hósdagur 14. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 132 - 14. juli 2005
Sosialurin í Hetlandi
Jákup Mørk,
Eyðun Klakstein,
Jens Kristian Vang,
blaðmaður
blaðmaður
myndamaður
jakup@sosialurin.fo
eydun@sosialurin.fo
jensk@sosialurin.fo
Misti
yvirblikki
Lerwick: - Eg haldi, at
yvirblikki var ikki í lagi
hasa løtuna. Eg liggi
fremstur í feltinum, og
so koma tríggir aftaní-
frá. Tá eg síggi, hvat er
hent, er eitt hol longu
komið, og tað hevði
kostað sera nógvir kreft-
ir, um eg skuldi roynt at
lukka tað.
Soleiðis
staðfesti
Bogi Lenvig, tá vit eftir
renningina
á
5.000
metrum fingu orðið á
hann.
Renningin háttaði seg
soleiðis, at tríggir renn-
arar stungu av eftir fyrsta
triðingin, og hesar fekk
Bogi ongantíð aftur. At
hann kortini hevði nakað
eftir í sær, prógvaði hann
væl og virðiliga á sein-
astu rundini, tá hann yvir
hálvan umgang spurtaði
seg sannførandi inn á
fjórða
plássið.
Men
nøgdur var hann kortini
ikki. Ikki minst, tí hann
við hesum ikki megnaði
at verja bronsuna, sum
hann vann á Guernsey
fyri
tveimum
árum
síðani.
Tíðin, sum verður
runnin, er annars ikki so
ræðandi, og hevði eg
runnið rætt, so kundi eg
væl verið við. So nøgd-
ur eri eg avgjørt ikki,
staðfesti Bogi Lenvig at
enda.
Sam Vang tók eisini
lut. Hann gjørdist næst
aftastur av luttakarun-
um.
-jm
Ein løta uttan yvirblikk
kostaði týdningarmikil
fet, tá Bogi Lenvig
týsdagin gjørdist nummar
fýra á 5.00 metrum
Mynd: Jens Kristian
Badmintonspælarar-
nir hava fingið besta
úrslitið nakrantíð í
einstaklingakappingi
ni. Aksel Poulsen kom
í finaluna eftir teir
mongu dystirnar
týsdagin, og Ragnar
Rasmussen hevur
vunnið bronsu.
Fríggjadagin skal
Aksel spæla um gullið
BADMINTON
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Lerwick:
Føroyar hava
nógvar góðar badminton-
spælarar í løtuni, og tað
sæst eisini aftur á Oyggja-
leikunum.
Týsdagin var kappingin í
einmansleiki, og her gekk
væl hjá føroysku monnun-
um.
Bæði Ragnar Rasmussen
og Aksel Poulsen komu í
hálvfinalurnar,
og
har
spældu teir báðir spennandi
dystir.
Ragnar
Rasmussen
spældi ímóti tí væl upp-
lagda grønlendska spælar-
anum, Bror Madsen, og
føroyski spælarin var við
undirlutan. Bror Madsen
vann 15-6 og 15-7. Longu í
1/8 finaluni royndi Bjartur
Lamhauge seg ímóti Bror
Madsen, og hann noyddist
eisini at lúta.
Aksel gjørdi bart
Í hinari hálvfinaluni hittust
Aksel Poulsen og Ben
Martin av Guernsey, og her
eydnaðist tað Aksel at
vinna dystin 2-0. Settini
endaðu 15-14 og 15-9.
Ben Martin hevði fyrr í
kappingini sent Erland
Poulsen, beiggja Aksel, úr
kappingini, men Aksel fekk
hevnt tapið í hálvfinaluni.
Fríggjadagin spæla Aksel
Poulsen og Bror Madsen í
finaluni, og tá verður
spennandi at vita, um Aksel
kann fara allan vegin og
vinna fyrsta føroyska gullið
í einmansleiki í badminton
á Oyggjaleikum.
Longu nú er tað greitt, at
føroyska úrslitið í einmans-
leikinum er tað besta
nakrantíð. Ein bronsa er
tryggjað, og Aksel Poulsen
vinnur antin gull ella silvur.
Meðan bíðað verður eftir
finaluni, kunnu Aksel og
hinir føroysku badmintons-
spælararnir stytta sær um
stundir við tvímansleiki og
blandaðum tvímansleiki.
Vilja kempa fyri
Oyggjaleikum
Lerwick:
Føroysku badmintonsspælararnir vóru
vónbrotnir, tá ið tíðindini bórust um, at badminton
verður ikki við á Oyggjaleikunum á Rhodos um tvey
ár.
– Um vit ikki hava Oyggjaleikirnar at stíla eftir, so
rokni eg við, at tað fer at ávirka hugin at venja.
Oyggjaleikirnir hav a verið við til at styrkt munandi
um føroyskt badminton, sigur Bjartur Lamhauge, ein
av føroysku spælarunum á Oyggjaleikunum.
Tað hoyrist, at tey, sum varða av badminton á teimum
ymsu oyggjunum, sum eru við til Oyggjaleikir, ætla at
gera eina seinastu roynd fyri at fáa badminton við á
Rhodos í 2007.
– Um vit ikki sleppa við til Oyggjaleikirnar næstu
ferð, so er ein møguleiki at skipa fyri einari kapping
millumtær oyggjarnar, sum plaga at luttaka í
badminton, sigur Bjartur Lamhauge.
ek
Aksel streyk í finaluna
Aksel Poulsen spældi seg
týsdagin í finaluna í
einmansleikinum í
badminton