hósdagur 14. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 132 - 14. juli 2005
- Hetta økið er deiligt,
men einki hevur verið
gjørt við tað øll hesi
árini. Tá mamma mín
tosaði meg upp í lag,
gjørdi eg eitt uppskot
um, hvussu ein kundi
fríðka tað. Og saman
við góðum fólki
verður tað nú broytt
til eitt vakurt øki,
sigur Jens Kristian
Haraldsen í Miðvági.
FRÍðKAN
Snorri Brend
Mynd: Bárður
Miðvágur: - Ja, hann Jens
Kristian - hann mást tú tosa
við. Fara bara oman til vøll-
in, so sært tú alt tað, sum
hann longu hevur fingið í
lag!
Nøkurlunda
soleiðis
ljóðaði áheitanin vit fingu
frá fleiri fólkum í Miðvági.
Tey hava seinastu tíðina
sæð og hoyrt, hvussu fólk
hava rokast á økinum
aftanfyri fótbóltsvøllin í
bygdini.
Tey hava øll mangan
hugsað um at onkur átti at
gjørt okkurt við hetta økið.
Men longur er so hugsanin
ikki komin, og tí hava fólk
bara vónað og vónað at
onkur fór at taka sær um
reiggj einaferð í tíðini.
Og mín sann um hetta
ikki hendi herfyri, tá hesin
sami, Jens Kristian Harald-
sen við góðum stuðli frá
øðrum fólki fóru undir at
broyta hetta økið til eitt øki,
sum allir miðvingar nú
kunnu fáa gagn og gleði av.
- Eg havi altíð hildið at
hetta var eitt so deiligt øki
her niðri við fótbóltsvøllin.
Men tað hevur samstundis
verið ótrúliga keðiligt fyri
børn at spæla her niðri.
- Eg setti meg tí bara nið-
ur og festi nakrar tekningar
á eitt blað um, hvussu ein
møguliga kundi broytt hetta
øki til eitt vakurt øki. Og
tað er so tað, sum vit eru í
ferð við beint nú, sigur ein
lítillátin Jens Kristian, sum
hevur búð niðri í fleiri ár.
Vit hittu hann á spæli-
plássinum ein vakran miku-
dag í farnu viku, har børnini
longu tykjast at hava tikið
hetta spæliøkið til sín.
Tosaður til
Sum so mangir aðrir mið-
vágsdreingir dámdi Jens
Kristiani altíð væl at spæla
á vøllinum og økinum
rundan um vøllin.
Men greitt var, at hetta
økið trongdi til eina kær-
komna hond. Hetta sóu tey
eisini í nevndini í ítróttar-
felagnum í bygdini - Mið-
vágs Bóltfelag - og ynsktu
at gera nakað veruligt við
hetta økið.
Móðir Jens Kristians,
Jórun er ein av eldsálunum
í nevndini, og hon tosaði
mangan um hetta sama:
Tað vantaði onkur, sum
kundi taka sær av økinum.
- Eg veit ikki, tú. Men
hon fekk so tosað meg til at
gera okkurt við hetta økið,
sigur Jens Kristian, sum
dagliga fæst við ventila-
sjónir og tílíkt við fyritøku
sínari "Klima".
Hann fór so til verka, tí,
sum hann sigur: - Varð
okkurt gjørt við hetta økið,
so eri eg ikki í iva um, at tað
hevði verðið nógv meiri
brúkt.
Játtan beinanvegin
Jens Kristian hevur sum
nevnt búð í Danmark í
mong ár. Har hevur hann
sæð, hvussu ein manga-
staðni hevur gjørt sera
snotulig spæliøki til børn.
- Ein sær líkasum alt við
øðrvísi eygum, tá ein hevur
búð uttanlands. Og eg havi
eisini sæð, hvussu lítið skal
til fyri at gera eitt øki
vakurt.
- Onkur skuldi byrja, og
tað ynskti eg so at gera,
sigur hann.
Hann setti seg niður og
gjørdi nakrar tekningar um,
hvussu hann kundi hugsað
sær at gjørt hetta økið.
Hann
legði
hesar
tekningar og síni hugskot
fram fyri kommununa, og
har var alt fyri eitt sagt frá,
at teir ynsktu at stuðla eini
slíkari ætlan. Og peningur
skuldi eisini fylgja við
stuðlinum.
Sólkrókur
Í farna mánaði varð so av
álvara farið til verka. Boð
vórðu send út um, at
fríggjadagin og leygardagin
í teirri ávísu vikuni vóru øll
áhugað boðin til sjálvboðið
arbeiði á økinum.
Alt tilfarið var fingið til
vega frammanundan, og
soleiðis bar tað til at hesi
50 fólkini sum vóru til
arbeiðis, fingu lagt lunnar
undir tað, sum í framtíðini
kemur
at
vera
eitt
spælipláss hjá børnum og
eitt hugnaligt stað hjá
teimum ungu og tilkomnu.
Sum ein part av ætlanini
við økinum eru eisini sett
upp borð í einum sólkróki.
Hesin hugnaligi krókurin
verjir samstundis fyri tí
lotinum, sum nærum altíð
er inn eftir vánni.
- Tað er altíð stuttligt at
seta ætlanir í verk, tá ein
merkir at fólkið tekur so
væl undir við teimum. Um
fólk ikki gera tað, so varð
einki gjørt nakrastaðni,
sigur Jens Kristian, sum
miðar eftir at alt økið skal
vera liðugt til vestanstevn-
una um vikuskiftið.
Eitt vakurt øki aftanfyri fótból
- So seint sum í morgun ringdi ein maður og spurdi um hann ikki kundi hjálpa til við spæliplássinum. Tað er ordiliga stuttligt, tá
fólk soleiðis bjóða seg fram at hjálpa, sigur Jens Kristian Haraldsen (miðskeiðis í myndini), sum saman við góðum fólki er í ferð
við at geva bygdarfólkinum eitt sera vakurt øki aftanfyri fótbóltsvøllin í bygdini