Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 132 - 14. juli 2005 Herfyri fingu Føroyar sjálvstøðugan lima- skap í altjóða blóð- gevarafelagsskapin- um FIODS. Føroyska umboðið Ólavur Samson gjørdist í hesum sambandi forseti fyri føroyskar blóðgevarar í altjóða høpi BLÓÐGEVARAR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Næstseinasta leygardag hittust 150 umboð úr 25 ymsum londum á 50. ráðstevnuni hjá blóðgevara- felagsskapurin FIODS í París. Á skránni var millum annað upptøka av nýggjum londum í felagsskapinum. Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Føroyar nú hava sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapinum Kunnaði um Føroyar Ólavur Samson úr Klaksvík umboðaði Føroyar á altjóða ráðstevnuni. Hann fegnast um sjálvstøðuga limaskap- in, sum millum annað gev- ur Føroyum atkvøðurætt á árligu ráðstevnunum hjá FIODS. Á hendan hátt kunnu Føroyar nú eisini gera seg galdandi, tá kósin hjá felagsskapinum skal stingast út í kortið. Millum annað var føroyska umboð- ið við til at velja danan Niels Mikkelsen til nýggjan aðalskrivara í FIODS. Hetta fer uttan iva at hava við sær, at FIODS fer at hava ein munandi meir globalan hugburð í sínum arbeiði, enn higartil, væntar Ólavur Samson. Í sambandi við atkvøðu- greiðsluna um føroyska limaskapin hevði Ólavur tikið nakað av kunnandi tilfari um Føroyar við sær, sum hann býtti út millum luttakarnar. Hesi vistu lítið og onki um Føroyar framm- anundan, men og sýndu til- farinum sera stóran áhuga, sigur Ólavur. Umframt atkvøðurætt og innbjóðingar til tiltøk og ráðstevnur, merkir lima- skapurin, at føroysku blóð- gevarafeløgini væntast at gera sítt til fyri at kunna um blóðsakina og fáa nýggjar limir. Trý blóðgevarafeløg eru í Føroyum, í Klaksvík, Havn og Suðuroy, og hava tey umleið 1500 limir tilsamans. Ólavur dylir ikki yvir, at tað verið ynskiligt, um limatalið í Føroyum varð tví- ella trýfaldað fyri at tryggja, at sjúkrahúsini altíð hava so nógvar blóð- flokkar, sum til ber, niður- fyri í teimum trimum blóð- bankunum. Tað eru serliga tey við eini óvanligari blóð- typu, sum kunnu fáa ein av- gerandi leiklut í eini brá- feingis støðu, men øll sum lata blóð gera sínum med- menniskjum eina sera stóra tænastu. Blóðgevar kunnu bjarga mannalívum – At vera blóðgevi er ein sjálvboðin tænasta. Tú fært onki afturfyri annað enn eitt prik við nálini, men harvið kanst tú verða við til at bjarga mannalívum. Hugsar tú um, hvussu ómetaliga týdningarmikil leikluturin hjá einum blóð- geva kann gerast, er hetta ein tænasta, ið krevur óvan- liga lítið av tær, um vit samanbera við annað sjálv- boðið arbeiði, sigur Ólavur. Ólavur greiðir frá, at hetta at vera blóðgevi í stór- an mun tykist vera nakað, sum gongur í arv í ávísum familjum. Pápi hansara var blóðgevi, og tað var mest sum ein sjálvfylgja, at Ólavur og beiggjarnir eisini gjørdust blóðgevar. Har onnur í familjuni ikki eru blóðgevarar, tykist tað hel- dur tungt at vekja áhugan hjá serliga teimum ungu fyri blóðsakini. – Tað er harmiligt, tí tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at vit hava blóðbankar. Onkur letur jú blóðið, og tí áttu vit øll at spurt okkum sjálvi, hvar blóðið skal koma frá, um vit sjálvi fáa brúk fyri tí, sigur Ólavur. Hann legg- ur afturat, at feløgini fyri føroyskar blóðgevar í løtuni eru í ferð við at gera ein film, sum skal kunna um tað at vera blóðgevi. Einastu krøvini fyri at gerast blóðgevi eru, at tú er millum 18 og 65 ár og ann- ars ert frískur og ikki tekur heilivág. Leggjast kann afturat, at tað uppá fleiri mátar er sera gott fyri heilsuna at lata blóð, tí hetta hvørja ferð stimbrar framleiðsluna av nýggjum blóði. Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum virðir ikki galdandi gerðarrættarskipan Tíðindaskriv Starvsmannafelagið Í sambandi við trætuna um lønar- viðurskiftini hjá maskinmeist-ar- unum, sum starvast hjá El-felagnum SEV, hevur Bárður Nielsen, lands- stýrismaður verið frammi í fjølmiðl- unum, har hann hevur víst á tey óskipaðu viðurskiftini á føroyska ar- beiðsmarknaðinum. Í teimum úttalilsum, sum lands- stýrismaðurin er komin við, liggur greið ábending um, at landsstýris- maðurin vil geva føroysku fakfel- agsrørsluni ábyrgdina fyri tí, sum hann kallar óskipaðum viðurskift- um. Tað er rættiliga mótsigandi at hoyra landsstýrismannin, soleiðis føra fram sjónarmið, sum ikki kunnu skiljast øðrvísi enn ein ábreiðsla móti føroysku fakfelags- rørsluni, tá vit samstundis hava prógv fyri, at Fíggjarmálaráðið við sama landsstýrismanni á odda, als ikki tykist vilja virða galdandi gerðarrættarskipan okkara. Sum kunnugt hava fakfeløgini og arbeiðsgevaraparturin í meira enn eina øld havt reglur um gerðarrætt- arviðgerð av trætum um tulking av galdandi sáttmálum. Hesar reglur hava fakfeløgini altíð virt og hava fylgt teimum avgerðum, sum gerðarrætturin hevur tikið. Slíka virðing tykist landsstýris- maðurin kortini ikki at hava fyri hesari gerðarrættarskipan okkara, tí Fíggjarmálaráðið hevur fyri tíð síð- ani stevnt Starvsmannafelagnum og Føroya Skipara- og Navigatørfelag við kravi um, at gerðarrættardómur, sum feldur er, verður dømdur ógildugur. Føroya rættur hevur í gjár felt dóm, har Starvsmannafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag verða púra frídømd fyri krav, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett fram og samstundis hevur rætturin ásett, at Fíggjarmálaráðið skal gjalda feløg- unum kr. 30.000,- í sakarmáls- kostnaði. Grundgevingarnar hjá dómaran- um vísa, hvussu út av lagi skilaleys sjónarmiðini hjá Fíggjarmálaráðn- um eru og tí er tað átaluvert, at landsstýrismaðurin, sum ber ábyrgdina fyri slíkum rættarmáli, samstundis fer út í fjølmiðlarnar og beinleiðis ella óbeinleiðis leggur fakfeløgini undir ikki at vilja hava skipaði viðurskiftir á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Úttalilsini hjá landsstýrismann- inum samanborin við úrslitinum av frammanfyri nevnda dómi vísa týði- liga, hvussu lítið samsvar er millum orð og gerð hjá landsstýrismannin- um, sum sambært galdandi lóggávu skal góðkenna sáttmálar, sum gjørd- ir verða millum fakfeløg og komm- unur og kommunalar stovnar. Føroysku fakfeløgini og Føroya fólk sum heild eiga at hava hetta í huga, tá landsstýrismaðurin tykist at royna at vaskar hendur sínar, eftir at hann hevur framt grov álop á fría samráðingarrættin hjá føroysku fak- felagsrørsluni. 150 luttakarar úr 25 ymsum londum vóru við á 50. ráðstevnuni hjá altjóða blóðgevarafelagsskapinum FIODS í París herfyri Føroyar limaskap í altjóða blóðgevarafelagsskapinum Bárður Nielsen virðir ikki gerðarrætt Eftir at Føroyar høvdu fingið sjálvstøðugan limaskap í FIODS, hevði føroyska umboðið Ólavur Samson, eisini atkvøðurætt, tá nýggjur aðalskrivari skuldi veljast á ráðstevnuni í París