Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2005 11 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra móður, omma og vermamma okkara Ása Maria Nolsøe Dam ættað av Tvøroyri andaðist í heiminum í Allerød sunnudagin 10. juli, 69 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Synnøva, Jan og Odd við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi Sverri Heinason Festirstein andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Herdis, Poul, Svanhild og Heini Dagurin 14. juli. Bonaventura, deyður í 1274. Hann var út Italiu og æt upprunaliga Giovanni Fidanza, men halgisøgan sigur, at tað var sjálvur hin heilagi Frans, sum gav honum navnið Bonaventura, ið merkir eydnurík hending. Bonaventura varð seinni biskupur í Albano, og hann gjørdist ein tann mætasti lærumeistarin hjá katólsku kirkjuni í miðøldini. Tøkk Hjartans tøkk fyri samkenslu og hjálp, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jonhild Henriksen, fødd Arge Klaksvík varð sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk til Heimarøktina fyri hjálp og umsorgan. Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, Egil Joensen og Heina á Marknagili fyri góð og troystarrík orð. Eisini ein tøkk til kirkjutænararnar. Tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu so væl til á einhvønn hátt. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Emmaus. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Magnus, Jóhan, Petra og Anvør Í hesari vikuni, hin 12. juli 2005, fyllir Finnbjørn H. Dam, nú búsitandi á Sandi, 75 ár. Hann er yngri sonur Hákun Dam, sála, lærara á Sandi í nógv ár og Sofíu Mittún, ættað av Trønni í Havn. Hini systkini eru Vagnur Dam, í nógv ár sveisari á Tórshavnar skipa- smiðju og Hildigunn, ið gift var Ottari Jacobsen, lærara og eldri sonur Heðin Brú. Ottar doyði í apríl í ár, 73 ára gamal. Finnbjørn hevur arbeitt sum skrivstovu- og banka- maður síðani 1948. Hann byrjaði í august 1948 á Føroya Gjaldstovu. Í 1954 fór hann til Londin í banka har og starvaðist í enska høvuðsstaðnum í 8 ár. Heimafturkomin, í 1965, hevur hann m.a. starvast í Føroya Banka, Sjóvinnu- bankanum, Smyril Line og til endans aftur á Gjald- stovuni, haðan hann fór frá sum pensiónistur í januar 1998. Í 1974 stovnaði hann saman við konuni, Fanny og øðrum góðum fólki vinafelagið føroyskt- bretskt felag og í 1983 varð eisini bardagasavnið Savn- ið 1940-1945 sett á stovn. Viðvíkjandi tí seinra kann nevnast, at Ovild Didriksen úr Havn hevur veirð og enn er savninum stórur stuðul og hevur hann tí mikla tøkk uppiborna. Sum barn av seinra heimsbardaga við atliti til bretsku hersetingina av Føroyum og tey 8 árini í London. har tvey av børn- unum, Gunnar Hákun, ið býr í Vendsyssel og Helena, ið býr í Havn, eru fødd – Ian, yngri sonurin, býr eisini í Vendsyssel – hevur hann allarhelst fingið alsk til málið og fólkið í Bret- landi, tí hann er ein sannur bretlandsvinur. Føðingardagin er hann burturstaddur á vitjan hjá vinfólki, ættarfólki og kenningum í Hetlandi, Orknoyum, Skotlandi og Onglandi. Finnbjørn Dam 75 ár Rætting Herfyri høvdu vit føðingar- dagsgrein um eitt av starvs- fólkum okkara, Petur Skeel, sum fylti 80 ár. Okk- urt kom skeivt fyri í hesi grein og skulu vit tí koma við hesum rættingum. Petur Skeel varð føddur í Tungu- gøtu í Havn tann 28. juni 1925. Pápin, Mouritz E. Jacobsen, var ættaður úr Kaldbak og mamman, Elisabeth, fødd Poulsen, av Eiði. Mamma Mouritz, Cathrina, fødd Magnussen av Skála, doyði í barsils- song, tá ið Mouritz varð føddur. Pápin, Peter Andre- as Jacobsen, Pedda á Gørð- um, hevði tá 2 onnur smá børn, og tí beyð Petur Skeel Nolsøe seg til at fostra Mouritz upp. Petur Skeel Nolsøe var ommubeiggi Mouritz. Kommunurnar fara vænt- andi framyvir at umsita ymsar landsuppgávur, tí skuldi tað verið upplagt, at landsmyndugleikarnir og kommunan samstarva um ein tænastudepil. Eg haldi, at løgregla eigur at vera í bygdini, tí nógv virksemi er í Vest- manna; m.a. er bygdin ein hin fremsta innan ferða- vinnuna, ferðafólk í tús- undatali koma hvørt summar higar. Sjálvandi kann løgreglan verða um- skipað, so at størri sam- starv verður millum løg- regluna í Vestmanna og í Havn ella í Vágum. Eg vænti ikki, at tað hevði verið trupult at fingið sett løgreglufólk í starv í Vestmanna, tí nógv løg- reglufólk búgva í bygdini. Heldur ikki skuldi verið torført at fingið nýggjan sýslumann settan í starv her. Tað tykist løgið, at fútin, sum er danskur embætis- maður, hevur so stórt vald í Føroyum í 2005. Skuldu tað ikki verið føroyskir pol- itikarar, sum gjørdu av, hvussu vit skipa sam- felagið, so tað hóskar best til okkara umstøður? Hví mótmæla løgtingslimirnir fyri Norðurstreymoy ikki harðligari, nú almenn ar- beiðspláss hvørva úr økin- um og tænastustøðið hjá íbúgvunum lækkar? Vænta tit, at skráseting- armerkið VN verður varð- veitt, um skip og bátar verða skrásettir á eini skriv- stovu í Havn? g haldi, at ávísur vandi er fyri, at Norðurstreymoy er um at hvørva - vilja vit tað?! Eg fari enn einaferð at heita á landspolitikararnar um at forða fyri, at sýslu- skrivstovan í Vestmanna verður flutt. Um tit ikki megna tað, so vóni eg, at tit skipa fyri, at nakrar av tænastunum hjá sýsluskriv- stovuni vera eftir í bygdini, og at onnur almenn størv verða flutt til bygdina. Eg takki eisini Anfinni Kallsberg fyri, at hann tekur málið upp, hóast tað er í seinna lagi. Framhald av síðu 10 Hans Birgir Hansen Eg havi fyri fleiri árum síð- ani skriva um langtíðar fíggjar- og íløguætlanir al- menna-, privata-, land-, kommunu, ið ganga yvir fleiri áramál, ið skal lækka kostnaðarstøði áðurnevndu. Vit kunnu læra okkum at raðfesta/prioritera tað fíggj- arliga og hvørju arbeiðir/- størv, eru neyðug og tæn- astur, í vit skulu tillaga at tæna viðurskiftafólki eins, uttan mun, til hvør í ein er. Eg havi áður víst á, at partur av vinningsbýti, skal nýtast at fáa lækka skatta- prosenti, land og kommunur og kostnaðarstøði í dag, út í hvørjari einastu kommunu í oyggjasamfeløgum. Eg havi áður sagt, at tað skal geva land, kommunur fleiri inntøkur, vit sóu tá ið landspolitikiarar, uppi í løgtinginum, byrjaðu av fyrstan tíð, at lækka lands- skattin, lønmóttakarum. Hetta er eisini galdandi, út í hvørjum húsarhaldi, fáa lært seg at raðfesta/priorit- era rætt, tað fíggjarliga og hvat í ein ídag hevur tørv á at keypa og til dagligan rakstur og viðlíkahald. Eg havi víst á týdningin, fáa konsolidera seg og seta part av vinningsbýti, til at standa ímóti fíggjarligu, sveiggjum, so at framhald- andi virksemi, verður tryg- gjað og størv og arbeiðir. Eg havi víst á fylgjurnar, við minkandi virksemi og fáa skipa ta náttúrligu frá- gongd, eldri starvsfólk ið kunna arbeiða niðursetta arbeiðstíð, til hesi leggja frá sær vegna aldur í dag. Eg havi somuleiðis víst á týdningin at fáa skipa ta náttúrligu tilgongd av yngri fólki, ið skal fáa tað praktisku upplæringina, so almenna-, privata-, land og kommuna fáa hækka støði. Eg havi nógv at draga saman um, í øllum tí ein hevur skrivað í bløðunum og fáa hækka vitanaðar- støði hjá almenningum, ið hava skyldu til at fylgja nógv væl við, í bløðum og loftmiðlar. Eg ferðist inn í tað hug- sjónarliga-, atburðar-, hug- burðarliga málsliga, ið ein viðgerð í lesarabrøvum og tilverugrundarlagi, øllum samfelagsbólkum og stætt- um, kring alt landið. Eg havi ongantíð havt nakað dulsmál, hvat í ein hevur upp á hjarta, at fáa skunda undir alt etableraða virksemi, kring alt landi og í Havnini/Suðurstreymoy, ið gongur alt ov seint í dag. Eg haldi størsti parturin, hevur tikið allan kritikkin til sín, hava fingið nógv mikið at hugsa um bein- ráknu, persónslýsingar í eingin satt at siga roknaði við, skapti ringvirkningar. Tað er avgerðandi neyð- ugt at geva øllum inside vitan/forstáilsi og tilvitan, til tað samanhangandi við lóggávur/stýrisskipanir/- dagligu mannagongdir/- kunn- og reglugerðir. Langtíðar fíggjar- og íløguætlanir! VIÐMERKINGAR