hósdagur 14. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 132 - 14. juli 2005
- Tað er heilt vist, at
er fiskurin feskur og
fyrstafloks tá hann er
á marknaðinum í
Europa, so fæst eisini
ein sera góður prísur
fyri hann. Tí er tað at
eg sigi: Tveir daga
gamlan fisk fært tú
einki fyri. Tá er
prísurin snøgt sagt
burtur, sigur Son-
finnur Ellefsen, sum í
løtuni fyrireikar eitt
virki, sum skal pakka
og senda góðan fesk-
an fisk av landinum.
FISKIVINNA
Snorri Brend
Mynd: Bárður
Miðvágur: Innan sær hann
ikki út av nógvum, - bygn-
ingurin yviri á Prestland-
inum, har feðgarnir báðir,
Sonfinnur og Jens Eli í
løtuni eru til arbeiðis.
Teir eru í ferð við at rigga
hesi hølini til eitt arbeiðs-
pláss, her feskur fiskur skal
keypast inn, her fiskurin
skal pakkast og higani
fiskurin skal sendast bein-
leiðis niður á europeiska
marknaðin við Atlantsflog
tíðliga um morgunin.
- Vit miða eftir at byrja
arbeiðið av álvara seint í
summar, tá innrættingin er
liðug og tann endaliga góð-
kenningin frá Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni fyriligg-
ur, sigur ein bjartskygdur
Sonfinnur.
Teir fara fyrst og fremst
at leggja seg eftir at keypa
og pakka tosk. Óhugsandi
er ikki, at teir einaferð
seinni kunnu gera tað sama
við hýsu, men í fyrstuni
verður toskurin so álitið hjá
fyritøkuni, sum – ikki uttan
orsøk - hevur heitið "Faroe
Fresh".
Júst hetta við tí fríska og
feska, skal vera vørumerkið
hjá fyritøkuni, sum her fer
undir eina spennandi ætlan
fyri útflutning av føroysk-
um fiski.
Sonfinnur og Jens Eli
meta, at ætlanin ber til. Og
tað ger Miðvágs kommuna
eisini, tí í løtuni er hon í ferð
við at gera veg oman til
virkið, soleiðis at arbeiðs-
umstøðurnar og flutnings-
møguleikarnir skulu gerast
tær bestu hjá fyritøkuni.
Rætt hugskot
Sonfinnur veit sjálvur, hvat
virði er í góðum feskum
fiski.
Hann hevur tey seinastu
trý árini róð út vestanfyri
við báti sínum "Bósdalar-
fossur", og er í hesum sam-
bandi komin at hugsa um
møguleikan at flyta fiskin
sjálvur av landinum -
skjótt, beinleiðis og fyri ein
góðan prís.
Tað vísti seg skjótt, at
møguleikarnir fyri hesum
vóru til staðar: Fyri flog-
vøllin í Vágum var hetta
eingin trupulleiki. Fyri
føroyska
flogfelagið
Atlantsflog var heldur ein-
gin trupulleiki. Spurningur-
in var bara um at fáa fatur á
tí feska fiskinum.
Tað var kanska mest her
at vansin var, tí í fyrsta lagi
verður fiskurin á uppboðs-
sølunum blandaður saman,
og í øðrum lagi var vansin
tann, at tær fyrst byrja at
selja kl. 11 um morgunin.
Sum útróðrarmaður í
Vágum sóu feðgarnir báðir
júst ein møguleika í hesum:
Hví ikki sjálvir keypa fisk
frá útróðrarmonnum í Vág-
um, umpakka hann í Vág-
um og síðani senda hann
umvegis Vága Floghavn
niður til tann europeiska
marknaðin?!
Teir hava fingið loyvi at
royndarkoyra hetta hug-
skotið í eina tíð, og bíða tí
spentir eftir degnum, tá teir
á fyrsta sinni kunnu fara
umborð á eitt av flogfør-
unum hjá Atlantsflogi við
feskum føroyskum fiski frá
fyritøkuni "Faroe Fresh".
Rættur vegur
Tað hevur eydnast Faroe
Fresh at fáa fatur á áhugað-
um keyparum í fleiri lond-
um í Europa.
Sonfinnur eigur eina
systir, sum býr í Danmark
og hon hevur hjálpt teimum
við at fáa fatur á møgulig-
um keyparum í t.d. Frak-
landi, Hollandi, Spanien og
Danmark.
Teir hava longu sent
royndir av tí feska fiskinum
til hesar keyparar, og hava
fingið sera positivar aftur-
meldingar frá teimum - og
ein góðan prís.
- Tað er eisini júst okkara
endamál, - at keyparin fær
eina góða vøru og sum
hann so vil lata ein hægri
prís fyri, sigur Sonfinnur.
Inni á virkinum fer tí at
verða lagdur allar størsti
dentur á góðskuna. Ætlanin
er tí, at ein stórur partur av
teimum komandi starvs-
fólkunum skulu hava sum
uppgávu at hava eftirlit, so
at hagreiðingin og góðskan
á hvørjum einasta fiski er í
lagi.
- Hetta fer eisini at loysa
seg í síðsta enda, sigur
hann, og leggur dent á, at
hetta má gerast vegurin fyri
føroyska fiskivinnu í fram-
tíðini.
Rættur prísur
Tann stóri spurningurin -
ella avbjóðingin - hjá øllum
útróðrarmonnum
hevur
verið nøgdin og prísurin, ið
fæst fyri fiskin.
Leysliga mett munnu
vera eini 400 útróðrarmenn
í Føroyum. Soleiðis sum
gongdin hevur verið tey
seinnu árini, er lítið sum
bendir á, at teir fara at fáa
meiri fisk uppá mannin.
Tann stóri spurningurin
er tí, hvussu teir kunnu fáa
ein hægri prís fyri tær
nøgdirnar, sum teir avreiða
hvørja ferð. Tað er hóast alt
munur á at fáa í miðal 10-
12 kr. fyri kilo, tá ein veit,
at fiskurin kanska er verdur
tað dupulta.
Við hesum í huga fer
Faroe Fresh at royna eina
nýggja og spennandi leið,
sum í síðsta enda eisini fer
at verða útróðrarmonnun-
um í Vágum at gagni.
Góður feskur fiskur
gevur dupultan prís
- Hetta er tann gongda leiðin, soleiðis at meiri fæst
fyri tann føroyska útróðarfiskin, sigur Sonfinnur
Ellefsen, sum nú byrjar nýtt útflutningsvirksemi
So feskur ...
Fyri at fáa bestu úrtøkuna við feska fiskinum er
ætlanin er hava hesa mannagongd í framleiðsluni:
Um kvøldið: Bátarnir fara avstað til útróðrar
Um náttina: Teir koma aftur við fonginum
Kl. 4: Fiskurin verður vigaður og pakkaður
Kl. 8: Fiskurin fer við Atlantsflog til Danmarkar
Um middagsleitið: Fiskurin fer víðari á tann
europeiska marknaðin
Seinnapartin: Fiskurin er hjá kundunum kring alt
Europa
FAKTA
Inni á virkinum vera vektir og pakkimaskinur settar upp. Arbeiðast skal skjótt og væl, so tann
feski útróðrarfiskurin kann verða á europeiska marknaðinum einar 12 tímar aftaná at hann er
avreiddur í Vágum