Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 132 - 14. juli 2005 Sosialurin avdúkaði ígjár, at sonevndu proforma- sølurnar halda fram. Tað merkir, at sonevndi fiskapakin hevur ikki rokkið endamálinum, sum var at steðga proforma-sølunum. Avleiðingin er, at nógvur ráfiskur framvegis fer óvirkaður av landin- um. Og tað merkir, at føroysk flakafólk og flakavirki hava minni at gera. Um talan var um tíðindi úr útlondum, høvdu vit kallað tað fyri landsskaðiligt virksemi. Men sum í flest øllum viðurskiftum eru tvær síður. Taka vit fyrst proforma-sølurnar, so miðaðu tær ímóti at bjóða fiskin til sølu á Fiskamarknaðinum fyri so høgan prís, at eingin keypti. Seljarin - skipið - keypti so fiskin sjálvt, og sigldi so ella sendi fiskin til marknaðin í Bretlandi ella á Evropeiska meginlandinum. Men seljarin - skipið - hevði hildið ásetingarnar í lógini, tí fiskurin var jú boðin alment fram í Føroy- um, men tað var bara tað, at eingin keypti fiskin!!! Hesum skuldi fiskapakkin forða fyri við nøkrum ásetingum, sum vit ikki skulu lýsa í æsir. Men nú gera seljarar - skipini - og onkur keypari bara eina avtalu frammanundan. Fiskurin verður boðin til sølu fyri høgan prís, sum keyparin so keypir. Men eftir søluna verður "yvir-prísurin" afturrindaður!!! Tað vísir seg, at tað eru altíð "hol", sum teir pro- fessionellu onkursvegna finna. Men hetta holið má teppast, so fiskurin veruliga verður bjóðaður út, og allir fiskakeyparar fáa møguleikan at bjóða upp á fiskin. Tað var aðalreglan í fiskapakkanum. Og tí- betur er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sinn- aður at broyta skipanina, so allir keyparar - flakavirki og aðrir útflytarar - veruliga fáa høvi at bjóða upp á fiskin, sum verður seldur á føroyska marknaðinum. Tað er skilligt, at skipini royna at fáa sum mest fyri fiskin. Tey hava trupult at fáa endarnar at røkka saman. Ikki minst í hesum tíðum við methøgum oljuprísum. Hinvegin er talan um fisk, sum er "ogn Føroya fólks". Hann má - í mest møguligan mun - virkast í Føroyum, so leingi vit hava fiskavirki og flakafólk, sum kunnu virðisøkja hesa fesku vøruna úr heimsins reinasta havumhvørvi. Men sjálvandi undir reellum og fríum kappingatreytum. DAGSINS MEINING Sosialurin Proformasølurnar mugu steðgast - kapping má vera um fiskin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnur Helmsdal, limur í rættarnevnd løgtingsins Nú fjølmiðlarnir hava sett ljóskastaran á lokalnevnd- ina hjá løgtinginum sum óvirkin og óarbeiðslig kærunevnd í løgreglu- málum, so hevði tað kanska eisini verið viðkomandi at sett fokus á leiklutin hjá Fútanum í Føroyum um somu tíð. Til tess at tryggja landsins borgarum so fræga rættartrygd, sum tilber, hava vit m.a. kærunevndir. Lokalnevndin hjá løgting- inum verður mett sum kærunevndin, føroyingar kunnu venda sær til, um teir kenna seg illa ella skeivt viðfarnar av løgregl- uni. Men lokalnevndin er í veruleikanum ikki nøkur kærunevnd, sum kann tryggja rættartrygdini í mun til løgregluarbeiði nevnivert. Lokalnevndin er í ávísan mun eftirlitsnevnd, men hon kann ikki taka kærumál upp til veruliga viðgerð. Hetta tí arbeiðs- setningurin hjá nevndini er avmarkaður til bert at snúgva seg um at kanna, um eitt mál er nøktandi upplýst. Veruliga kæru- nevndin hjá føroyingum í slíkum førum er tí donsku stovnarnir Politiklage- nævnet ella Ríkisadvokat- urin. Danir hava langt síðan fingið eina aðra og nógv meira óhefta kærunevnd at meta um teirra løgreglu- arbeiði. Tað hevði tí verið meira enn viðkomandi, um okk- ara myndugleikar sum skjótast fóru undir at fremja broytingar soleiðis, at eisini føroyinginum kann tryggjast rættartrygd, tá tað um løgregluarbeiði ræður. Nú skal hetta ikki skilj- ast, sum at føroyska løg- reglan fer serliga illa og skeivt við fólki. Rættar- trygd í hesum føri merkir, at ivi ikki skal valda, um kærunevndin er óheft ella ei. Kærunevndin eigur eis- ini at hava ein nógv størri heimildir og víðari arbeiðs- setning, enn lokalnevndin hevur ídag. Og so skulu tey, sum manna kærunevndina, sjálvandi ikki hava saman- fallandi áhugamál við tann bólkin, sum viðgerast og kannast skal. Skilja fútan og løgregluna sundur Ein minst líka álvarsamur spurningur viðvíkjandi rættartrygd í mun til ar- beiðið hjá løgregluni er leiklutur Fútans. Fútin í Føroyum er nevniliga ikki bara ákæri í málum við- víkjandi lógarbrotum, fútin er samstundis ovastur fyri føroysku løgregluni. Tað vil siga, at Fútin stendur á odda fyri tí kanningarar- beiði, sum vanliga er grundarlagið undir ákær- unum. Nú skal ein ikki sita og skriva, at føroyska løg- reglan í sínum kanningar- arbeiði í einum og øllum gongur ákæruvaldinum til handa, men tað er væl skilj- andi, um onkur hevur lyndi til at ivast í rættartrygdini hjá teimum, sum sita á ákærubonkinum. Einki man vera so sjálv- sagt sum tað, at kanning- ararbeiðið í einum máli, sum helst fer at koma fyri rættin, ikki eigur at verða útint av stovni, sum hevur høvuðsákæran sum ovasta stjóra. Tá so er, kann ein ongantíð, hóast ein so fegin vil, tryggja nøkrum sum helst fulla rættartrygd. Ivin fer altíð at gera hetta ómøguligt. Og tá so er, er ongan tíð ov skjótt, at vit fara undir miðvíst at skilja Fútan frá løgregluni. Sammeta vit okkum við Danmark síggja vit, at ákæruvald og løgregla eru skild at fyri langari tíð síðan. Hví man hevur valt at varðveita óhepnu skipan- ina í Føroyum, er ein góður og viðkomandi spurningur. Føroyingar hava í hvussu eins stóran tørv og rætt til rættartrygd, sum øll onnur. Ákærin og løgregluovastin sami persónur Karl A. Olsen borgarstjóri í Vestmanna 11. juli fingu vit boðini um, at sýsluskrivstovan skuldi lata aftur. Hetta kom kanska ikki heilt óvart á meg; hóast bæði hetta og undanfarna bygdarráð hava sett seg harðliga ímóti ætlanini hjá fútanum. So seint sum 21. juni samtykti bygdarráðið einmælt at heita á Føroya Landfúta um ikki at flyta sýslumans-em- bætið úr Vestmanna. Í áheitanini til fútan vístu vit á, at hvørki praktiskar ella fíggjarligar orsøkir skuldu verið fyri eini flyting. Nú á døgum ber væl til at samstarva og samskifta, hóast ein ikki arbeiðir á sama stað, harumframt tek- ur tað bert um _ tíma úr Vestmanna til Havnar ella Vágarnar. Tað er neyvan nøkur sparing í at flyta sýslu- skrivstovuna til Havnar, tí danski staturin eigur bygn- ingin. Heldur skuldi tað verið ein fíggjarligur fyri- munur at flutt fleiri upp- gávur út á bygd. Grund- stykkir eru bíligari, húsa- prísir og leigukostnaður eru væl lægri. Í løtuni verður bert um _ av sýsluskriv- stovuni nýtt; restin kundi verið nýtt uttan stórvegis meirkostnað. Sýsluskrivstovan hevur fleiri uppgávur - bæði løg- regluuppgávur og civilar uppgávur. Nakrar av løg- regluuppgávunum eru eisini tænastur til borgarar- nar, t.d. at veita pass. Civilu uppgávurnar eru ógvuliga ymiskar, t.d. í sambandi við grannastevn- ur, friðing, vígslur, grind og at skráseta skip og bátar. Fleiri eru tænastur til fiski- vinnuna, m.a. mynstringar og fiskidagbøkur. Hví skulu hesar tænastur flytast til Havnar? Ongin ivi er um, at tænastustøðið hjá íbúgvum og vinnulívi fer at lækka, um sýsluskrivstovan verður flutt. Í staðin fyri at verra tænastustøðið hjá vinnulív- inum og borgarunum í Vestmanna og pørtum av Kvívíkar Kommunu skuldi tænastustøðið hækkað. Hetta kundi verið gjørt við einum tænastudepli, har flestu verandi tænastur vóru, umframt tænastur innan t.d. Almanna- og Heilsuøkið og Toll & Skatt. Sýsluskrivstovan í Vestmanna Framhald á síðu 11