hósdagur 14. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Runavíkingar fáa tað
ivaleyst trupult, tá ið
teir í kvøld taka ímóti
lettiska Metalurgs á
Svangaskarði í UEFA-
Cup kappingini.
UEFA-CUP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Metalurgs vitjaði eisini í
Føroyum í fjør, tá ið teir
vunnu 3-1 á B36 á Tórs-
vølli, og síðani runnu havn-
arliðið um koll og vunnu
heili 8-1 í Letlandi.
Ivi um Christian
Høgna
Sunnudagin vann NSÍ 3-1 á
VB í Runavík, og tá gjørdi
landsliðsmaðurin, Christ-
ian Høgni Jacobsen, øll trý
málini hjá NSÍ. Tíverri fyri
runavíkingar fekk Christian
Høgni ein snudd í knæið í tí
dystinum, sum ger, at
vandamikli framherjin er
ivasamur til dystin í kvøld.
Um Christian Høgni ikki
verður klárur, er tað ein
dyggur smeitur fyri NSÍ, tí
at hann hevur royndir frá
altjóða dysti, og somuleiðis
er hann rættuliga vanur við
at spæla á grasi eftir fleiri
ár í donskum fótbólti. Har-
umframt hevur Christian
Høgni ongantíð áður spælt
evropeiskan dyst fyri NSÍ,
og nógv verður gjørt í eini
roynd at fáa hann kláran til
dystin móti Metalurgs.
Hinvegin kunnu tey í
Runavík fegnast um, at
nigerianski framherin, Ike,
nú er fullkomiliga klárur
aftur, eftir at hann eisini
hevur verið uttan fyri við
skaða. Teir báðir Sjúrður
Jacobsen og Gert Lang-
gaard eru tó framvegis
skaddir og verða ikki við.
Trygvi Mortensen sigur,
at teir vita, at lettiska liðið
er ógvuliga sterkt, og at
talan verður um eina trupla
uppgávu hjá runavíkingum.
- Vit vita, at teir eru
skjótir og tekniskt ógvuliga
væl fyri, og vit kunnu
vænta at verða trýstir. Í fjør
tók eg mær av B68, sum
spældi UEFA-Cup móti
einum øðrum lettiskum
liði, Ventspils, og eyðkenni
fyri teir var, at teir spældu
ferðmiklan
fótbólt
við
nógvum langum skfitum,
sigur Trygvi Mortensen.
NSÍ-venjarin heldur, at
tað er ógvuliga umráðandi
hjá runavíkingum, at teir
standa væl á vøllinum, og
at teir eru klárir, tá ið
dysturin verður bríkslaður í
gongd.
Dysturin millum NSÍ og
Metalurgs verður á Svanga-
skarði í kvøld klokkan 18.
18
Nr. 132 - 14. juli 2005
Árstalsfelagið úr
Havn skal í kvøld
royna seg í spennandi
UEFA-Cup dysti í
Vestmannaoyggjunu
m í Íslandi. Hetta er
kanska besti møgu-
leikin hjá einum
føroyskum liði
nakrantíð at spæla
seg víðari í euro-
peiskari kapping.
UEFA-CUP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyri ein av leikarunum hjá
B36, Allan Mørkøre, er
talan eisini um ein heilt
serligan dyst, tí mótstøðu-
liðið hjá B36 er ÍBV, sum
Allan sjálvur áður hevur
spælt við fyri nøkrum árum
síðani.
Nógv er tó skift út í hóp-
inum hjá ÍBV, síðani Allan
Mørkøre vendi heim aftur
til Føroya, og í dag eru ikki
meiri enn einir fýra ella
fimm eftir av teimum, sum
vóru við í hópinum, tá ið
klaksvíkingurin var við.
Hava fyrireikað seg
væl
Í fjør fekk B36 skotið fyri
bógvin, at teir ikki tóku
UEFA-Cup dystirnar í nóg
stórum álvara, tá ið teir
eftir greiðan ósigur á
heimavølli móti lettiska
Metalurgs, bíðaðu við at
fara til returdystin til á
sjálvum leikdegnum, og
síðani taptu 8-1 í Letlandi.
Í ár hava havnarmenninir tó
gjørt nógv fyri at fyrireika
seg so væl sum gjørligt, og
ein orsøk er ivaleyst hon, at
møguleikin fyri at spæla seg
víðari er rættuliga góður í ár.
Eftir 2-0 sigurin á KÍ í
Formuladeildini leygardag-
in, gekk leiðin hjá B36-
hópinum vestur í Vágar, og
kósin var sett móti Íslandi.
Hópurin hjá B36 hevur
verið í Vestmannaoyggjun-
um síðani seint leygar-
kvøldið, og teir lata sera
væl at umstøðunum.
Teir hava vant hvønn dag
í Íslandi, og onkran dagin
hava eisini tvær venjingar
verið á skránni.
Sunnudagin var B36-
hópurin og hugdi at ÍBV,
sum á heimavølli hevði
vitjan av Fram í Lands-
bankadeildini. ÍBV vann
dystin 2-0, men avrikið hjá
íslendingunum var ikki
nakað, sum skapti ótta
millum havnarmenninar.
ÍBV liggur í niðara enda
av stigatalvuni í heimligu
Landsbankadeildini,
og
havandi í huga, at munurin
millum
føroyskan
og
íslendskan fótbólt ikki er so
øgiliga stórur, er tað ikki
heilt ógjørligt, at B36 kann
skriva søgu og spæla seg
víðari.
Allir mans hjá B36 eru
tøkir til dystin í kvøld.
Einasta
undantakið
er
verjuleikarin, Herbert í Lon
Jacobsen, sum hevur ein
skaða í fótinum, og tá ið vit
tosaðu til Íslands miku-
dagin, var tað ivasamt, um
hann fór at verða klárur til
dystin.
Í kvøld verður útsetti
dysturin í Formuladeild-
ini millum GÍ og TB leikt-
ur í Gøtu. Dysturin skuldi
verið leiktur 3. juli, men
tá bleiv hann avlýstur, tí at
vindurin var so nógvur í
Gøtu.
GÍ og TB hava dystast
einaferð áður í ár, og tað
var á Sevmýri 16. mai.
Tann dystin vann TB
greitt 3-0.
Dysturin í kvøld er eis-
ini sermerktur á tann hátt,
at hetta er fyrsti dysturin
hjá GÍ, síðani liðskiparin
og stóra stjørnan á lið-
num, Súni Olsen, fór til
danska superligafelagið
AaB, og spennandi verður
at síggja, hvussu tað fer at
ganga hjá gøtumonnum
uttan landsliðsmannin.
Bæði liðini hava harð-
ligani brúk fyri einum
sigri, og tí kann væntast,
at menn fara at leggja
nógv fyri í strembanini
eftir sigrinum.
Dysturin í kvøld verður
leiktur í Gøtu klokkan
17.30.
tn
Týskvøldið slapp
Súni Olsen fyri
fyrstu ferð at
royna seg á besta
liðnum hjá AaB,
sum leikti
venjingardysti
móti Ørgryte úr
bestu svensku
deildini.
ÚTISETI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Dysturin var leiktur í
Svøríki framman fyri
eini 500 áskoðarum, og
Súni Olsen var á bonk-
inum, tá ið dysturin var
bríkslaður í gongd.
Rakti trýkantin
Gøtumaðurin slapp tó á
vøllin, longu tá ið ein
hálvur tími var leiktur.
Henda tíman, ið Súni
var á vøllinum, royndi
hann seg á sentrala mið-
vøllinum, og sum skilst
á heimasíðuni hjá AaB,
www.aabsport.dk, stóð
føroyski
landsliðs-
maðurin seg væl.
Heimasíðan skrivar
millum annað, at Súni
Olsen fekk víst, at hann
væl megnar at verða við
á hægsta støði, og gøtu-
maðurin hevði eisini
eitt drønandi langskot á
sjálvan trýkantin, og tað
var
um
reppið,
at
svenski AaB-leikarin,
Martin Ericsson, fekk
beint returin í málið.
AaB vann dystin 2-1.
Súni
gjørdi
vart við
seg
B36 kann skriva søgu
Útlitini hjá Allan Mørkøre og B36 fyri at spæla seg víðari í UEFA-Cup kappingini eru góð, tá ið
teir í kvøld skulu spæla móti gamla liðnum hjá Allani, ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, tí
íslendska liðið er í løtuni millum tey veikaru í íslendsku kappingini.
Mynd: Álvur Haraldsen
Útsettur dystur í
Gøtu í kvøld
NSÍ fær tað trupult
Royndirnar hjá Jens Martini
Knudsen komu óivað at hava
nógv at siga, tí væntandi
verður NSÍ sett undir stórt
trýst av lettiska Metalurgs,
sum vitjar á Svangaskarði í
kvøld.
savnsmynd