Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið komandi eigur Miðvágur túrin at skipa fyri árligu vestanstevnuni. Í langa tíð hava fólk, feløg og onnur stákast fram móti hesi stevnuni. Enda- málið er at gera hesa stevn- una so áhugaverda sum yvirhøvur tilber. Hyggur ein eftir skránni á næstu síðuni so sæst, at her hava nógvir kreativir heilar verið í sving, og hava gjørt sítt til, at skráin er so fjølbroytt og áhugaverd, bæði fyri børn, ung og tilkomin. Eitt tiltak, sum uttan iva fer at fáa nógva umrøðu og nógva vitjan er framsýning- in av gomlum films- klippum frá mongum ymiskum viðurskiftum í bygdini, bæði tá talan er um ítrótt og fólkalív. Eitt spennandi tiltak, sum fólk óivað verða fegin um. Hinvegin so fara fólk at fáa ein heilt nýggjan møgu- leika í ár – at hugna sær á tveimum støðum. Fyrst er at nevna vøkru viðarlundina, sum er gjørd á Tungu. Og í øðrum lagi er vert at nevna vakra økið, sum er gjørt aftanfyri fót- bóltsvøllin. Her verða nú bestu umstøður hjá børnum og tilkomnum at hugna sær í framtíðini. Nú er so vikuskiftið komið, og seinnapartin í morgin byrja fyrstu tiltøkini á stevnuni – ikki óvæntað fleiri tiltøk ætlað børnunum. Hildið verður síðani á til seint sunnukvøldið, tá stevnan er av á hesum sinni. Góða vestanstevnu. Miðvágur – við tí vakra sandinum