hósdagur 14. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
3
TÍÐINDASKRIV
Fríggjakvøldið
klokkan
21:00 verður upplestur og
tónleikur í Miðlahúsinum í
Vágsbotni. Teir, ið fara at
lesa upp eru: Oddfríður
Marni Rasmussen, Bárður
Persson og Heðin M. Klein.
Tónleikin,
sum
verður
spældur, hevur Finnur Jen-
sen gjørt.
Heðin M. Klein er gamal
í garði, og hevur latið úr
hondum fleiri yrkingasøvn.
Í seinasta yrkingasavni
hansara "Móti tøgnini" sóu
vit, hvussu væl úr hondum
greiddur týðari hann eisini
er. Har eru fleiri týðingar
við, sum norska stórskaldið
Olav H. Hauge hevur
skrivað. Heðin M. Klein
hevur í sínum yrkingum ein
sermerktan og góðan mál-
búnað, og sum upplesari er
hann fangandi.
Oddfríður Marni Ras-
mussen hevur skrivað sjey
yrkingasøvn, men nú eru
tvey ár síðani seinasta bók-
in "Gráir týdningar" varð
latin lesarum. Eitt nýtt
yrkingasavn kemur í heyst,
og hann fer at lesa upp úr tí.
Bárð Persson kenna flest
øll sum ein góðan sjónleik-
ara. Hvør minnist ikki
leiklut hansara í "Elling og
Kjell Bjarne". Bárður Pers-
son hevur ikki givið út bók,
men yrkingar hansara hava
staðið í tíðarritinum "Brá".
Tær hava eisini verið lisnar
upp í Útvarpi Føroya og í
øðrum høpi. At Bárður Per-
sson er sjónleikari skuldi
boða frá góðum upplestri, tí
at teirra endamál er jú at
bera boðskapin út so klárt,
sum til ber.
Finn Jensen kenna tey
flestu sum sangara, laga-
smið, sjónleikara og sum
ein av høvuðsmonnunum í
bólkinum Páll Finnur Páll.
Sangurin
"Forelskaður
sjónleikari" er vorðin ein
sonn landaplága, og lógu
teir á einum fyrsta plássi á
fimtan teimum bestu í fleiri
vikur. Hann fer at framføra
nýggjari og eldri løg.
Upplestur og tónleikur í Miðlahúsinum:
Oddfríður, Finnur,
Bárður og Heðin
Til Dímunar við báti
Tíðindaskriv
At vitja uppi á Stóru Dímun er forkunnugt í sær sjálvum.
Men at fara við báti, ganga eftir helluni og upp gjøgnum
Kleivina, tað ber bert til fáar ferðir um árið.
Um vikuskiftið fer Hvíthamar, seksæringurin hjá Jóan
Peturi Clementsen á Sandi, ein túr til Dímunar. Um tað
verður leygardagin ella sunnudagin, verður avgjørt
fríggjadagin. Onkuntíð fyrr er komið fyri, at tað ikki
hevur viðrað ásetta dagin - men dagin eftir. Hesaferð vil
Jóan Petur tí vera fyrivarin.
Uppi á Dímun er Óla Jákup úr Dímun klárur at vísa
oynna fram.
Tólv fólk sleppa við, og tí má meldast til. Hetta verður
gjørt á Sandoyar Kunningarstovu, har eisini fleiri upp-
lýsingar um túrin fáast.
Saybia, sum spældu á MjúS herfyri, vóru og vitjaðu á
Dímun. Og komu heimaftur við einum friðsælum smíli.
"Eitt av vakrastu støðum, vit hava verið", var afturmeld-
ingin. Hvíthamar gevur nú føroyingum kjansin at fáa somu
uppliving, - og sama smíl!