroyar upp í tónleikaheimin kring okkum. At fáa bæði tónleikarar og áhoyrarar hendavegin til tónleikatiltøk at geva føroyskum tónleikalívi íblástur og avbjóðingar, soleiðis at tað framhald- andi kann mennast." Sum tað stendur í enda- málsorðingini fyri G!. The Reykjavík Grape- vine er eitt íslendskt tíð- indablað á enskum máli, ið varð útgivið fyrstu ferð á sumri 2003. Mál- ið var at skapa ein upp- lýsandi og undirhald- andi miðil fyri bæði ferðafólk og íslending- arnar sjálvar, sum skuldi kunna fólkið um hvat hendi í Reykjavík. Mót- tøkan gekk var framúr. The Reykjavík Grape- vine hevur verið virkið líka síðani og hevur m.a. fingið ein handil í hjart- an-um í Reykjavík. Eis- ini hevur Grapevine gott samstarv við Plátufel- agið Smekkleysa (ið gevur út flögur fyri t.d. Björk, Sigurð Rós, Jagúar, Múm og mong onnur) og hava hesi bæði saman skipað fyri konsertum í Reykjavík.