hósdagur 14. juli 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2005
21
Fari at bjóða tykkum
øllum at verða væl-
komin í Miðvágs
Kommunu á
Vestanstevnu.
Miðvágur og Vatnsoyrar
eru bygdir, har nógv hendir
og har liviligt er. Tað sæst
best á, at tað er mestsum
ógjørligt at fáa hús til leigu
ella keyps. Tørvur hevur
verið á grundstykkjum, og
er tað tí kærkomið, at vit
eru við at koma undir land
við eini útstykking, og
kunna lata í øllum førum
teimum sum ætla sær skjótt
í gongd, stykki. Tey 17
grundstykkini eru mestsum
øll umbiðin, og fer komm-
unan tískil skjótt undir at
fáa til vega fleiri grund-
stykkir, eisini í Vatns-
oyrum.
Vit, eins og bygdafólkið,
hava gjørt nógv við at fríð-
ka um í kommununi, og
fara vit framhaldandi at
leggja dentin á at fáa bygdir
okkara alsamt vakrari og
hugnaligari at liva í.
Viðarlundin
á Tungu
kann nú av sonnum kallast
ein perla í bygdini, og eisini
hava nøkur fólk av sínum
eintingum fríðkað um økið
við spæliplássið og hond-
bóltsvøllin við uttara enda
av fótbóltsvøllinum. So tað
kann av røttum sigast, at
"Betur er ein bøtandi
hond...."
Kommunan hevur eisini
tikið í egnan barm, hvat
rudding og hampan viðvík-
ur, og hava vit eisini heitt á
fólkið um at burturbeina
tað, ið rekst úti í náttúruni,
bæði alment og privat. Og
eftir summarferiuna fara vit
at fylgja tí upp, tí tað er ikki
loyvt nøkrum at órudda og
tveita burturkast sum ein-
um lystir.
Vága Dansifelag er í ferð
við at umvæla Beitishúsini,
húsini har Mikkjal á Ryggi
varð borin og vaks upp.
Kálvalíð sigast at vera elsta
hús í Føroyum og Miðvágs
Fornminnafelag er í ferð
við at seta uppisitarahúsini
í Jansagerði í uppruna-
stand. Eisini bleiv kirkjan
fríðkað innan fyri fáum
árum síðan, við eitt nú eini
nýggjari altartalvu. Og fyri
stuttari tíð síðani fekk
kirkjan eitt sera snotuligt
modell
av
trolaranum
"Nýggjaberg", ið fórst av
krígsávum. So her eru
avgjørt fleiri forvitnislig
støð, ið vit kunna vísa fram
fyri fremandafólki.
Vit
hava
hópin
av
børnum til at lyfta framtíð-
ina hjá okkum, og bygdin,
ja, hon veksur alsamt. Og
júst børnunum skula vit
ansa væl eftir. Tí nakað
annað sum vit kunna reypa
okkum av er, at vit hava
tryggastu bilførarar: Onga-
staðir í landi okkara nýta so
nógv trygdarbelti sum her
hjá okkum. Tí skal eg koma
við hesi áheitan: Setið
ALTÍÐ børnini føst í bilin-
um. Tey eru tykkara ábyrgd,
tí tey vaksnu kunna sjálvi
taka ábyrgd av sínum gerð-
um, men tað kunna børnini
ikki – tey eru ábyrgd teirra
vaksnu.
So enn eina ferð:
Hjartaliga vælkomin í
Miðvágs kommunu!
Napolion Magnussen,
borgarstjóri
Miðvágs kommuna – ein kommuna ið nørist!