Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bermuda hevði nógvar kjansir at gera mál, men føroyska liðið hevði yvirvág í spæli, og tá ið Føroyar fingu sínar møguleik- ar at gera mál, sang bólturin í meskunum. Vinnaramentalitetur og profilar gjørdu munin millum liðini FÓTBÓLTUR Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Cunningsburgh: Føroyar verða ikki tiknar í kvinnu- fótbólti á Oyggjaleikunum í Hetlandi Tað er niðurstøðan eftir sigrarnar á Álandi og Bermuda seinastu dagarnar. Føroyska liðið hevur fingið veruliga mótstøðu í hesum dystum, men í báð- um førum hevði føroyska liðið munin og vann. Tað er ikki av tilvild. Tað snýr seg um at hava rættan mentalitet og profilar, sum kunnu avgera dystirnar. Og tað hevur føroyska liðið. Hinvegin manglaði Ber- muda hetta týskvøldið. Ber- muda hevði nógvar góðar spælarar, tekniskt heilt væl fyri, og onkur av teimum skjótur. Men tá ið Bermuda fekk sínar kjansir at gera mál, vóru tær púra eiðasør- ar. Bæði í fyrra hálvleiki og serliga í seinna hálvleiki hevði Bermuda fleiri púra opnar kjansir, men mál fingu tær ikki. Ein orsøk til tað var, at føroyski málverjin, Randi Wardum, stóð væl og bjarg- aði føroyska liðnum í meira enn einari støðu, og hin or- søkin var, at kvinnurnar av Bermuda vóru vánaligir avsluttarar. Javnt í fyrra Dysturin var rímiliga javnur. Føroyska liðið hevði yvir- vág í spæli í fyrra hálvleiki, men Bermuda lá fram við, tá ið tær sendu langar bóltar fram á vøllin til tann skjóta álopsspælaran hjá teimum. Føroyska verjan hevði hóast alt gott tak á henni, men í eina førinum noydd- ist málmaðurin út at takla uttan fyri brotsteigin. Føroyar høvdu tveir góð- ar kjansir at gera mál í fyrra hálvleiki. Fyrst var Malena Josephsen í góðari støðu, men málmaðurin bjargaði, og seint í fyrra hálvleiki kom Sólvá Joensen at standa leys, men hon spark- aði upp um. Bermuda hevði eitt frí- spark, sum brast á tvør- stongina og upp um. Føroyar fingu málini Í seinna hálvleiki hevði Bermuda leikliga yvirvág eina løtu, men tá ið tað stóð ringast til hjá føroyska lið- num, skoraði Rannvá And- reassen. Hon sendi eitt frí- spark úr 25 metrum høgt móti málinum, og har fór bólturin um mállinjuna, tá ið málmaðurin hjá Ber- muda ikki fekk tak á. Løtu seinni økti Vivian Bjartalíð til 2-0, eftir at Rannvá hevði spælt hana leysa í vinstru. Flata skotið frá Vivian streyk í málið. Og Rannvá setti sjálv punktum, tá ið hon varð spæld leys og sendi í málið umvegis stólpan. Bermuda hevði fleiri stórar kjansir at gera mál í seinna hálvleiki, men einki kom burtur úr, og so kundi tað ikki enda við øðrum enn, at føroyska liðið vann tryggan sigur. Spæli gjørdist betur í seinna hálvleiki Leikliga gekk tað ikki ser- liga væl hjá Føroyum í fyrra hálvleiki. Spælararnir sparkaðu meira, enn teir spældu, og tað skapti einki. Í seinna hálvleiki gjørdist spælið frægari, og tvey av málunum komu eftir framúr góð uppspæl og stikningar í dýpdina. Vongspælið hjá føroyska liðnum var eitt sindur av- markað. Vivian Bjartalíð í vinstru kom rættiliga fyri seg í seinna hálvleiki og gjørdist ein hóttan, meðan Ása Dam á Neystabø og Sólvá Joensen í høgru manglaðu seinasta neyv- leikan til at fáa nakað burtur úr teirra skjótleika og bólt- førleika. Á sentrala miðvøllinum tók Rannvá Augustinussen eitt ordans tak sum upp- ruddari, meðan Rannvá Andreassen var profilurin, sum gjørdi avgerandi mun- in fram eftir vøllinum. Hon skoraði tvey mál og legði upp til tað triðja. Verjan fekk seg roynda í hesum dystinum, og tær stóðu seg væl, hóast tær lógu rættiliga frammarliga á vøllinum og harvið spældu við stórari risiko. Samanumtikið ein uppi- borin sigur, tá ið hugt varð eftir leikbýtinum, men skal tosast um opnar kjansir, so átti Bermuda at fingið minst trý mál… Nú skal ein stór sensatión til, um føroyska kvinnu- liðið í fótbólti ikki skal vinna triðja Oyggjaleika- gullið á rað. 16 Nr. 132 - 14. juli 2005 – Hatta var match- bóltur Landsliðvenjarin hjá fótbólts- kvinnunum held- ur, at nú eiga føroysku kvinnurnar at fáa gullið heim FÓTBÓLTUR Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Cunningsburgh: Eftir sigurin á Bermuda er vegurin hjá fótbólts- kvinnum til gullið púra opin. – Hatta var helst matchbólturin í kapp- ingini. Nú eiga vit at kunna koyra hetta heim. Tær oyggjarnar, sum vit nú skulu spæla ímóti, eru munandi veikari enn bæði Áland og Ber- muda, sigur Álvur Hansen, landsliðs- venjari. Hann var illa nøgdur við føroyska spælið í dystinum ímóti Ber- muda, men hann ásann- aði, at sigurin var tað týdningarmesta. – Vit spæla ikki væl, og eg eri misnøgdur við spælið hjá okkum í hes- um dystinum, men vit hava nógvar streingir at spæla uppá, og vit hava spælarnarir, sum kunnu avgera dystir. Meira mótstøða Á Oyggjaleikunum hesaferð hava Føroyar spælt tveir tættar dystir ímóti Álandi og Ber- muda, og hóast Føroyar vunnu báðar dystirnar, so líktist hetta meira gevandi og jøvnum dystum, enn aðrir dystir í kappingin gera. – Vit hava spælt ímóti tveimum rímiliga góð- um liðum, og tað hevur verið spennandi báðar ferðirnar. Undanfarnu ferðirnar hevur tað bara verið í finaluni, at tað hevur verið spennandi, sigur Álvur Hansen. – Gotland er ikki við hesaferð, men tær hava eisini eitt gott lið, so um Áland, Bermuda og Gotland vóru við næstu ferð, so fingu eitt eina fína kapping. Mikudagin hevði føroyska liðið frí frá sjálvari kappingini, men tær høvdu eina lætta venjing, og hósdagin og fríggjadagin bíða teir báðir seinastu dystirnir í kappingini, sum eru ímóti Hetlandi og Guernsey. Vivian Bjartalíð smekkar til, og bólturin strýkur í netið til 2-0. Dysturin ímóti Bermuda er avgjørdur, og føroysku kvinnurnar stevna beint ímóti triðja Oyggjaleikagullinum á rað Oyggjaleikir, 3. umfar, 12. juli 2005 Føroyar-Bermuda 3-0 (0-0) 1-0: Rannvá Andreassen, 53. 2-0: Vivian Bjartalíð, 64. 3-0: Rannvá Andreassen, 80. Føroyar: Randi Wardum – Sólvá Joensen, Bára Skaale Klakstein, Unn Kragesteen, Asta Magnussen – Ása Dam á Neystabø, Rannvá B. Andreassen, Rannvá Augustinussen, Vivian Bjartalíð – Halltóra Joensen (Jacoba Langgaard, 71.), Malena Josephsen (Rakul Magnussen, 85.) FAKTA UM DYSTIN 1. Føroyar 3 3-0-0 12-1 9 2. Bermuda 3 2-0-1 13-3 6 3. Áland 3 2-0-1 9-4 6 4. Isle of Man 3 1-0-2 5-8 3 5. Hetland 3 0-1-2 2-11 1 6. Guernsey 3 0-1-2 2-16 1 Seinastu dystirnir 14. juli kl. 16.00: Føroyar-Hetland 15. juli kl. 12.00 Føroyar-Guernsey STØÐAN Føroyar søktu Bermuda