Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 132 - 14. juli 2005 Fimleikararnir av Ber- muda og Man undir- strikaðu týðiliga, at venjingarumstøður og úrslit fylgjast FIMLEIKUR Jákup/Jens Kristian Scalloway: Fyrrapartin mikudagin var einstak- lingakappingin í fimleiki hjá kvinnum á skránni. Ein kapping, har Føroyar áður hava staðið seg væl, og har Marit Magnussen millum annað hevur vunnið gull á gólvinum. Men vónirnar um heið- ursmerki hesaferð fingu av álvara eitt skot fyri bógvin, tá liðini hjá Man og - serstakliga - Bermuda fóru undir sínar íðkanir.. Hetta eru lið, sum hava mest sum perfektar venjingarumstøð- ur, og hjá teimum, sum vara av føroyskum fimleiki mundi framgongdin hjá hesum vera mest sum óhugnalig at fylgja. Bermuda á øllum - Hesum vistu vit av. Eg segði longu mánadagin, at vit skuldu vera sera fegin um tey heiðursmerkini, og tað vóru vit eisini. Tá ráddi tað um at duga tey lættaru øvilsini væl, og tað er tað, sum vit hava brúkt tíðina til. Í fríu seriuni kunnu sterku fimleikararnir veru- liga folda seg út, og tá kem- ur munurin veruliga til sjóndar. Tey gera rørslu, sum vit ikki hava møgu- leika til at venja við okkara umstøðum, og so má tað eisini verða hareftir. - Sjálvandi høvdu vit vóna, at Marit við nøkrum góðum íðkanum á bummi og gólvi kundi nærkast einum heiðursmerki, men tað gekk bara ikki, helt landsliðsvenjarin, tá hann eftir kappingarnar skuldi gera sínar viðmerkingar. Av føroysku fimleikarun- um stóð Marit Magnussen seg best samanlagt, har hon gjørdist nummar 14. Best stóð hon seg í lopinum, har hon gjørdist nummar átta við fyrsta lopinum. Seinna lopið satsaði hon, men tá gjørdist lendingin ikki nóg góð. Sum heild mundu okkara tó vera nøgdar um avrikið. Einasta amboðið, har tað ikki gekk eftir vild, var á bumminum, har karakterir- nar kundu verið hægri. Men samanlagt var helst einki at gera. Tá medalju- handin stóð á skránni, var tað nærum ein uppvísing frá Bermuda, sum tók gull í øllum greinum, umframt at tær tvær ferðir eisini áttu silvur og bronsu. Scalloway: Eingin ivi er um, at Helgi W. Olsen var tann fimleikarin, sum før- oyingar høvdu størstu vónirnar til undan oyggja- leikunum. Ikki minst í ringunum, har talan tær báðar seinastu ferðirnar hevur verið um gull. Men tað verður talan so ikki um hesaferð. Ein skaði í arminum hevur nevnliga beint fyri hesum vónunum,. - Eg fekk ein skaða í vár, sum aftur førdi nakrar over- vingarskaðar við sær. Eg skræddi ein part av bisceps, og tað hevur argað nakað síðani. Tí hava eg nú tikið avgerð um, at eg ikki fari út í tær tyngstu kappingarnar. Altso ringarnar. Hinvegin eri eg framvegis við á barr- uni, gólvinum og hestinum. Men stendur ikki eisini nógv á arminum, tá íðkanir eru í barruni. - Jú, men ikki á sama máta. Til dømis ikki á sjálvt álbogaliðið, har mín skaði er, so tað man nokk fara at ganga. Men undir øllum um- støðum, so er sterkasta greinin hjá tær burtur. Er tað ikki eitt sindur keðiligt at skula góðtaka. - Tað kanst tú ætla. Tað eru serliga tey tungu ele- mentini í ringunum, sum hava verið mín styrki, og tað eru eisini hesi, sum eg havi satsað nógv mest uppá. Í ringunum veit eg, at eg var favorittur, og sjálvur havi eg eisini vant nógv, fyri at fáa nýggj element í mína framførslu. Í hinum greinunum kann eg nokk tað sama, sum eg kundi fyri tveimum árum síðani, men hava hinir havt stóra fram- gongd her, so verður tað sera trupult at fáa nakað sum helst, staðfesti Helgi. -jm Fantastiskt Scalloway: Hóast hon júst hevði veri vitni til eina sanna fimleikaupp- vísing frá Bermuda, har tær føroysku ikki for- máddu sær tað stóra, so tóktist Anita Knudsen á ongan hátt vera misnøgd um medaljuleysa fyrra- partin. - Hatta var bara heilt fantastiskt at síggja. Tær gera lop og rørslur, sum vit ikki koma í nær nám- ind av, og so kunnu vit ikki vera ónøgdar. Fríggjadagin er bundna serian á skránni. Verður tykkara møguleiki ikki nakað betri tá? - Hann er kanska betri, tí eitt ávíst loft er sett á torleikastøðið. Men tað verður ótrúliga trupult hjá okkum at basa hasum fimleikarunum undir øll- um umstøðum, helt Anita Knudsen at enda. -jm Mynd: Anita Anita Knudsen helt talan vera um eina fantastiska vakra fimleikaframsýning frá Bermuda Mynd: Jens Kristian Vang Marius liggur fram við Besti føroyski byrsu- skjúttin siktar eftir heiðursmerki í skeet. Mikudagin var fyrsta innleiðandi skjóting- ini, og Marius stóð seg væl, hóast hann varð snýttur fyri eitt plettskot SKJÓTING Eyðun/Jens Kr. eydun@sosialurin.fo Tingwall: Besta vónin til eitt føroyskt heiðursmerki í byrsuskjóting á Oyggja- leikunum í Hetlandi er Marius Joensen, sum er rættiliga beinrakin í skeet-skjótingini. Mikudagin var fyrsta innleiðandi skjótingin í skeet fyri einstaklingar, og Marius fekk eina góða byrjan. Í fyrsta umfarinum varð hann skrásettur fyri at hava rakt rakt 20 av 25 skotum, men hann var snýttur fyri eitt plettskot. Hóast hann gjørdi vart við mistakið, vildu dómarar- nir ikki rætta tað. Í næsta umfarinum rakti hann 20 av 25 skotum, og hann telist millum teir bestu skjúttarnar í inn- leiðandi kappingini. Innleiðandi kappingini í skeet heldur fram hósdag, og fríggjadagin verður finalan millum seks teir bestu skjúttarnar. Fyrsta málið hjá Marius er at koma í finalun, og síðani at sikta eftir einum heiðursmerki. Marius Joensen skjýtur væl í skeet-kappingini, og vónir eru um, at hann kann vinna heiðursmerki Hóast okkara stóðu seg væl, so rakk tað ikki langt móti krútsterku fimleikarunum av Bermuda og Isle of Man Ringanna harri skaddur Helgi Winther Olsen verður ikki við í kappingini í ringum, sum skuldi vera eftir evstamark okkara mikudagin Mynd: Jens Kristian Vang Óhugnalig hækkan