hósdagur 14. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
7
Føroya Tele sigur seg
hava funnið sítt kall
og ætlar at svara aftur
til íslendsku
innrásina. Men Fjar-
skiftiseftirlitið vil ikki
loyva lægri prísum
uttan lægri
kostnaðarstøði
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Seinastu fjúrtan dagarnir
hava vent upp og niður upp
á
føroyska
fjarskiftis-
marknaðin. Føroya Tele er
sundurskilt í fleiri feløg, og
Kall er nú vorðið dóttir-
felag hjá Vodafone Island. Í
mun til Vodafone Island er
Føroya Tele eitt lítið felag.
Umsetningurin hjá Føroya
Tele er helvtina av honum
hjá Vodafone Island.
Hjá Føroya Tele eru tey
eisini greið yvir, at tað er
ein
nýggjur
dagur
í
føroyskum fjarskifti.
- Vit eru glað fyri, at
kappingin er herd. Tað
kemur á ongan hátt óvart á
okkum. Tað er heilt natúr-
ligt, sigur Richard Morten-
sen, stjóri fyri FT Sam-
skifti.
Tann nýggi dagurin á
føroyska fjarskiftismarkn-
aðinum fer eisini at merkja
Føroya Tele.
- Nú vit hava fingið
hendan nýggja bygnaðin,
og Kall er vorðin partur av
einari stórari fyritøku, so
eigur hetta eigur at merkja
heilt nýggjar spælireglar.
Vit eiga at fáa møguleikar
at kappast á meira jøvnum,
har vit kunnu prísáseta
øðrvísi,
sigur
Richard
Mortensen.
Føroya Tele hevur ynski
um at áseta lægri prísir á
eitt nú GSM økinum í
"byrjanar fasuna", sum tað
verður rópt. Tað merkir, at á
sumum
økjum
verður
prísurin
settur
undir
kostnaðarstøði. Men tað vil
Fjarskiftiseftirlitið
ikki
ganga við til og vísandi til
reglugerðina á økinum.
Er hetta ikki bert ein
roynd hjá tykkum nú at
virka
sum
tann
lítli
parturin, hóast tit framvegis
eru ein risi á føroyska
marknaðinum?
- Vit kunnu ikki bara at
síggja fjarskiftismarknaðin
sum eitt lokalt føroyskt øki.
Kappingin í framtíðini fer
ikki at vera millum Føroya
Tele og Kall. Vit eru partur
av einari alheimsgerðing,
har heilt aðrir partar eru
við. Tað er alt ov trong-
skygt at síggja føroyska
marknaðin
sum
bara
Føroya Tele og Kall, sigur
Richard Mortensen.
- Hetta eigur eisini at fáa
fólk at hugsa nýggjar
tankar í sambandi við ein-
skiljingina av Føroya Tele,
sigur Richard Mortensen.
Nýggj produkt og
prísir
Stjórin
fyri
móðirfyri-
tøkuna hjá Kall hevur
lovað, at nýggj produkt og
tænastur fara at koma fyri
dagin á føroyska marknað-
inum. Føroya Tele sigur
ikki ræðast nýggju kapp-
ingina.
- Vit fara at svara aftur
beinanvegin. Vit fylgja
okkara ætlan við fleiri og
betri
tænastum,
sigur
Richard Mortensen.
Hann heldur, at Føroya
Tele seinnu árini er nógv
broytt, og nú er so gott sum
klárt at verða einskilt. Á
serliga GSM-økinum metir
Richard Mortensen, at tað
er møguleiki fyri fleiri
kundum.
Stjórin
fyri
Vodafone
Island
hevur
boðað frá, at teir ætla sær
Føroya Tele kundar. Tað
kann Richard Mortensen
væl skilja, men tað verður
ikki uttan víðari, at Føroya
Tele fer at lata kundarnar
fara - men almenna fyri-
tøkan fer at taka kapp-
ingina upp, sigur Richard
Mortensen.
Lítla ávirkan
Fjarskiftiseftirlitið er eftir-
litsmyndugleiki á økinum.
Stjórin fyri stovnin, Jógvan
Thomsen, heldur ikki, at
tað fer at fer at broyta so
nógv, at Kall er vorðið
íslendskt dóttirfelag.
- Vit hyggja fyrst og
fremst eftir marknaðarparti
- og ikki eftir eigaraskara,
sigur Jógvan Thomsen.
Hann heldur tað vera sera
gleðiligt, at Kall nú hevur
fingið ein sterkari eigara,
men sum er broytir hetta
ikki støðuna nakað stór-
vegis. Hann roknar ikki við
lægri prísum beinanvegin.
- Vit hava tað áseting at
virka eftir, at prísirnir ikki
kunna vera lægri enn
kostnaðarstøðið. Um tað
ikki broytist, so verður
heldur ikki loyvi til lægri
prísir,
sigur
Jógvan
Thomsen við ávísing til
útsagnirnar hjá Richard
Mortensen um lægri prísir
á fartelefon økinum.
- So skjótt tað luktar av
prískríggi, so siga vit nei,
sigur Jógvan Thomsen.
Gjøgnumskygni og
greiður skilnaður
millum feløgini skal
eyðkenna nýggja
bygnaðin hjá Føroya
Tele
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Um mánaðarskiftið broytti
Føroya Tele skap. Føroyski
risin á fjarskiftismarkn-
aðinum er nú sundurskildur
í eina konsern við móðir-
felag og dóttirfeløgum.
Tey 160 fólkini í nýggja
bygninginum í Hoyvík,
umframt hini starvsfólkini
kring landið, skulu nú hava
læstar hurðar, tí feløgini
skulu rekast sum vóru tey
fullkomiliga hvør sítt.
Richard
Mortensen,
stjóri fyri P/F FT Samskifti,
vísir staðiliga aftur, at tað
ikki ber til at hava øll trý
feløgini í sama bygningi.
- Tað eru greiðar reglur
fyri gjøgnumskygni. Vit
hava tí mest gjøgnum-
skygdu fyritøkuna í Føroy-
um,
sigur
Richard
Mortensen.
Hann grundar hetta á, at
serliga kervisparturin nú
selir tænastur til Føroya
Tele fyri sama prís og til
aðrar veitarar.
- Vit kenna, at hetta fer at
geva okkum nógv størri
dynamikk og nógv fleiri
møguleikar, sigur Richard
Mortensen.
Net, samskifti, varp
Nýggi
bygnaðurin
hjá
Føroya Tele er skipaður
sum ein konsern við móðir-
felag og dóttirfeløgunum.
Sum tað sæst á myndini
eitur móðirfelagið Føroya
Tele. Har er fíggjardeild,
KT-deild og leiðsla. Ì
felagnum FT NET er alt
kervið, t.e. allur infra-
struktururin hjá felagnum.
FT samskifti er tað felagið,
sum fólk fara at samskifta
við undir Føroya Tele navn-
inum. Har er fastnetsøla,
GSM og internet. Hetta er
eisini størsta eindin í felag-
num. Televarpið er lítla-
systurin í familjuni við
sínum tænastum.
Fólk flest fara altso at
samskifta við samskiftis-
felagið undir navninum
Føroya Tele.
- Vit hava ætlað at gjørt
hesar broytingarnar í longri
tíð. Hetta er eisini ein liður
í arbeiðinum at fyrireika
einskiljingina av Føroya
Tele,
sigur
Richard
Mortensen.
Alment felag
Stjórin fyri Kall, Bjarni
Askham Bjarnason, hevur
við útvarpið hjá Kringvarp-
inum sagt, at hann heldur
ikki tað vera nóg mikið bert
at sundirskilja Føroya Tele í
fleiri feløg, har kervið er eitt
felag. Hann vil heldur hava
kervið sum ein almennan
stovn. Stjórin fyri Vodafone
Island segði í Sosialinum í
gjár, at hann ikki metir tað
vera alneyðugt, at felagið er
alment - men tað verða
settar greiðar treytir.
Jógvan Thomsen, stjóri
fyri
Fjarskiftiseftirlitið,
heldur tað vera eitt stórt
framstig, at Føroya Tele nú
er sundurskilt í fleiri feløg.
Um Føroya Tele eftir ætlan
verður einskilt, so verður
tað
upp
til
politiska
myndugleikan at gera av,
um Føroya Tele framvegis
skal umsita kervið ella eitt
annað felag, alment ella
privat, skal umsita kervið.
Lægri prísir bíða
Marknaðarpartur hjá Føroya Tele*:
FASTNET
79%
GSM
77%
Internet uppringt
79%
Breiðband
76%
*Sambært Føroya Tele og Fjarskifiseftirlitinum.
FAKTA
Nýtt Føroya Tele
Mynd: Nýggi bygnaðurin hjá Føroya Tele skilir fyritøkuna í dóttirfeløg hjá P/F Telefonverkið.