hósdagur 14. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
5
Hóast nýggi Smyril
kemur um tríggjar
mánaðir, er semja enn
ikki fingin um lønina
hjá maskinmeist-
arunum, sum skulu
sigla við
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú nærkast tíðin av álvara
til nýggi Smyril verður lið-
ugur og skal setast í sigling.
Men enn er vandi fyri, at
hann fær somu lagnu sum
Brimil og Teistin og verður
lagdur longu áðrenn hann
kemur í sigling.
Orsøkin er tann, at semja
enn ikki er fingin um
lønina hjá maskinmeistar-
unum, sum skulu sigla við
nýggja Smyrli.
Og fyrrenn semja er fing-
in ílag, kunnu maskin-
meistararnir ikki fara um-
borð.
Júst hetta hava føroyingar
ræðandi dømi um seinastu
árini. Brimil lá eitt hálvt ár
og gnaddaði gummi eftir at
hann var liðugur tí semja
fekst ikki um lønina hjá
yvirmonnunum og nýggja
sandoyarferjan, Teistin, lá
eisini í langa tíð av somu
orsøk.
Av tí at nýggi Smyril er
so stórur og framkomin,
skulu serligar avtalur gerast
fyri hann.
Viðvíkjandi
nýggja
Smyrli er semja gjørd við
Skipara- og navigatørfelag-
ið gjørdir, so tað er bara
Maskinmeistarafelagið
eftir.
Men
formaðurin
í
Maskinmeistarafelagnum
kann ikki annað enn stað-
festa, at ongin semja er
fingin við fíggjarmálaráðið
um um lønina hjá maskin-
meistarunm, sum skulu
sigla við nýggja Smyrli.
Ongin fundur
avtalaður
Jógvan Nybo sigur somu-
leiðis, at enn er ongin sam-
ráðingarfundur avtalaður
ímillum partarnar.
Sjálvur er formaðurin í
Maskinmeistarafelagnum
staddur í Spania í hesum
døgum, tí hann er ein av
teimum, sum skulu umborð
á nýggja Smyril.
– Eg komi ikki heimaftur
fyrrenn í august, so eg
vænti ikki, at samráðingar
verða fyrrenn tá, sigur
Jógvan Nybo.
Tíðarætlanin sigur, at
nýggi Smyril skal verða lið-
ugur 15. oktober, men
skipasmiðjan miðjar fram-
vegis eftir at hann skal vera
liðugur 1. oktober.
Sostatt er tíðin farin at
styttast av álvara.
Í oktober ganga eisini
nógvir aðrir sáttmálar á
almenna arbeiðsmarknað-
inum, út og tá verða sam-
ráðingar ímillum fíggjar-
málaráðið og øll feløgini á
almenna arbeiðsmarknað-
inum,
eisini
Maskin-
meistarafelagið.
Spurningurin er so um
sáttmálin um nýggja Smyril
endar mitt í teirri orrustuni,
ella um roynt verður at gera
eina avtalu áðrenn.
Men í øllum førum kann
staðfestast, at higartil hava
samráðingarnar um lønina
hjá
maskinmeistarunum
við nýggja Smyrli, tikið
eini hálvtannað ár, uttan at
semja er funnin. Annars er
nýggi Smyril umfataður av
vanliga sáttmálanum ímill-
um Maskinmeistarafelagið
og Fíggjarmálaráðið, sum
gongur út 1. oktober og
allir sáttmálarnir eru sagdir
upp.
Og sum útlitini eru nú,
har landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur boðað
frá, at lønirnar skulu helst
ikki hækka, eru útlit til, at
samráðingarnar í heyst
verða truplar.
Gongd í málinum
Durita Tausen, sum stendur
fyri
samráðingunum
í
fíggjarmálaráðnum, sigur,
at gongd er í málinum og at
samband
er
ímillum
partarnar.
Men nær næsti samráð-
ingarfundur verður, veit
hon ikki enn.
Tað er nógv sum
bendir á, at tað
verður íslendska
felagið, Ístak, sum fær
arbeiðið at gera
Hovstunnilin
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður helst íslendska
felagið, Ístak, sum fer við
arbeiðnum at gera tunnilin
ímillum Øravík og Hov.
Tað er ein niðurstøða,
sum kann gerast, eftir at
tilboðini, sum komu inn
uppá arbeiðið, vórðu latin
upp á skrivstovuni hjá
Landsverki á miðdegi týs-
dagin.
Frammanundan
hevði
Landsverk bjóðað fýra góð-
kendum arbeiðstakarum at
at lata inn tilboð og teir
bjóðaðu allir uppá arbeiðið.
Tað vóru 14,3 milliónir á
muni á tí lægsta og tí
hægsta tilboðnum og til-
boðini lógu øll ímillum
126,7 milliónir og 141
milliónir.
Lægsta tilboðið hevði
íslendska fyritøkan Ístak,
sum bjóðaði sær at gera
Hovstunnilin og tilhoyrandi
vegir fyri tilsamans 126,7
milliónir krónur.
Næstlægsta
tilboðið
hevði Articon og Leonhard
Nielsen & Sønner, sum
kundu gera arbeiðið fyri
130,9 milliónir.
Næsthægsta tilboðið var
beint omanfyri. Tað hevði
J&K og MT Højgaard, sum
kundu gera arbeiðið fyri
131,6 milliónir.
Síðani var nokk so fitt
upp til dýrasta tilboðið. Tað
átti Byggitek og NCC Suð-
uroyar Konsortiið, sum
skuldu hava 141 milliónir
fyri at gera Hovstunnilin og
vegirnar.
Annars hevði Landsverk
sjálvur mett, at arbeiðið fór
at kosta 146,6 milliónir, so
tilboðini eru væl lægri enn
kostnaðarmetingin.
Kortini
skal
skoytast
uppí, at afturat tilboðsprís-
inum koma ymsar útreiðsl-
ur afturat, eitt nú byggi-
leiðsla, eftirlit, jarðarkeyp
og annað og Landsverk fer
nú at gera eina samlaða
kostnaðarmeting fyri verk-
ætlanina útfrá tilboðnum.
Annars hevur Løgtingið
samtykt, at tað kunnu brúk-
ast upp til 150 milliónir til
endamálið.
Tilboðini roknast út
Oyvindur Brimnes, stjóri í
Landsverki, sigur, at nú
verða tilboðini gjøgnum-
gingin. Eitt, sum hugt verð-
ur eftir, er, um tilboðsgev-
ararnir hava nøkur fyrivarni
í teirra tilboðum og um,
hvat hesi fyrivarni í so fall
fara at kosta.
Hann sigur, at síðani
verður alt talt saman og
drigið frá og so verða sam-
ráðingar við lægsta tilboðs-
gevaran um at gera ein
sáttmála um arbeiðið.
Og tað er eisini greitt, at
tað skal arbeiðast skjótt, tí
eftir ætlan skal sjálvt tunn-
ilsarbeiðið byrja longu í
heyst og tað skal vera koyr-
andi í 2007.
Tilsamans fevnir verk-
ætlanin um 2437 metrar av
tunli og 2240 metrar av
vegi
øravíkarmegin
og
Hovsmegin. Serliga Øra-
víkarmegin skal nógvur
vegur gerast, tí har er talan
um at gera 1790 metrar av
vegi úr Øravík í Tjaldavík,
har tunnilin byrjar.
Tunnilin verður 9,5 m
breiður í neðra og koyri-
breytin verður sjey metrar.
Vandi fyri at nýggi Smyril fær
somu lagnu sum Brimil ogTeistin
Smyril er nú aftur í turrdokk, har hann verður málaður. Og tað er ikki eiti á dokk, tí hon er 600 metrar long og 100 metrar breið
Ístak lægsta tilboðið upp á Hovstunnilin
Fleiri vóru og lurtaðu, tá ið tilboðini upp á Hovstunnilin vórðu latin upp á skrivstovuni hjá
Landsverki á miðdegi týsdagin