Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 132 - 14. juli 2005 Seismiskar kanningar á landgrunninum: Oljurisin Chevron setir spónin í KANNINGAR Jan Müller jan@sosialurin.fo Eitt av heimsins størstu oljufeløgum ChevronTex- aco fer nú av álvara at seta spónin í føroysku undir- grundina, fyri fyrstu ferð nakrantíð. Risastóra amer- ikanska oljufelagið søkti um leitiloyvi í 2. útbjóðing og varð tillutað teigar beint við markið saman við feløg- unum Statoil, Dong og OMV. Hesir teigarnir liggja tætt upp at einum øki á bretska landgrunninum, har somu feløg hava gjørt stórt oljufund. Sjóbjargingar- støðin MRCC lýsir í hesum døgum við eini fráboðan um seismiskt virksemi hjá Chevron. Tað er felagið Western Geco, sum kannar økið fyri oljufelagið. Byrjað verður 15. juli og er ætlanin at skjóta seismikk í tveir mánaðir. Skipið, sum verður brúkt til kanningarnar, er Western Pride. Seismisku kanningarnar verða gjørdar á hesari havleið: 1. Útnyrðingshornið 63º20’ N 000º24’ W 2. Landnyrðingshornið Eystur ímóti markinum frá pos 1. 3. Landsynningshornið Eystur ímóti markinum frá pos 4. 4. Útsynningshornið 60º40’ N 005º00’ W Sum vanligt er eisini før- oyskt fiskiveiðiumboð við seismikkskipinum. Tað er Magni Skaale, sum skal fylgja við, at alt fer fram eftir bókini. Sera nógv seismiskt virk- semi er á landgrunninum í summar. Frammanundan hevur Statoil brúkt tvey kanningarskip, og tað triðja fer undir kanningar um miðjan juli. Seismisku kanningarúr- slitini hjá eitt nú hesum báðum feløgunum skulu vera partur av grundarlagn- um hjá feløgunum, tá tey fara at gera av, nær og hvar tey skulu seta framtíðar borar í á landgrunninum. Statoil og Chevron eru millum tey mest ágrýtnu og bjartskygnu feløgini, tá tað ræður um at leita eftir kolvetni í føroysku undir- grundini. Ætlanin er at skjóta seismikk báðumegin markið í hesum loyvum: F008 á føroyskum øki og P1025, P1165, P1191, P1193, P1194 og P1196 á bretskum øki. Brian Smith, stjóri hjá Chevron sigur, at við at brúka ein nýggjan kanningarhátt verða teir betur førir fyri at síggja, hvat er undir basaltinum "Deutchland" í Føroyum: Professionell móttøka í Runavík Móttøkan, stóra týska ferðamannaskipið "Deutchland", fekk í Runavík gjár var óvanliga væl fyriskip- að. Kommunan bjóð- aði millum annað manngini á ein ókeypis busstúr við ferðaleiðara, og sjálvt handlarnir vóru klárir at taka ímóti evru gjaldoyra FERÐAMANNASKIP Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Týsmorgunin legði "Deut- chland", sum er stórsta og stásiligasta ferðamannaskip- ið í Týsklandi, at bryggju í Runavík. Við vóru út við 500 týsk ferðafólk, umframt manningina. Umboðsmað- urin hjá "Deutchland", Jóh- an Mortensen sigur, at tað var ein stór fragd at verða við til sera væl fyrireikaðu móttøkuna, mynduleikarnir í Runavík góvu stóra skip- inum og gestunum. Væl fyrireikað Mynduleikarnir í Runavík høvdu rættiliga spílað seg út at taka ímóti skipi og ferðafólkum, tá "Deutch- land" legði at bryggju týs- morgunin. Havnarskrivstov- an var væl fyrireikað, og fólk frá Kunningarstovuni stóðu klár at kunna um landið og økið og svara spurningum. Ferðafólkini, ið høvdu hug at fara til handils, rendu seg heldur ikki í trupulleikar, tí komm- unan hevði boða handlunum frá, so teir kundu gera seg klárar at taka ímóti evrum. - Eg var satt at siga sera ovfarin av, hvussu høgum støði móttøkan var á uppá allar mátar. Blíðskapurin var óførur, og alt riggaði, sum tað skuldi niður í minsta smálut. Eitt av ferðafólkunum hevði til dømis brúk fyri læknahjálp, tá skipið legið at, at tað gekk bert ein lítil løta, so stóð sjúkrabilurin klárur á keiuni, greiðir Jóhan frá. Seinni á degnum skipaði Runavíkar Kommuna fyri ókeypis bussferð fyri allari manningini umborð á skipinum. Við Kára P. Høj- gaard, løgtingsmanni, sum ferðaleiðara, gekk leiðin millum annað ein túr til Æðuvíkar, har gestirnir fingu turran fisk og eina góða føroyska øl. Áðrenn skipið fór avstað- aftur, var borgarstjórin Rod- mundur Nielsen umborð á skipinum, har hann handaði skiparanum eina modell- slupp sum gávu til "Deutch- land" Ferðamannaskipini flokkast til Føroyar "Deutchland" hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr, men hetta var fyrstu ferð skipið legði at í Runavík. Jóhan Mortensen hevur umboðað skip av hesum slag í fleiri ár, og ivast ikki í at Runavík framyvir ferð at verða ein týðandi kapp- ingarneyti hjá Havnini at taka ímóti slíkum skipum. - Runavíkar havn er ómetaliga væl egnað til at taka ímóti so stórum skip- um. Her er sera frítt fyri allastaðni, gott pláss og kyrrupláss mest sum alt árið. Sera nógv áhugaverd ferðavinnumál eru eisini í økinum, so tað er neyvan nakar ivi um, at Runavík fer at verða alsamt meir brúkt til at taka ímóti stóru ferða- mannaskipunum, metir Jóh- an, og leggur afturat, at fleiri skip longu hava biðið um at- løgupláss í Runavík í summar. Og nógv bendir eisini á, at Føroyar eru vorðnar eitt sera vælumtókt ferðavinnu- mál hjá stóru ferðamanna- skipunum. Sigurd Simon- sen á Hoyviking Tours er ein av teimum, sum skipar fyri útferðum við gestum av stóru ferðmannaskipun- um. Sigurd hevur júst gjørt tvær útferðir við gestum av "Deutchland" og hevur bíleggingar at gera útferðir við gestum av ikki færri enn 29 skipum afturat í summar. Stásliga ferðmannaskipið "Deutchland" fekk eina sera væl fyreikaða móttøku, tá tað legði at í Runavík týsdagin Balslev søkir lærling til Byggibúðina... At byrja sum skjótast, søkja vit lærling til Amboðsdeildina í Byggibúðini. Tú skalt vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevni, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. FHS- ella HH-prógv krevst, og lærutíðin er ávikavist 3 og 2 ár. Í lærutíðini skalt tú 4 ferðir á handilsskúla í Odder. Lønin verður samb. S&K-sáttmálan. Um tú heldur at hetta er nakað fyri teg, so send okkum skrivliga umsókn við møguligum viðmælum. Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Eyðun Hansen eh @balslev.fo Balslevs Timburhandil & Byggibúð Vegurin Langi 188 Hoyvík tlf. 311122