hósdagur 14. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
13
Tvær ferðirnar eftir-
hugdu dómararnir í
bogaskjóting skoru-
talvurnar. Bert eitt
stig skildi teir tríggjar
fremstu skjúttarnar,
men gullið varð
verandi føroyskt
Bogaskjóting
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Seinastu pílarnir í
FITA-kappingini hjá boga-
skjúttunum vóru sendir av
stað um hálvgum trý tíðina
seinnapartin týsdagin. Eftir-
fylgjandi boðini frá leiðar-
unum vóru, at tað fór at taka
um eitt korter, áðrenn enda-
liga úrslitið fyrilá, og so
settust føroyingarnir spentir
at bíða.
Í liðkappingini tóktist
eingin ivi vera um, vat
Føroyar vóru væl á odda,
og hjá kvinnunum hevði
Sigrid við vissu vunnið sær
bronsu í compound.
Visti einki
Hinvegin var sera stórur
spenningur um heiðurs-
merkjabýtið hjá monnum.
Jógvan Niclasen tóktist
annars hava spilt sær
spælið, tá hann misti 29
stig móti teimum fremstu á
70 metrum. Og hóast hann
togaði 19 av hesum heim
aftur á 50 metrunum, so
varð ikki roknað við, at tað
skuldi bera til at taka alt
aftur. Ikki minst tí bestu
skjúttarnir
eru
somiki
javnir á 30 metrum, at tað
aloftast eru heilt fá stig,
sum kunnu flytast í hesum.
Men stútt og støðugt át
Jógvan seg kortini inn á
mótstøðumenninar. Eisini
hóast hann ikki tóktist geva
hesum far yvirhøvur.
- Sum eg havi skilt tað, so
liggja vit frammarliga í
compound, og eg haldi, at
recurvarnir hava vunnið.
Annað veit eg ikki. Soleiðis
fullu orðini, tá vit skiftu orð
við Jógvan eftir seinastu
ørvarnar, og sjálvur vildi
hann ikki reiðiliga trúgva
útsenda blaðmanninum, tá
boðini nú vóru, at gullið
kanska var ein møguleiki.
- Okey. Tað ljóðar bara
gott. Men har havi eg slettis
ikki fylgt við. Í morgun
skuldi eg heinta 29 stig, og
undan hesum manglaði eg
framvegis 10. Og eg haldi
meg
ikki
hava
skotið
serliga væl á 30 metrum. Á
50 gekk hampuligt í mun til
veðrið, men hetta er ikki
soleiðis, at eg eri ovurfegin
um skotini, helt hann.
Áðrenn seinastu skotini
vóru boðini, at tú var fýra
stig frá gullinum. Heldur tú
teg so hava ein møguleika.
- Eg veit ikki. Eg fekk 28
hesaferð, so um fremsti
maðurin hevur kiksað, so
kanska. Tað mugu vit bara
vóna.
Tvær fínteljingar
Og so var at bíða og vóna.
Minuttirnir gingu spakuliga
avstað, men dómararnir
lótu ikki við seg koma.
Aftan á kundi staðfestast,
at orsøkin til longu bíðiðina
- 45 minuttir ístaðin fyri 15
- var at skorurnar hjá frem-
stu skjúttunum fleiri ferðir
vórðu
taldar
umaftur.
Hvussu tey vendu og
snaraðu hesum, so segði
talvan, at Jógvan og ein
Jersey-búgvi báðir høvdu
1188 stig, meðan ein triði
skjútti av Guernsey hevði
1187.
Tá soleiðis er, verður
hugt at, hvussu nógvar
10'arar skjúttarnir hava, og
her hevði Jógvan 36 móti
teimum 31 hjá Heath
Perrett av Jersey. Gullið í
compund
var
aftur
føroyskt,
og
so
var
fagnaðurin
ovurstórur.
Sjálvandi
hjá
Jógvani
sjálvum, men ikki minst hjá
liðunum báðum, sum nú
eisini fingu gull.
Vóru hetta trý lang korter
at bíða?
- Ja. Hetta tók sína tíð.
Men tað var tað vert.
Tað tóktist, sum trúðu tú
tí ikki veruliga, tá fólk
tosaðu um møguleikan fyri
gullinum undan seinastu
skotunum.
- Eg roknaði við silvurin-
um sjálvur. Eg var nummar
trý undan seinastu trimum
pílunum, og eg helt, at eg
kanska rakk silvurmerkj-
unum. Men gullinum hevði
eg so ikki roknað við.
Og við gullinum hjá
liðnum gjørdist talan um
ein heilt góðan dag hjá tær.
Var tað hetta, sum tú hevði
sett nøsina eftir.
- Ja. Eg hevði avgjørt
ætlanir um tvey gullmerki.
Í liðkappingini roknaði eg
við, at vit vóru sera væl
fyri, og tað vísti seg so
eisini at halda.
Og hósdagin er so head-
to-head
kappingin
á
skránni. Er tað nakað, sum
tú trívist væl við?
- Ja. Eg havi roynt tað í
Føroyum, og eg haldi, at
tað hevur riggað væl. Eg
plagi ikki at hyggja so nógv
eftir, hvussu hinir skjóta.
Men heldur brúka kreftir-
nar um at fáa míni skot at
siga.
Var tað kanska eisini
forkláringin uppá, at tú
kundi toga teg upp á
gullsessin í dag.
- Tað kann væl vera.
Hevði eg vita av, hvussu
nær eg var við, so hevði eg
nokk slettis ikki fingið
seinastu avgerandi stigini í
kassan, helt fegni gullvinn-
arin at enda.
Føroysku úrslitini
Compound, menn
nr navn
stig
1 Jógvan Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1188
5 Schandorff Vang . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1162
11 Per Holm Andersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1101
16 Jóannes Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 982
Compound, kvinnur
3 Sigrid K.Vang . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1104
Compound, lið
1 Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3454
Recurve, menn
4 Rógvi Mohr . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 977
5 Absalon Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 955
Recurve, kvinnur
4 Annika Vang . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 944
Recurve, lið
1 Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2876
Bronsa til
Sigrid
Lerwick:
Hóast hon
sjálv lat illa at seinastu
runduni á 30 metrum,
so var Sigrid Vang
ósvikaliga
trygt
á
bronsuplássinum í com-
pound hjá kvinnum.
Við
1104
stigum
hevði hon ikki færri enn
52 stig niður til fjórða
plássið, so metallið var
ongantíð í vanda.
Tað var tó heldur ikki
soleiðis, at silvurið var
so øgiliga nær. Her vann
ein skjútti av Jersey sær
stóran fyrimun á 70
metrum, og hendan helt
hon alla tíðina fast um,
soleiðis at munurin til
Sigrid varð hildin við 25
stigum.
-jm
50-meturin
kiksaði
Lerwick: Annika Vang
var tann av føroysku lut-
takarunum, sum lá best
fyri
undan
seinna
degnum.
Í Recurve kappingini
var hon tá bert eitt stig
frá fremsta plássinum,
og fyrstu løtuna tóktist,
sum kundi føroyski al-
vin gera bart og enntá
fara avstað við gull-
inum.
Fyrstu
ørvarnir
á
teimum 50 metrunum
sótu eisini, sum teir
skuldu, men so gekk
heilt galið. Móti endan-
um av teimum 50 met-
runum vildi einki bera
til, og Annika fekk bara
208 stig burtur úr teim-
um 36 ørvunum. Onkur
av kappingarneytunum
var heilt uppi á 273, og
so var missurin ov
stórur at taka aftur. Tað
var tó um reppið, at tað
kortini eydnaðist at fáa
bronsuna, men tað bleiv
ikki meira enn næstan,
og við 944 stigum vóru
framvegis fýra upp til
heiðursmerkini.
-jm
Fínteljing í trý korter
Ikki færri enn tvær ferðir eftirtaldu dómararnir skorurnar í compound. Men tað segði framvegis tað sama. Tríggir skjúttir mest sum púrasta javnir, men kortini
við muninum til føroyska Jógvan Niclasen