hósdagur 14. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
15
Seks ferðir á rað
høvdu álendingar
settbólt í triðja
settinum, men okkar
hildu fast. Og so
knekkaði mótstøðan
seinastu løtuna
FLOGBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Tað eru sjáldan
stundir at hugsa seg ov
nógv um, ella at skola
vónbrotini
burtur,
tá
kappast verður í ítrótti. Júst
hetta er eisini orsøkin til, at
sálarliga
javn-
ella
yvirvágin hevur so nógv at
siga.
Eftir tvey sett, har talan
var um skiftandi yvirvág,
gjørdist
talan
í
triðja
settinum um ein veruligan
bardaga,
har
sálarliga
yvirvágin skuldi vinnast.
Hesa tóktist Áland hava
fingið,
tá
teir
móti
endanum
stríddu
seg
framum. Við framúr libero-
spæli frá Johan Petur á
Stongum og eini noktan
móti at geva seg eydnaðist
tó okkara at halda fast.
Seks
settbóltar
á
rað
yvirlivdu okkara, og so
orkaði Áland ikki meira. Í
sjeyndu royndini vóru tað
okkara, sum fingu fyrimun,
og tá Bartal Eliasen og Jón
Nielsen blokkaðu álendska
smashið í gólvið, kundi
sigurin tað sama verið
skrivaður til okkara.
Tí í veruleikanum, so var
Áland nú niðri. Sálarliga
megnaðu teir ikki at toga
seg uppaftur, meðan okkara
hinvegin mest sum vóru
flúgvandi.
Adrenalin-
rúsurin sat í kroppinum á
hvørjum
spælara.
Móttøkurnar sótu perfekt,
soleiðis
at
Bárður
B.
Mikkelsen
fekk
góðar
arbeiðsumstøður
sum
hevari,
og
so
kundu
kantarnir av álvara gera um
seg. At munurin ikki var
meira enn sjey bóltar,
komst fyri ein stóran part
av, at okkara í nógvum
førum satsaðu meira, enn
gott var, nú sigurin kortini
var
heima.
Hetlendski
hallarvarparin,
sum
ivaleyst kennir seg sum
hálvan
føroying
eftir
leikirnar, geylaði støðugt á
føroysku fjøldina, og hóast
klokkan var um vera nógv,
so var kortini rúm fyri
klappsalvum, tá dysturin
var
lokin.
Føroyska
manslandsliðið hevði enn
einaferð
prógvað,
at
stríðsviljin er í toppi, og
lønin er eitt pláss móti
Bermuda í hálvfinaluni.
Eitt mótstøðulið, sum tykist
heldur meira yvirkomulig
enn Saaremaa, sum aftur í
ár tykjast sera sterkir.
Føroysku kvinnur-
nar fingu eitt slag av
styrkisroynd móti
Álandi. Og sambært
liðskiparanum, so
liggur størsta styrkin
í breiddini á hópin-
um
FLOGBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Lerwick:
Eins
og
í
undanfarnu dystunum í
bólkaspælinum, so vunnu
føroysku flogbóltskvinn-
urnar ein tryggan 3-0 sig-
ur. Men í dystinum móti
Álandi fingu okkara tó
nakað av mótstøðu. Og tí
kundi
hesin
dysturin
kanska eisini brúkast til at
meta um formin hjá
føroyska liðnum, helt
liðskiparin, Herborg á
Mýruni.
- Eg haldi, at spælið er
vorðið betri og betri fyri
hvønn dyst. Men tað
gevur nakað av nervum,
tá tú ikki veitst, hvussu
hini eru fyri. O tað haldi
eg eyðkendi bæði liðini í
dag. Bæði tær og vit hava
skift nógv út í mun til
seinast, og tað gevur
nakað av ótryggleika.
Hálvfinalan
verður
allar helst ímóti Jersey.
Hava tit sæð tær spælt
nakran dyst?
- Vit hava sæð tær, men
eg haldi slettis ikki, at vit
eru serliga bangnar fyri
teimum. Vit taka ein dyst
í senn, og so fáa vit at
síggja, hvussu langt tað
røkkur.
Tit eru ikki farnar at
hugsa um eina finalu móti
Saaremaa enn?
- Nei. Tað gera vit ikki.
Sjálvandi hevur tú vónir
um at koma í finaluna, tá
tú hevur vunnið tríggjar
sigrar á rað, men tað
ræður framvegis um at
taka ein dyst í senn.
Hava tit so heldur ikki
hugt at Saaremaa?
- Jú. Tað hava vit. Tær
eru nokk á sama støði,
sum tær vóru fyri tveim-
um árum síðani, men eg
haldi ikki, at tær hava so
nógvar møguleikar fyri
útskifting. Higartil hava
tær spælt tríggjar dystir
mest sum uttan at skifta
út, og tær, sum sita á
beinkinum, tykjast ikki
vera so sterkar.
Breiddin er styrkin
Og júst hetta heldur
Herborg
eisini
vera
størstu
styrkina
hjá
føroyska liðnum.
- Vit hava kanska ikki
so sterkar einstaklingar,
sum vit hava havt. Men
vit hava ein sera breiðan
og javnt sterkan hóp.
Byrjar onkur at møðast,
so kann ein eins góð
setast inn uttan stórvegis
trupulleikar, og tað er
avgjørt ein styrki.
So tit hava kanska einki
ímóti, at talan enn eina-
ferð verður um ein fimm-
settara í finaluni, uim tit
koma so langt.
- Nei. Vit eru í góðum
formi, so tað skuldi ikki
gjørt nakað. Vit hava vant
regluliga í longri tíð, og
seinastu tvær vikurnar
undan
oyggjaleikunum
hava vit vant hvønn dag.
So tann parturin skuldi
verið klárur.
Lerwick: Tá vit eftir dyst-
in fingu orðið á føroyska
liðskiparan, Rúna Weihe,
tóktist hann vera sera
fegin um, at føroyska liðið
nú veruliga hevði staðið
eina styrkisroynd.
- Tað kanst tú ætla.
Spælið
higartil
hevur
verið sera svingandi, og
ikki minst hava spælt móti
tveimum sera veikum lið-
um. Tá fært tú ikki víst,
hvat tú stendur fyri, men
tað megna vit væl í dag.
Tað tykist eisini, sum
fara tit ongantíð heilt
niður í dystinum, hóast
tað sjálvandi gongur upp
og niður. Er tað ikki eitt
tekin
um
eitt
høgt
botnstøði.
- Jú. Sjálvt tað settið,
sum vit taptu, taptu vit
tepurt, meðan vit hinvegin
vunnu sannførandi í øðr-
um og fjórða settið. So
samanlagt haldi eg, at vit
eru øgiliga væl nøgdir.
Tá tú vinnur eitt sett
sum hatta triðja, har tit
yvirliva seks settbóltar.
Gevur tað so ikki eina
ótrúliga sálarliga styrki til
næsta settið.
- Jú, motivatiónin er í
øllum førum til staðar tá.
Og tú trýrt uppá, at tað
letur seg gera. Og tað
prógvaðu vit eisini.
Eina løtu í dystinum
tóktist vandi vera fyri, at
Rúni enn einaferð mátti
geva skarvin yvir móti
ryggskaðanum, sum so
ofta hevur plágað. Hann
noyddist út á beinkin at
sita, men sjálvur helt Rúni
ikki, at talan var um
álvarsligan skaða.
- Eg spældi ikki við
hasum ryggbeltinum, sum
eg eigi at nýta. Eg merkti
einki undir upphitingini,
og so roknaði eg við, at
tað fór at ganga. Men tað
gjørdi tað so ikki.
Og var so alt í lagi, tá
beltið var komið á.
- Ja, stórt sæð. Eg skuldi
líka brúka einar fimm
bóltar, men so merkti eg
einki. Og eg kláraði í
øllum førum at smasha
nakrar ferðir!
-jm
Føroyar-áland 3-0 (25-22, 25-23, 25-14):
Loksins nakað
av mótstøðu
Enn vilja føroysku kvinnurnar ikki tosa um Saaremaa,
men tað er lítið at ivast í, at finalan aftur í hesa ferð fer at
verða ein endurtøka. Og Herborg sigur seg einki hava
ímóti, um talan enn einaferð verður um fimm-settara
Gott at koma ígongd
Føroyar-Áland 3-1 (22-25, 25-13, 31-29, 25-18):
Fightaðu Áland niður
Stríðsviljin sýndi seg enn
einaferð sum sterkasta
vápnið hjá føroysku
flogbóltsharrunum, sum
snøgt sagt noktaðu at geva
seg móti Álandi