hósdagur 14. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
9
Politista-
felagið
kærir
Føroya Politistafelag
hevur tikið stig at
kæra avgerðina hjá
fútanum um at flyta
tveir politistar úr
Vágum og sýslu-
mannin í Vestmanna
til Havnar. -Vit fingu
eina viku at gera
endaligar viðmerk-
ingar til uppleggið,
men endaliga av-
gerðin var í veruleik-
anum longu tikin tá
frá leiðslunnar síðu,
sigur formaðurin í
Føroya Politistafelag,
Eyðun Berg
KÆRA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Avgerðin hjá politileiðsl-
uni um at flyta sýslu-
mannin í Vestmanna og
tveir politistar úr Vágum
til Havnar hevur fingið
Føroya Politistafelag at
tala at. Tað stendur at lesa
í Dimmalætting týsdagin.
Eyðun Berg er formaður
í Føroya Politistafelag, og
hann fílist á, at Føroya
Politistafelag ikki í nóg
stóran mun er tikið upp á
ráð, tá ovasta leiðsla á før-
oyska politinum, ið er
mannað av Mogens Nepp-
er-Christensen, fúta, Una
Vestureið, politiinspektøri
og Halldis Poulsen, skriv-
stovuleiðara á Fútaskriv-
stovuni, gjørdi av, at flyta
tveir politistar úr Vágum
og sýslumannin úr Vest-
manna til Havnar.
- Vit fingu eina viku at
gera endaligar viðmerk-
ingar til uppleggið, men
endaliga avgerðin var í
veruleikanum longu tikin
tá frá leiðslunnar síðu,
sigur Eyðun Berg.
Felagið hevur tí tikið
stig at kæra avgerðina hjá
málsviðgerðina hjá politi-
leiðsluna
fyri
hægri
myndugleika í Danmark.
Eingin effektivisering
Formaðurin í Føroya Pol-
itistafelag sigur seg ivast
stórliga í grundgeving-
unum hjá fútanum.
- Eg loyvi mær stórliga
at ivast í, um politiar-
beiðið verður effektivis-
erað við bygnaðarbroyt-
ingunum, heldur tvørtur-
ímóti. Hóast samferðslu-
kervið millum høvuðs-
staðin og Vágar er batnað
við undirsjóvartunlinum,
so ivist eg í, um politi-
arbeiði í Vágum verður
stýrt betur úr Havn, sigur
Eyðun Berg.
Føroyskur matur til ungarskar
gourmet gómar
Vanliga ger Uni Gull-
foss mat til føroyskar
og útlendskar gómar
á Hotel Hafnia, men
hóskvøldið verða tað
víðagitnir og væl-
bjargaðir ungarar í
Budapest, sum fáa
føroyska rullipylsu og
skerpikjøt frá fyrrver-
andi sjónvarps-
kokkinum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Mikumorgunin
fór
Uni
Gullfoss til Budapest at gera
eitt føroyskt sjálvtøkuborð
til kokkar, politikarar, sjón-
leikarar, miðlafólk, og aðrar
kendar og vælbjargaðar ung-
arar, sum gleðast um mat og
savnast í Gourmet felag-
skapinum Lucullus Baráti
Társaság. Tilsamans verða
umleið 100 gestir til døgurð-
an, sum verður hildin á ein-
um hotelli í ungarska høv-
uðsstaðnum. Borgarstjórin í
Budapest og danski Am-
bassadørurin í Ungarn halda
røðu áðrenn borðhaldið.
Umframt at matgera skal
Uni eisini halda tveir smáar
fyrilestrar; ein um føroysk-
an matskikk og matsøgu og
ein um tann matin, sum
verður á sjálvtøkuborðinum.
Eingin grind
Uni hevur allan matin við
úr Føroyum. Her er ferskt,
turt og ræst lambskjøt,
skinsakjøt og føroysk rullu-
pylsa, hummarar, øður,
rækjur, jákupskeljar, lippir
og turrur og feskur fiskur.
Ætlanin var at hava grind
og spik við. Men boðini úr
Ungarn vóru greið, verður
tú tikin við hvalakjøti, so
verður hald lagt á allan
matin, tí vóru grindin og
spikið løgd eftir.
Ynskini úr Ungarn hava
verið greið, maturin skal
vera siðbundin føroyskur
matur, og hetta verður eis-
ini høvuðsparturin av sjálv-
tøkuborðinum. Men Uni
hevur eisini nakrar rættir,
sum eru eitt sindur meira
eksperimenterandi.
Strævið
pappírsarbeiði
Føroyar hava ikki góðkenn-
ing til útflutning av kjøti til
ES, og hetta hevur verið ein
stórur trupulleiki hjá Una,
pappírsarbeiðið hevur verið
strævið og tíðarkrevjandið,
og myndugleikarnir í Ung-
arn eru sera stirvnir. Sjálvt
við góðari hjálp frá Heilsu-
frøðiligu
Starvsstovuni
hevur tað ikki eydnast at
fingið neyðugu loyvini
Lucullus Baráti Társaság
hava biðið Una um bara at
koma, tí í Ungarn er papp-
írsarbeiðið ikki so týdning-
armikið. Hevur tú nakrar
dollarar við, slepst altíð
ígjøgnum tollin. So tað var
við krossaðum fingrum og
mati og dollarum í taskuni,
at Uni fór av landinum.
Góðan stuðul
Uni sigur at ferðin til
Ungarn slettis ikki hevði
borið til, var tað ikki fyri
tann góða stuðulin, sum
Poul Michelsen, Poul Han-
sen, Kjøllbro og Hotel
Hafnia hava veitt. Eisini er
hann sera glaður fyri alt ar-
beiðið sum Turóczi Gábor
miðlaráðgevi hjá ungarska
felagskapinum hevur gjørt.
Ungari í
Miðlahúsinum
Turóczi Gábor var í Før-
oyum herfyri, hann var inni
á gólvinum í Miðlahúsin-
um í Vágsbotni og greiddi
frá um felagskapin, um
tankan aftan fyri Lucullus
Baráti Társaság og um hví
føroyskur matur er komin á
skránna hjá teimum.
Green Gate skapti
sambandið
Á síni ferð í Føroyum vitj-
aði Turóczi Gábor Una.
Sambandi við Una kom í
lag gjøgnum eina ungarska
ferðaskrivstovu, sum hevði
samstarv við Green Gate.
Green Gate sendi fyri-
spurning frá Lucullus Bar-
áti Társaság til fleiri før-
oyskar kokkar, men Uni var
tann einasti, sum svaraði.
Bergtikin av
náttúruni
Uni vísti honum nógvan
føroyskan mat, sum t.d.
grind, spik, skerpikjøt og
annað seyðakjøt. Teir fóru
eisini útferðir kring Før-
oyar og Turóczi Gábor var
bergtikin av føroysku nátt-
úruni. Hann fekk eisini
høvið at vitja føroyingar
privat, og uppliva hvussu
vit liva. Honum dámdi sera
væl og bílegði vegna Luc-
ullus Baráti Társaság før-
oyska kokkin at koma til
Budapest at matgera fyri
limum felagskapsins.
Skapa
mentanarupplivingar
Felagskapurin Lucullus Bar-
áti Társaság arbeiðir fyri at
skapa mentanarupplivingar í
Budapest, sum taka støðið í
mati og matgerð. Limirnir í
felagskapinum hittast eina-
ferð um mánaðan til eina
máltíð, har mentan og matur
úr einum landi er á skránni,
smakkurin av landins mati
gerst vegurin inn í mentan-
ina. Serfrøðingar siga frá um
matin, og kvøldið verður
kryddað við øðrum menta-
narligum upplivingum.
Føroyar eitt áhugavert
land
Turóczi Gábor hevur sjálvur
tikið stig til, at Føroyar
skuldu
á
skránna
hjá
Lucullus Baráti Társaság.
Hetta kemst av einum sterk-
um persónligum áhuga í
Norðanlondum.
Áhugin
kom í lestrartíðini hjá hon-
um, hann gjørdi serritgerð í
íslendskum fjølmiðlum og
kom í hesum sambandi fram
á Føroyar. Tá hann so nú
starvast hjá Lucullus Baráti
Társaság, helt hann, at
Føroyar kundu verið eitt
áhugavert land at smakkað
og upplivað hjá limunum í
fel-agskapinum.
Føroyar
eru fullkomiliga ókendar í
Budapest, og hetta ger
kvøldið enn meira for-
kunnugt.
Áhugaður í
grindadrápi
Turóczi Gábor segði seg
vera sera áhugaðan í grinda-
drápi. Hann heldur, at
ídnaðarslakt
og
frystur
matur hevur oyðilagt stóran
part av mentanararvinum í
nógvum londum. Sjálv pro-
sessin har ein livandi vera
gerst til mat, og maturin
gerst partur aftur av eini
livandi veru, og gerst til
mann, er ein stórur partur av
mentanini í Ungarn, í
Føroyum og kring allan
heim. Tað er týdningarmik-
ið, at hetta ikki dettur burtur.
Hetta, at síggja mat, sum
annað enn ein háttur at
gerast mettan, er eitt av
høvuðsendamálunum hjá
Lucullus Baráti Társaság.
Felagskapurin er eitt mót-
rák móti skundverðum, tey
arbeiða við hugtakinum
Slow Food, og njótanin av
smakkum er raðfest fremst.
Kunnleiki veksur um
áhugan
Seinastu vikurnar hevur
Turóczi Gábor gjørt við-
talur um Føroyar 30 ferð til
bløð og aðrar miðlar í Un-
garn. Tað eru nógv kend,
vælbjargaði og miðlafólk,
sum eru limir í felagskap-
inum, og hetta kvøldið er
eitt frálíkt høvi at kunna um
Føroyar, aftan á máltíðina
skal Uni gera eina samrøðu
við ungarskt sjónvarp, og
við tríggjar ymiskar út-
varpsstøðir, hetta kann so
skapa ein áhuga fyri Før-
oyum millum ungarar. Í
síðsta enda kann hetta ger-
ast vinningur hjá føroysku
ferðavinnuni.
200 Gestir og ein
Makrelur í Vega
Aftur í ár verður Atlantic Music Event í Vega, í fjør
spældu Eivør, Gestir og Makrel fyri einum útseldum
Vega, og í ár verða tveir av bólkunum aftur, men Eivør
er skift út við, Føroya best umtókta punk bólk: 200.
Tiltakið verður 27. august.
Vega gjørdi, longu tá Atlantic Music Event varð hildið
har í fjør, avtalu við Norðurlandahúsið, um at tiltaki_
skuldi endurtakast. Tí var konsertin millum vinningar-
nar á Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum í
apríl. Umboð fyri Vega vóru til AME og valdu 200,
Makrel og Gestir til donsku útgávuna av Føroya størstu
tónleikashowcase.
nud
Turóczi Gábor og Uni
Gullfoss í Vágsbotni